leygardagur 15. september 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 15. september 1979
sosialurin
Stórar ætlanir í Fuglafirði:
Byggja frystigoymslu
og eitt nytt fiskavirki
Hava søkt kommununa um grundøki
Tað er í umbúna at byggja eina stóra frysti-
goymslu og eitt fiskavirki í Fuglafirði. Talan
er um at heilfrysta lodnu, svartkjaft, makrel
og annan fisk og møguliga at fara undir mat-
framleiðslu av svartkjafti.
Tað er partafelagið Hav-
sild í Fuglafirði, sum hev-
ur tikið stig til hesa ætlan-
inar. Stjóri í felagnum er
Ditlev Eldevig.
Í samrødu við Sosial-
in sigur Ditlev Eldevig, at
enn er ov tíðliga at siga
nakað við vissu um ætlan-
ina. Fyrst má spurningur-
in um grundøki o.a. verða
greiddur.
Nevndin í Havsild
hevur annars viðtikið, at
tað skulu gerast fyrireik-
ingar fyri at kanna, hverjir
møguleikar eru fyri at seta
eitt nýtt virki á stovn.
Frammanundan eigur
Havsild umleið 1/3 í fiska-
mjelsvirkinum Havsbrún.
Ditlev Eldevig vísir á,
at tað í endamálsgreinini
hjá Havsild stendur, at
felagið skal taka upp tátt-
in at frysta fiskaverur.
— Hesin tankin gongur
heilt aftur til 1963, men
vit hava ongantíð fingið
gjørt hann til veruleika, tí
vit hava hildið, at tað
hevur verið nóg mikið við
ídnaðarfiskinum í fyrstu
syftu.
Svartkjaft
til matna
Nú er tað so vorðið aktuelt
at byggja eina frysti-
goymslu, ið skal kunna
frysta svartkjaft, lodnu,
makrel og onnur fiskasløg.
Í fyrsta umfari 6vidgjørd.
Tosað verður eisini um at
fara undir framleiðslu av
eðrum slag, enn vanligt er
á teimum flestu flaka-
virkjunum í landinum.
Her verður m.a. umhugs-
að at byrja framleiðslu av
svartkjafti til matna.
Ditlev Eldevig sigur
víðari, at tílík stór frysti-
Havsild eigur 1/3 í Havsbrún
goymsla, sum talan helst
verður um at byggja,
eisini kann frysta fyri til
fiskaalarar og annars
aðrar fiskaverur fyri flaka-
virkini.
Aðrir við
Annars upplýsir Ditlev
Eldevig, at nýggja virkið
og frystigoymslan, helst
fara at verða gjerd í sam-
arbeiði við aðrar. :
f løtuni hevur Fugla-
fjarðar kommuna spurn-
ingin um grundeki til
Havsild til viðgerðar. Fe-
lagið hevur sekt um eki
millum Handils- og Frysti-
virkið og nýggja ísvirki.
Annars sigur Ditlev Elde-
vig, at hetta ekið helst er
ov lítið, serliga um talan
einaferð verður um at út-
byggja. Hann vísur tí á
ekið sunnan fyri Nóta- og
trolvirkið sum bestu
loysnina.
Stórur áhugi fyri
tekstilúthúgving
Bíða nú eftir fíggjan
Tað er stórur áhugi fyri at byrja eina lista- og handverkaraútbúgving í Foroyum. Tá tað herfyri
varð lýst í blødunum, at Susan i Jákupsstovu ætlaði at byrja tekstilútbúgving í Såndoynni við
nøkrum næmingum til heystar, vísti tað seg, at heili 50 fólk vóru áhugaði.
Súsan í Jákupsstovu sig-
ur, at áhugin hevur verið
nógv sterri enn væntað.
Nógv fólk hava víst áhuga
fyri fullari útbúgving, t.e.
fýra ár, meðan onnur eru
áhugaði fyri styttri skeið-
um. Fyrispurningar eru
komnir úr ellum oyggjum,
m.a. frá nógvum lærara-
fólkum, sum ynskja eina
eftirútbúgving.
Figgjan
Nú er tað upp til teir ymsu
grunnarnar at avgera, um
tiltakinum skal verða lív
lagað. Umsókn um fíggjan
er m.a. send til Menning-
argrunnin. Blaðið hevur
frætt, at grunnurin hevur
ikki við gjert umsóknina
endaligt, men at hann er
sera positivur.
Verður peningur játtað-
ur til at byrja skulan,
kann Susan i Jåkupsstovu
longu taka ímóti teimum
fyrstu fimm næmingunum
í oktober. Hon hevur leig-
að eini hús í Skálavík. Við
ymsum umvælingum
kunnu hesi húsini fyribils
nýtast til bæði teoretiska
útbúgving og verkstað.
Súsan í Jákupsstovu
sigur við Sosialin, at tað er
vón hennara, at tiltakið
fer at eydnast, soleiðis, at
tað skjótt kann farast
undir at byggja ein megu-
ligan skúla við verksteð-
um.
Síða 5
kring oyggjarnar
Seks feroyingar
á álitismannaskeiðum
Seks fakfelagsfólk úr
Feroyum hava í summ-
ar verið á álitismanna-
skeiðum í Danmark.
Tríggir av stjórnar-
limunum í Feroya
Arbeiðarafelag hava
verið á einum fram-
haldsskeiði innan álit-
ismannaútbúgvingina,
meðan tveir limir úr ar-
beiðskvinnufelagnum,
Drósan, á Tveroyri,
hava verið á einum
grundskeiði í Esbjerg.
Harafturat hevur for-
maðurin í Fylking
verið á einum grund-
skeiði í Roskilde.
Nekur afturat
skuldu eftir ætlan fara
niður á skeið, men av
eini ella aðrari orsek
komu tey ikki í hesum
umfarinum. Hesi fólk-
ini vóru úr Eysturoy.
Tað er AOF, sum
skipaði fyri einum
grundskeiði í Feroyum
í vár, sum hevur fyri-
reikað skeiðini í Dan-
mark.
Ætlanin er, at AOF
saman við Feroya
Arbeiðarafelag = skulu
skipa fyri fleiri skeið-
um í Feroyum. Hesi
eru ikki fastlegd enn,
men Johs Olsen, for-
maður í FA, sigur at
einki verður í ár. Eitt
verður helst skipað
komandi vár og eitt
seinri næsta ár.
Tað er AOF, sum ber
kostnaðin av skeiðun-
um, meðan fakfelegini
sjálvi rinda ferðaút-
Ætlar at hækka
limagjaldið
Feroya Kommunufelag
hevur í umbúna at
hækka limagjaldið hjá
limakommununum.
Inntekan av limagjald-
inum minkaði nógv, tá
Tórshavnar Kommuna
tók seg úr felagnum
fyrr í ár.
Um vikuskiftið skal
starvsnevnd felagsins
hava ein fund. Á fund-
inum fer nevndin helst
at fastleggja ein
umboðsfund til nú í
heyst.
Vilja geva
teimum, sum ikki
brúka fallhjálm,
sterri bót
Politiið vil geva teim-
um, sum koyra á prutli
uttan fallhjálm, sterri
bót. Vakthavandi á
steðini í Havn upplýs-
ir, at teir hava heitt á
fútan um at hækka bót-
Limagjaldið er 0,3
promillu av skattskyld-
ugu inntekuni.
Etlanin er at hækka
tað upp í 0,4 pronuillu
Tað er nóg mikið itl at
halda fram við
rakstrinum
felagnum
Starvsnevndin hev-
ur spurt seg fyri hjá
limunum. Ein meiriluti
av kommununum hev
ur sagt seg sinnaðan
fyri at hækka um lima-
gjaldið.
på
ina.
Í løtuni fáa tey, sum
verða skrivað fyri at
koyra uttan fallhjálm,
150 kr. í bót fyrstu ferð
og 250 kr. aðru ferð,
tey fremja brotið.
Politiið vil nú hava
bótina at samsvara tí,
sum ein fallhjálmur
kostar nýggjur, altso
400-600 kr.
Fiskivinnuráðið valt
Føroya Landsstýri hevur
nú valt Fiskivinnuráðið,
sum legtingið fyrr í ár
hevur samtykt at seta á
stovn.
Til formann í ráðnum
hevur landsstýrið valt
Karl Andreassen, sum
dagliga starvast á hag-
deildini í Tinganesi
Hinir limirnir á ráðnum
eru: Absalon Absalonsen,
Vági Pól A Andreasen
Klaksvík, Líggjas í Be
Klaksvík, Olaf Olsen,
Glyvrum, Petur ir
Eiði og Svend Thulesen
Klaksvík
Fyrsti fundurin hjá ráð-
num varð hildin mána-
dagin. Tað fyrsta, sum
fiskivinnuráðið annars fer
undir, er at gera reglu-
id hiå
gerðir fyri arbe
A OE ROS IL