leygardagur 15. september 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr.. - á september 1979
Stuðul til
Óli Jacobsen,
løgtingsmadur
fiskivinnuna
— ella hvat?
Seinastu tidina hava ein
rúgva av stuðulslógum
til fiskivinnuna verið til
viðgerðar og avgreiddar
í tinginum. Um vit gera
ein samandrátt av hes-
um lógum, so er talan
um fylgjandi skipanir:
1: Oljustudningur.
Hesin skal hækka úr 24
oyrum pr. litur til 54
oyru. Men av hesum tek-
ur landskassin eini 4
oyru inn aftur í nýggja
4% innflutningsgjald-
inum, so veruligi stuðul-
in er 50 oyru. Hendan
skipan kemur manning-
ini til góðar fyrst og
fremst á verksmiðjutrol-
arum og ísfiskalínubát-
um, har oljan er felagsút-
reiðsla. Hjá einum línu-
báti svarar hetta til eina
óbeinleiðis prishækking
uppá 11 oyru pr. kg., tá
eitt línuskip nýtir 0,22 I
av olju at veiða eitt kg.
av fiski, og merkir hetta
eina hækking uppá um
3%. Hjá ísfiskatrolarum
merkir hesin stuðul um
25 oyru pr. kg. Roknað
verður her við eini olju-
nýtslu uppá um hálvan
litur pr. kg. fisk. Hetta
fer beinleiðis til skipið tá
ikki er talan um eina
felagsútreiðslu.
2. Agnstudningurin
kemur bæði fólki og
manning til góðar, tá her
altíð er talan um eina
felagsútreiðslu. Hesin
skal hækka úr kr. 1,00 til
kr. 1,50 og svarar hetta
til ein óbeinleiðis prís-
vekstur uppá um. 12
oyru pr. kg. ráfisk. Her
er ein vissur skeivleiki,
tá bert verður latin stuð-
ul til agn keypt í Fer-
oyum. Tí kemur hesin
stuðul ikki langfara-
monnum til góðar í tann
mun teir mugu taka agn
í útlandinum, men
7
verður hetta vónandi
broytt.
3: Rakstrarstudningur
Hetta er eitt nýtt navn
fyri tann eigarastudn-
ing, sum varð avtikin í
1975. Og skal hann vera
5 oyru pr. kg. ráfisk bert
til skipið. Í veruleikan-
um gevur hendan skipan
bert skipinum 2 oyru
eyka. Um hesi 5 oyru í
staðin vórðu legd bein-
leiðis omaná prísin, so
fekk eitt trolskip álíka-
væl 3 av hesum 5 oyrum.
4: 15 oyru omanå pris-
in. Síðan varð skipað
fyri, at ráfiskagrunnurin
kom at hækka prísir sín-
ar við 15 oyru pr. kg.
omaná øll fiskaslog.
Hetta skuldi svara til
eina hækking uppá 5%,
men hjá fiskimonnum
verður hækkingin minni,
tí viðbótin kemur at
lækka við 1 ella 2 oyrum
pr. kg. ráfisk av hesi
hækking. T.v.s. at av
sínum parti uppá 4 oyru
av nevndu 15 oyrum,
sum ein trolaramaður
fær, missir hann í miðal
1,5 oyru ella triðingin.
Fiskimannafelagið mælti
til at læsa viðbótina
fasta vísandi til inntekur
fiskimanna, sum seinni
verður komið til, men
hetta hendi tó ikki.
5: 5 oyru vórðu legd
afturat teimum 5
oyrunum sum opnir bát-
ar fáa sum endurgjald
fyri oljustudning.
6: Skipað var fyri
hægri ídnaðarfiskstudn-
ingi. Hendan skal vera
12 oyru og skal avtrapp-
ast eftir festum reglum.
Sammett við gomlu
skipanina kann nevnast,
at við núverandi prísi á
hvítingsbróður uppá 37
oyru kg. fekst eftir
gomlu skipanini 2 oyru,
meðan eftir nýggju skip-
anini fást 10,5 oyru, og
skuldi hetta í ein vissan
mun stimbra monnum
til at halda áfram við
hesi veiðu.
Allar omannevndu
skipanir eru galdandi frá
15. august í ár til 31.
januar næsta ár, og
skulu tá koma fram
meira fullfiggjadar
ætlanir um hvussu skip-
ast skal fyri å hesum øki.
Afturat nevndu upp-
skotum hevur tingið
eisini framlongt bráð-
feingissaltfiska- og
flakastudningin sum
eisini umfatar hemara
og svartkalva. Hetta
hevur verið gjert eftir
áheitan frá FF, og
grundgevingin hevur
verið at veiðan við salt-
fiskaskipum hevur yvir-
hevur verið verri í ár enn
í fjør. Upsi kemur undir
nýggju lógini eisini at
fáa studning, men bert
sum eykastudning.
T.v.s. at lógin um reglu-
ligan studning til salt-
fiskaveiðu ikki umfatar
upsa. Hetta hevur FF
roynt at fáa broytt, men
tó uttan úrslit.
Inntøkur
fiskimanna
Fiskimannafelagid hev-
ur i samband vid hesa
viðgerð og hesi uppskot
gjert upp inntekurnar á
feskfiskaskipum higartil
í ár. Her verða bert
nevndar daglønirnar.
Hetta verður ikki heilt
beint sammetingar-
grundarlag, tó sum
kunnungt er munur á
einum arbeiðsdegi á
sjónum og so á landi.
Men hetta gevur tó eina
rættari mynd enn at
sammeta árslenir, tí
ársinntekan við einum
skipi er ofta fyri 300
dagar og hetta kann ikki
sammetast við ársinn-
teku á landi sum er fyri
230 arbeiðsdagar. Nevn-
ast skal, at í dag er
normaldaglen hjá
arbeiðsmanni 311 kr.,
hjá handverkara 358 kr.,
og hjá almennum starvs-
manni uttan útbúgving
er endalønin kr. 409 um
dagin.
Taka vit teir ymsu
bólkarnar av feskfiska-
skipum, so siggja vit at
higartil í ár hevur
daglønin við einum
línubáti verið 334 kr.
Hetta er ein beinleiðis
afturgongd frá 1978, tá
daglenin var kr. 360.
Hetta hevur altíð verið
tann bólkur sum hevur
verið ringast fyri lenar-
liga og higartil í ár er
steðan tískil versnað.
Taka vit størru is-
fiskatrolararnar (íslands-
trolararnar), so hevur
daglenin higartil í ár veri
kr. 595. Hetta er ein
hækking frá 1978, tá hon
var kr. 504. Men tá ís-
landsveiðan er av, plaga
miðaltelini at falla nakað
aftur.
Taka vit teir miðal-
stóru ísfiskatrolararnar
verður myndin aftur ein
onnur. Her hevur dag-
lenin í 1979 verið kr.
461, og er hetta ein mun-
andi lækking í mun til
1978, tá daglenin var kr.
522.
Tad hevur mangan
verid havt å måli, og tad
serliga í samband við
hendan skipabólkin, at
tað er heilt órímiligt, at
manningin skal hava so
ovurhonds stórar
inntekur, meðan skipini
ikki klára seg. Og mælt
hevur verið til broyting í
sáttmálanum so mann-
ingarparturin kom at
minka. Hetta kann bert
avvísast, og um hugt
verður eftir veruligu
miðalinntekunum, so
síggja vit, at tær als ikki
eru so serstakliga hegar,
sum tað er loypt út í orð.
4“ eg
Fiskiparturin pr. dag
liggur bert eitt vet
omanfyri tær lægstu
lenirnar á landi, og tað
kann ikki á nakran hátt
sigast at vera nekur
órímilig innteka hesir
menn fáa.
Fyri aðrar veiðihættir
eru tel fyri fiskimanna-
inntekur ikki til skjals
enn, men tølini fyri 1978
vísa eina hækking, t.d.
uppá 11% hjá rækju-
monnum og 16% hjá
kraftblokkamonnum, so
her verður eisini neyðugt
við tiltøkum fyri at
tryggja hesum monnum
t.d. móti inntekuniður-
gongd. Hetta kann t.d.
verða gjert við hægri
minstulen ella skatta-
lætta.
Er talan um
studning?
Allar nevndu lógir hava
verið kallaðar studnings-
lógir, og tað er heldur
hesar skipanir millum
manna og millum
politikarar hava verið
mettar sum olmussa til
fiskivinnuna.
Men um við studning
verður hugsað um
olmussu til eina vinnu
ella ein stætt, so er
studningur ikki rætta
heitið. Tað er jú fiski-
vinnan sum heldur ellum
samfelagnum gangandi
og ell ásanna ju, at
steðgar fiskivinnan upp,
so steðga øll samfelags-
hjólini upp, og tað vil jú
níva at hjá ellum. Tí er
studningur her íkki
nekur olmussa til eina
einstaka vinnu, men
hann er líka neyðugur
fyri øll liðini í samfelag-
num. Fyri at lýsa hetta
kann verða sett upp eitt
roknistykki, sum vísir
hvussu nógv eitt kg. av
ráfiski frá t.d. einum
línubáti »kostar« samfe-
lagnum og hvussu nógv
sama kg. leggur eftir seg
ikki sert fyri, at allar til samfelagið:
Útreiðslurnar eru:
Ráfiskur tils. 65 oyru
— kemur aftur í landskassan
sum toll/skatt 15 50 oyru
Oljustudningur 11
— kemur aftur í landskassan 2 9
Prísviðbót 16
— kemur aftur í landskassan 8 8
Agnstudningur 12
— kemur aftur í landskassan = 3 9
Rakstrarstudningur 5
Tilsamans umleið 81 oyru
Men tað sum sama kg. leggur eftir seg til samfelagið
er:
Hýrur til manning
Arbeiðslen
Skiftisavlop til flakavirkir
Annað (útgerð, bankar,
tryggingar v.m.)
um 1,25
um 1,00
um 0,70
um 0,30 kr.3,25
Sum tað sæst rindar samfelgið eini 80 oyru til
hetta kg. av fiski, meðan tað beinleiðis í fyrsta
umfari leggur-eftir seg til samfelagið kr. 3,25.
Hóast hesi tel bert eru leiðbeinandi so vísa tey í
hvussu er, at tað er eingin ivi um, at tað »loysir« seg
hjá samfelagnum at stuðla fiskivinnuni.
Og tí er hetta nakað, sum kemur ellum samfelags-
borgarum til góðar, og tí eigur eingin ivi at vera um,
at tá sansar at, um tað so er av uttanfrá komandi út-
reiðslum ella minkandi inntekum, so má hetta vera
nakað sum øll eiga at bera byrðarnar av.
Óli Jacobsen