Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 140 - 25. juli 2002 Nr. 140 - 25. juli 2002 27 Ákærurnar um at laksaútflytarar úr Kili hava selt laksin ov bíliga kann vera partur av eini størri ætlan sum skal oyðileggja fyri kilverskar laksaalarar. Hetta meinar stjórin í laksafelagnum Invertec, Mario Montanari Jógvan H. Gardar, Oslo Mario Montanari sigur í samrøðu við Intrafish.no, at tað ikki er lætt at finna eina góða grundgeving og prógv fyri at ein útflytari sum bert hevur fýra prosent av marknaðinum skal kunna stýra laksaprísinum í ES. Hann heldur at lykilin er at finna í Noregi. Millum annað hevur fyrrverandi formaðurin hjá norsku alarunum, Tarald Sivertsen, kalla kilverskar alarar fyri parasittar. - Vit verða eisini ákærdir fyri at hava sent stórar mongdir av laksi inn á marknaðin. Hetta vita allir partar at ikki passar. Vit økja um framleiðsluna, og tað gera norðmenn og aðrir eisini, sigur Mario Montan- ari. Montanari vil ikki navn- geva hvør hann meinar stendur aftanfyri ákærur- nar. Einstøk feløg - Kili hevur ikki havt trupulleikar við USA, Jap- an ella Europa. Men vit hava havt trupulleikar við einstøkum feløgum sum ákæra okkum fyri dump- ing. Øll vita hvør sum stóð aftanfyri dumpingákær- urnar móti okkum í USA, og vit vita øll hvør sum ákærir okkum nú. Tað er hvørki Europa ella USA, sigur Montanari, sum held- ur ikki heldur at norskir myndugleikar hava nakað við ákærurnar at gera. Montanari er ikki í iva um at fleiri av teimum sum syrgdu fyri at Kili fekk dumpingákærur móti sær í USA, enn einaferð eru uppá spæl. Hann vísir eisini á at helmingurin av laksa- feløgunum og 80 prosent av laksafóðurframleiðarun- um í Kili eru europeiskir. - Átakið móti okkum var longu ígongd fyri meir enn einum ári síðani. Fleiri feløg ynskja sær einkarrætt til marknaðin, og tey eru bebbarædd fyri eini fríari kapping. Vit hava fleiri av hesum eisini í Kili, so um tey vildu so kundu vit tosa saman her í Puerto Montt Aveny, har teir flestu laksaalararnir javnan hitt- ast, sigur Mario Montanari. Norskir laksaalarar verða nú drignir inn í laksadumpingarmáli ð, og ákærdir fyri at hava givið ES upp- lýsingar um útflutn- ingin úr Kili og Føroyum. Hetta skriva bløð í Kili. Jógvan H. Gardar, Oslo Tá tíðindini um at ES- nevndin umhugsaði at ákæra laksaútflytarar úr Føroyum og Kili fyri at hava selt laksin ov bíliga til ES, vóru fleiri frammi sum mettu at tað ikki bert vóru írskir og skotskir alarar sum høvdu tosað við ES- nevndina. Millum teir sum mettu at onnur áhugamál vóru inni í myndini var senator Adolfo Zaldívar úr Kili. Onnur hava eisini víst á tað heldur løgna at norskir alarar vistu meir um ætlaninar hja ES enn nakar í bæði Kili og Føroyum. Til Intrafish.no sier Zaldivar at Noreg er tað landið uttanfyri ES sum hevur størst áhuga í at fella aðrar alitjóðir. Norska sendistovan í Santiago í Kili avvísir tí Zaldívar kemur við. Tey vísa á at Noreg ikki hevur møguleika at ávirka ES- nevndina. Men søgurnar ganga í Kili, og í alivinnuni eru tað fá sum trúgva norsku sendi- stovuni. Har vilja søgurnar vera við at einstakir norskir alarar hava givið upplýs- ingar til ES-nevndina fyri at fáa eitt dumpingmál reist móti Kili og Føroyum. Formaðurin fyri alararnar í Kili, Rodrigo Infante, sigur til blaðið La Tercera, at hann hevur hoyrt nógv slatur, men at hann ikki hevur fingið nakað neyvt prógv um at norskir alarar standa aftanfyri. Europa ímóti Kili Senator Adolfo Zaldívar er ikki í iva um at tað eru sterkar rørslur í Europa sum meir enn gjarna royna at forða fyri at Kili byggir seg upp til at gerast ein tjóð sum útflytir annað enn rávørur. Í samrøðu við blaði El Llanquihue, sigur Zaldívar at Kili noyðist at berjast fyri rættvísinum, men at tað kann vera fánýtis, tá dóm- stólurin sum skal døma í laksamálinum er europe- iskur. Zaldívar meinar, eins og umboð fyri føroyskarar alarar og landstýrið, at ES- londini kanska ikki eru so áhugaði í kapping sum tey siga seg vera. Alivinnan í Kili hevur seinastu tíggju árini økt til at gerast ein vinna sum útflytir fyri meir enn eina milliard dollarar og meir enn 40.000 persónar ar- beiða innan alivinnuna. Sambært Zaldívar kann alivinnan hjá teimum trí- faldast komandi tíggju árini, og í øki 10 og 11, har hann er senator, kann ali- vinnan gerast týdningar- miklasta vinnan. Hann meinar at europe- arar nú síggja at Kili kann framleiða laks við góðari góðsku sum er kappingar- førur á europeiska markn- aðinum, men at hetta ikki passar øllum í ES. Dumpingmálið er partur av størri ætlan – Noreg mest at vinna í dumpingmálinum C M Y K 27 26