leygardagur 15. september 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
F
sosialurin
„att
át BARNA-SIÐAN ÁR á 2
Nýggj bók
er komin
tað er bókin >Fongur-
in« eftir Robert Fisker.
(Ålvur Enni hevur tytt
til føroyskt og Svend
Otto S. hevur teknad
myndirnar). Hon
kostar 25 kr. heft og 32
krénur innbundin.
Békin er um ein
drong í steinaldrinum,
sum eitur Guru. Hann
er blivin fridleysur, ti
Fongurin
rennur fyri lívinum
at Krókur hevur dripið
pápa hansara. Bókin er
egiliga spennandi, ser-
liga tá ið hann hoyrir
ýlið á skóginum. Bygd-
arfólkini hoyra eisini
ýlið — og samstundis
fáa tey eygu á tann
friðleysa Guru. Hann
—— og nú haldi eg ikki,
at eg vil siga frá meira,
tí so er eingin spenn-
ingur eftir til tykkara.
Bókin er ræðuliga
góð og spennandi — og
eg steðgaði ikki á fyrr
enn eg var liðugur at
lesa hana.
Petur Martin Sivertsen, 12 ár.
Góðu børn!
Nú byrjar barnasíðan aftur — hon
verður sum hon er von at vera við
ymiskum ítrivi og upplýsingum og við
framhaldssøguni »Loynihellid«.
Hon er um Basilius og huski hans-
ara: konan Thekla, dótturin Cyrilla,
synirnir Jóhannes og Filippus og træl-
urin Difilus — tey eru flýdd úr býnum
Ombi í Egyptalandi tí tey eru kristin,
og rómverski keisarin hevur sett í verk
eina atsókn ímóti teim kristnu. Tey eru
flýdd út í oyðimorkina, har tey vilja
fjala seg í einum gróðrarbletti (oasu).
Imeðan er landshovdingin í Egypta-
landi komin til Ombi at skipa fyri
ofring til gudarnar Isis og Osiris. Øll
tey, sum ikki vilja ofra, verða revsad.
LOYNIHELLIÐ
Banning yvir nasareararnar
»Eg vil fegin spyrja mannin eitt, um landshøvd-
ingin loyvir!<
Trebonius nikkaði játtandi móti Isis-prestinum.
»Gennadius! vilt tú viðganga, at andstyggiliga
samfelag nasarearanna tilbiður eitt esilhevd á sínum
midnáttarsamkomum!<
>Tví!a ýldi mannamúgvan. „Niður við teimum
kristnu! Banning yvir nasareararnar!<
Gennadius varð sum eitt lak. Hann stóð longu
næstan yviri við útgongdina beint framman fyri her-
monnunum, teir krossaðu spjótini at forða honum.
„Hann skal viðganga hatta!< rópti Trebonius,
rella taki eg leysgevingina aftur!«
Gennadius stóð púra hjálparleysur og hugdi seg
íkring. -
»Vidgakk! — Viðgakk! — hevur tú lívið kært!«
geylaði mannamúgvan.
Gennadius drálaði.
Landshevdingin rópti: >Hevuðsmaður, leið falsar-
an fram fyri altarið! <
»Ta er — so — sum presturin sigur!< játtaði
Gennadius tungur.
„Sig eisini, at tey lokka sakleys småbørn við til
metini og dreypa tey og eta tey!< helt presturin
fram.
Gennadius læt munnin upp. Hann skalv sum eitt
bókablað. Knappliga tveitti hann seg niður, froðan
5. partur
vóð um munnin á honum og hann ýldi sansaleysur.
Hermenn lupu til. Púra óður slóð og veipaði hann,
beit alt, sum hann rakk at, bannaðist, tvætlaði,
rullaði seg í sandinum og roytti hár av sær.
»Bindid hann!« rópti landshevdingin. »Hann er
vorðin óður!< Hann hugdi yvir á prestin og ypti eks.
„Hann er settur við illum anda!« segði presbytarin
Filemon við ein av teimum kristnu, sum stóð hjá
honum. Filemon skalv á málinum. >Gud veri honum
náðigur! — Bæði her á jerð og á himni!«
Tríggir ella fýra menn royndu at binda hann, men í
síni eði var hann vorðin so sterkur, at hann fýrdi teir
allar frá sær, sum vóru teir bern. Aðrir skundaðu sær
til hjálpar, men tað var ikki meir enn teir bastu tí óða
manninum. Tað eydnaðist at enda. Landshevdingin
bað teir leiða hann í fangahúsið, alla tíðina ýldi hann
ønskriligt og seinga sum ein svangur sjakalur í
oyðimerkini.
»Soleidis er lagnan njå tí fråfalna!« mutlaði pres-
bytarin. —
»Gud gævi, at tað ikki verður min lagna!< bað hin
gamli maðurin, sum stóð undir liðini á honum.
Ofringin helt áfram. Eitt navn fyri og annað eftir
varð rópað upp, ein fyri og annar eftir av monnunum
fór upp at ofra og fór omanaftur.
Sólin stavaði heit oman yvir torgið. Teir, sum
hevdu ofrað, skundaðu sær til hús at svala seg í
Veitst tú:
1. at > høgguslokkurin
gytur vestan fyri Bret-
land.
Fullvaksin er hann 70-
80 cm langur, teir vit
fiska eru bert umleið 40
cm — og tí ikki full-
vaksnir.
Okkara hegguslokkur
hevur 10 armar — onnur
sløg hava bert 8 armar —
tann stersti, vit vita um,
ið fingin er, var yvir 3 m
langur.
2. Muðurin situr
ímillum armarnar —
hann hevur eitt nev sum
hann skræðir matin (te.
sild og nebbasild) sundur
við. Hegguslokkurin er
ógvuliga átufrekur og
kann eisini eta sínar
egnu felagar.
3. Blekk-kertil, got,
toknir
4. skiftir lit
5. Súg-skálir, at halda
fonginum við. Heggu-
slokkurin hevur ongan
tevsans, men hann
hevur ein sera góðan
smakksans — næstan
sum fólk.
6. Sær væl
7. Heilin er ímillum eyg-
uni — hegguslokkurin er
klókari enn onnur lindýr.
8. Hann hevur eitt van-
ligt hjarta og 2 smá
hjálpar-hjertu.
9. Í suðurlondum eta
tey hegguslokk vit
brúka hann bert til agn.
10. Far oman á brúnna
og spyr um tú kannst fáa
ein hegguslokk frá ein-
um báti, sum hevur fisk-
að — tak hann við í skúla
og bið læraran í náttúru-
segu siga tykkum frá.
Q
eftir J. M. Neale
skugganum. Hinir máttu bíða, til teirra tern kom.
Tveir egypta-trælir stóðu og veittraðu svalandi fyri
landshevdinganum.
»Domentius úr Ombi!< rópti uppróparin.
»Hoyr meg eitt orð, harri!« teskadi hevuðsmaður-
in. >Hasin er kristin. Hann gav mær 250 drakmur at
geva tær...
»Domentius…«
»Répa tann næsta«, beyð landshøvdingin.
»Filemon hin eldri úr Ombi!«
»Harrin veri við tykkum! Og haldið út, hvat so
kemur yvir tykkum!«
Við festum fótafetum gekk Filemon niðan trapp-
urnar til altarið.
„Her er roykilsi!< — Isis-presturin flenti háðandi.
Hann kendi presbytaran aftur beinanvegin.
>Ég vil ikki ofra, eg eri kristin«.
Filemon stóð róligur.
„Hatta er presbytarin!< teskadi hevuðsmaðurin.
„Tey siga, at hann skal vita, hvar hin ríki Basilius
hevur krógvað seg við húski sínum. — Kanska áttu
vit at boðið honum lív og grið og sloppið honum
undan ofringini, um hann vil siga okkum, hvar
Basilius er at finna«.
„Hatta var onki vånaligt hugskot!« teskaði lands-
hevdingin afturímóti. >Vorðið sum tíðindi at frætt:
— Ein fyristeðumaður, ið svíkir sína egnu sam-
komu!> Tebonius flenti. —
Framhald
". ru