Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ég 7 Mikudagin í síðstu viku fóru flogbóltslandsliðini til Noregs at kappast móti norsku landsliðunum. Lidini vóru í føroyskum troyggjum, sum Tøtingarvirkid i Gøtu hevur givið hvørjum spælara. Frålik ferð hóast tap! — Vit eru ógvuliga væl negd við Noregsferðina, hóast úrslitið ikki varð tað besta, sigur Herman Lind- berg, sum var ferðaleiðari á túrinum hjá flogbólts- landsliðnum. — Men úrslitið var kort- ini ikki verri, enn vit hevdu roknað við framm- anundan, er Herman skjótur at leggja afturat. Annars sigur hann, at tað var eitt sindur óhepp- ið, at tað norska kvinnu- landsliðið var lutfalsliga betri enn norska mans- landsliðið, tá tað øvugta gjørdi seg galdandi hjá føroyingunum. Men, sigur hann, tað er so stutt síðan, at kvinnurnar av álvara komu upp í. Frålikt »sentur« Og tad, sum hugték før- oyingarnar mest, var eitt nytt ítróttar- og mentun- arsentur i bynum Førde, sum føroyingarnir vitjadu. Hesin byurin, sum hevur 3-4.000 íbúgvar við einum upplandi uppá eini 10.000 fólk, liggur við Sognefjerðin. Hetta sentrið, sum var liðugt í 1977, kostaði ikki færri enn 32 mió. kr. Í tí var svimjihylur, ítróttar- hell, sum kundi býtast upp í fýra fimleikarhallir, veitsluhøll, biografheli, bókasavn, skrivstovir, kafeteria o.s.fr. Uttanfyri vóru fleiri vellir av ymisk- um slag. Urslitid Og so úrslitið. Føroyingar taptu allar dystirnar og vunnu einki sett i teimum officiellu dystunum móti norsku landsliðnum. Kvinnuliðið tapti: 15—2, 15—2 og 15—3 í tí fyrra dystinum og í tí seinna: 15—2, 15—1 og 15—7. Kvinnurnar spældu eisini ein dyst móti flog- bóltsfelagnum í Førde, sum spælir í 2. división. Ferde vann 3—1. Mansliðið tapti 15—5, 15—12 og 15—3 í tí fyrra dystinum og í seinna 15-—1, 15-—11 og 15-—-1. — Men, sigur ferðaleið- arin, úrslitið er eitt sindur misvísandi, tí leikurin var meiri javnur. Dystin móti Ferde, sum liggur væl fyri í 1. divi- sión, kláraði mansliðið seg væl. Norðmenninir vunnu —2. Sagt verður, at hesin dysturin var stak góður. Lætti hjá býráðnum... — Tað er og kemur framvegis at vera ein lætti hjá býráð- num, at teir „síðstu idiotarnir« hava , organiserad seg i eitt felag. Hetta segdi Jakup Sune Jacobsen, næstfor- maður Tórshavnar býráðs, tá býráðið leygardagin hand- aði Feroya forn- gripafelag Mýru- húsini. Forngripafelagið hevur keypt húsið fyri Í kr.! Jákup Sune Jacobsen sip- aði við hesum til hending- ina, tá Forngripafelagið flutti eini hús av Dalaveg- num út í Hornabø. Tá hús- ið var komið út i Hornabø og menn arbeiddu við at taka tað av vogninum, kom ein havnarborgari til teirra og viðmerkti: — Tann síðsti idioturin er so sanniliga ikki føddur enn! Jákup Sune segði, at maðurin hevur sjálvsagt hildið, at býráðið stóð fyri flutninginum. Tí hevur hann tikið so dýran til. Býráðssamtykt um veg Býráðið keypti Mýruhús- ini í fjør við tí fyri eyga at varðveita tey. Seinni av- gjørdi so fíggjarnevndin, at Forngripafelagið skuldi fáa húsini fyri 1 kr. Tað er nú Forngripafelagið, sum skal seta húsini í stand og bera útreiðslurnar av hes- um. Á einari samkomu i Mýruhúsunum leygardag- in handaði Jákup Sune Jacobsen, sum í letuni er borgarstjóri, næstfor- manni Forngripafelagsins, Mortani W. Poulsen, skeytið uppá húsini. Jákup Sune segði, at tað er ikki so langt síðani, ætlanin var at gera ein veg av Kongabrúnni niðan í R. C. Effersøesgøtu. Hesin vegur hevði komið at ligið har sum Mýruhúsini standa. Henda býráðssamtykt er helst ongantíð avtikin, men býráðið hevur nú eina aðra meining. Tað vil nú varðveita tey gomlu hús- ini í býnum í staðin fyri at taka tey niður, segði Jákup Sune Jacobsen. At búgva í Mortan W. Poulsen upp- lýsti, at Forngripafelagið ætlar at gera húsini í stand, soleiðis at fólk kann búgva í teimum. Leysliga mett kemur hetta at kosta 150.000 kr., segði hann. Mýruhúsini eru millum elstu hús í býnum. Við vissu kann sigast, at tey eru frá 1752. Men tað er væl meguligt, at tey eru uppaftur eldri. la mer est un grand garde manger gratult! nirgs fripera : de 1616: |: SANDWICH ALA PIEUVRE Høgguslokkur å fronskum! »Ein delikatessa«, skrivar franskur fiskaseljari å hesi lys- ingini. Lyst verdur vid høgguslokkasand- wich á ein heldur løgnan hátt, sum vit ikki eru von við í Fer- oyum. — Hvussu er tað við hasari flúgvibilettini, eg bað um í gjár? Kemur hon ella kemur hon ikki? * So skjótt Smyril var komin á Havnina úr Suðuroy sunnukveldið, 7 fekk sekkin. sjálvstýrarin "at koyra so spakuliga, Bussferararnir hjá Bussleiðini ætla í dag at sjálvt tey, sum eru ov sein, sleppa við. Hetta fer helst at geva nógvar pengar í kass- |