Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 74 — 26. september 1979 B36-TB 3—4(1—1) | B36 hevur ment seg av ålvara Sigurin til TB rættvisur KONDI Føroysk tróttarklæðir Pt SJÓKLÆDNAVIRKIÐ Telefon 5 4) . men sjálvsmálið er veruleiki Dysturin millum B36 og TB gjerdist nógv betri enn roknað varð við frammanundan. Í letum var hann bæði spennandi og undirhaldandi, sum tey mongu málini prógva. Hervið er tó ikki sagt, at góðskan var hin stóra. Stórur partur av dysti- num var merktur av til- vildarligum ping-pong- spælið. Tað tóktist trupult hjá liðunum — hugsi serliga um TB — at fáa nakað veruligt spæl fram. Tó vísti TB áskoðarunum nakrar vakurt uppbygdar málroyndir, meðan B36 vísti, hvussu nógv eitt lið kann stríðast og trýsta uttan at fáa nakað stór- vegis burturúr. B36 yvirlutan Tann fyrsta hálva tíma av fyrra hálvleiki átti B36 fullkomiliga. Liðið spældi hampuligt ålopsspæl og vóru fleiri ferðir heilt naskir. Soleiðis hevði B 36 uppi- borið eitt mál í 15. min. tá ein hegur bóltur kom inn- fyri, men streyk framvið málstólpanum undir eini skotroynd. Alla hesa letuna spældi TB ókonsentrerað og fekk ongantíð rættuligt tamar- hald á spælinum. Men í 25. min. eydnaðist teimum at fáa mál: Ein bóltur varð skotin inn móti málinum, ein B 36-ari royndi við hevdinum at koyra burtur, men hann beindi bóltin í málið. Tann frálíki málmaðurin, Jan Alberg, hevði „ongan meguleika at bjarga. Fimm min. seinri fekk B 36 mål. Ein høgur bóltur var spældur inn móti máli- num. Í kapping við mál- mannin eydnaðist B36- leikara at skora. Beint undan hálvleiks- steðginum sóu vit eina avvakrastu málroyndu- num hjá TB. Annar av tví- burðunum spældi seg frí- an, trekti hart trongdur móti baklinjuni í vinstru síðu, legði ein bólt inn fyri, men eingin TBari rekk bóltin og Jan fekk hann í staðin. TB yvirlutan Í seinra hálvleiki fekk TB tamarhald á spælinum og álopsmaskinan gekk sum smurt, men B36 verjan kláraði seg sum heild væl, hóast vánaligt verjuspæl var orsøkin til fyrsta mål- ið, sum kom eftir eitt hornaspark. Tað triðja og fjórða mál- ið fekk TB í 20. og 25. min., men B 36 hevði eisini ein risameguleika, tá Leo Poulsen slapp inn um TB- FL Tað er ikki bara at siga tað ! verjuna, og sparkaði bólt- in langt við síðuna av málinum. Tá einir 5—10 min. vóru eftir, og sigurin TB var avgjørdur, mentist B36 aftur. Í einum álopi varð frí- spark demt móti TB áraka brotssparksteigin. Frí- sparkið varð skotið inn fyri, har B36-ari stakk seg fram og skoraði. Eina lítla letu seinri fekk Leo aftur ein bólt miðskeiðis á TB-helvtini, rak hann fram móti brots- sparksteiginum, har hann varð feldur. Dómarin demdi brots- spark, sum Leo sjálvur setti í netið til 3—4. Kundu fingið Úrslitið samsvaraði við leikgongdina. Men í mun til málmeguleikarnar átti TB kanska fleiri mál uppi- borin. Venjarin hjá B36, Sól- bjørn Mortensen, hevur fingið liðið rættuliga upp á føtur í seinru helvt av kappingarárinum, so spennandi verður, hvussu teir fara at klára uppgáv- una í Fuglafirði komandi sunnudag. TB kann veruliga sýna góðan fótbólt, men tað er ófatuligt, at teir ikki oftari spæla bóltin afturi úr verj- uni, ístaðin fyri bara at sparka burtur, tá teir hava dygd til at byggja álopini upp afturiífrá. okkurt mál aftura Tað vóru ikki nógv fólk komin til dystin í 1. deild millum HB og KÍ seinasta leygardag í Havn. Vøllurin var góður at spæla á, hóast kranin ikki var koyrdur heilt fyri Tað var HB, sum gav bólt- in upp, men beinanvegin, klaksvíkingar fingu bólt- in, fingu teir eitt álop í lag, sum kundi givið mál. Hetta miseydnaðist, tí um Sigtór hjá KÍ hevði givið sær betur stundir, hevði bólturin endað í málinum. Men Sigtór sparkaði so hart, at bólturin fór oman- fyri tverstongina. Verjuvilla Fyrsta málið fekk HB, sum Suni Jacobsen gjerdi eftir eina verjuvillu hjá KÍ. Trunkaspæl Stutt eftir fekk KÍ sítt mál í dystinum. Tað var Sigtór, sum eftir trunka- spæl framman fyri HB- málinum fekk bóltin í mál- ið. Í min. seinni Eitt min. seinni kom HB aftur á odda við einum málið, sum Elias Mikkel- sen gjørdi. Hann skeyt eitt hart skot, sum Jógvan Linklett í KÍ-málinum ikki náddi at taka. 2—1 til HB gjerdist hálvleiks- steðan. Bæði liðini høvdu meguleikar fyri at fáa fleiri mál, men so varð ikki. Suni enn einaferð Tá annar hálvleikur byrj- aði, pressaðu HB-ararnir nógv, og gav hetta eisini úrslit, tá Suni Jacobsen setti bóltin í netið uttan meguleika hjá Jógvani at bjarga. Okkurt mál kundi HB fingið afturat, men úr- slitið bleiv ein 3—1 sigur til HB. L.K.