Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 1979síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

52. árgangur | Leysasøla 4,00 kr. Nr. 76 — Mikudagur 3. oktober 1979 Donsk kommuna sendir »rockarar« til Føroya — uttan ferdasedil heim aftur! Skiparin í Christian í Grótinum um Barentslodnuna: Ikki loysa seg uttan studning — Uttan eykastudning frá landsstýrinum kann tað neyvan loysa seg hjá fer- oyskum skipum at veiða lodnu í Barentshavinum og flyta hana heim til Fer- oya. Soleiðis sigur skiparin á Christian í Grótinum í samrødu við Sosialin. Christian í Grótinum kom á .Fuglafjorð týskveldið ivð umleið 900 tonsum av lodnu. Teir hava brúkt - umleið fimm samdegur um túrin av fiskileiðini heim til Feroya. Vit tosaðu við skiparin á Christian í Grótinum áðrenn teir komu á Fugla- fjørd í gjárkveldið. Hóast túrurin hevur verið drúgv- ur, metir hann góðskuna á lodnuni at vera í lagi. Hon luktar ikki. Tað er tó tor- fort at siga, lodnan sær út. Teir hava verið óhepnir við veðrinum. Teir fóru at sigla heim á middegi sein- asta hósdag. Tað tók hálvt annað samdegur at sigla inn til Noregs, og hava teir síðani siglt innanskerðs allan vegin. Tí hevði túrurin verið so drúgvur. Uppá fyrispurning um tað í framtíðini kann loysa seg hjá føroyskum skipum at veiða lodnu í Barents- havinum og flyta hana heilt til Feroya, sigur skiparin á Christian í Grótinum, at tað veldst um, hvussu líkindini eru at sigla heim. Eisini eru hvussu Christian í Grótinum ikki aftur í Barentshavið skipini ov lítil. Fyri at tað kanska skal lena seg, mugu skipini taka í minsta lagi 1500 tons. Ætlanin var at Christ- ian í Grótinum skuldi gera ein túr afturat. Hetta verður nú av ongum. Orsekin er tann, at so nógv er útliðið, og tann stóri fiskiskapurin eftir lodnu er av. Hóast feroyingar í kom- andi ári fara at fáa eina líknandi kvotu upp á 40.000 tons av lodnu í Barentshavinum roknar skiparin á Christian í Grótinum ikki við, at teir fara aftur í Barentshavið. — Tað mátti verið okk- urt annað, sum er meira vert, leggur hann afturat. Sigmundur Brestisson roynir eisini eftir lodnu í Barentshavinum. Hann kom á fiskileið í gjár- kveldið. Skiparin á Christ- ian í Grótinum roknar ikki við, at Sigmundur ger meira enn tann eina túrin Rættiliga nógv norsk og russisk skip hava roynt eftir lodnu í Barentshav- inum í heyst. Norðmenn brúka umleið 4 samdegur at sigla lodnuna til verk- smiðjurnar. Fiskurin sær væl út tá hann kemur til verksmiðjuna, men her til skal sigast at teir sigla bert innanskerðs. Fara til logtingið Landsfelagið av fer- oyskum ungmanna- feløgum fer á næst- um at senda .løg- tinginum áheitan um at koma á fíggj- arlógina. Hetta bleiv samtykt á barna- og ungdómsráð- stevnuni í Havn um viku- skiftið. Lesið um stevnuna ) x í SIÓU 3 Lesið á síðu 5 Sosialurin spáddi rætt Birgir Thomsen verður borin í gullstóli Er ÍF á veg móti fyrsta foroyameistaraheiti sinum? Eftir dystin móti HB í Havn 20. mai í ár hevur SOSIAL- urin hesa grein á forsíðuni 23. mai. Svarið til yvirskriftina vita vit nú! | Lesið ítróttin á síðunum 8, 3 og 10 A ———T——— ||”