Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RS TILLPOS:94 — Ung- dómurin hevur rikar møguleikar at åvirka fritidar- loggåvuna — Ungdémurin er ikki spurdur, men sjålvsagt vil ein og hver reaktion og eitt hvørt bræv i blødunum bliva tikid vid í teimum metingum, man fer at gera í sam- band við álitið um eina frítíðarlóggávu. | Ung- dómurin hevur meguleika at ávirka politikararnar gjøgnum pressuna. Hetta sigur Hergeir Nielsen, landsstýris- maður, í einari viðmerk- ing til tað, sum varð fert fram á barna- og ungdómsráðstevnuni, um, at ungdómurin ikki hevur verið eftirspurd- ur, nú ein frítíðarlóg- gáva er í gerð. Hergeir Nielsen upp- lýsir, at ein nevnd hevur fyrireikað og greitt úr hondum eitt álit til frítíðarlóggávu. Hetta álitið er komið til lands- stýrið, men ikki viðgjert enn. Landsstýrið miðar tó ímóti at leggja eitt uppskot um frítíðarlóg- -gávu fyri tingið í vetur. — Síðani hevur tað sína vanligu gongd. Fer til fyrstu viðgerð og í nevnd. Alla hesa tíðina hevur ungdómurin ríkar meguleikar at seta fram tankar, sum meguliga kunnu koma við. So eftirspurdur nýtist hann ikki at verða fyri at hava ávirkan, sigur landsstýrismaðurin. Í nevndini, sum hevur gjert álitið, sótu A. J. Arnskov, Ludvig Peter- sen og Inger Christian- sen. Lá ikki fyri — Tú varð boðin við á ráðstevnuna, men sendi avboð. Hví? — Tað lá ikki fyri orsakað av eðrum arbeiði. Men eg skjeyt upp, at landsskúlastjór- in fór í staðin og um- boðaði skúlaverkið. — Avbodid frå tær hevur onki samband vid oddagreinina i 14. Sep- tember herfyri, har funnist verður at, at danir eru við á ráðstevn- uni? — Nei, tað hevur onki við tað at gera. Nr. 76 — 3. oktober 1979 sosialurin Hergeir Nielsen: Spjaðing og klikur avleiðing av tørvandi frítíðararbeiði Ein stórur hópur av ungum hevur litid at fara til i fritidini. Næstan hvørt kvøld fylla tey bio- grafarnar, kioskir- nar, tey vånaligu dansihølini, ung- mannafeløgini og gøturnar. Nógv annað hava tey ikki at velja í og spjað- ing og klikur eru eyðkennandi fyri tey. Hetta eru yvirhevur tey, sum kanska bæði roykja og drekka, ikki íðka ítrótt og hverki eru politiskt sannferd ella átrúnaðar- liga ávirkað. Tað er mill- um hesi ungu, at krimi- naliteturin til dømis hevur sína sterstu rótfestu. Tað eru eisini tey, sum eru verst umtókt. Tað vóru tey, sum fyrr í ár stóðu fyri ófriðinum í Havn og Klaksvík. Hetta er tann »kastu- leysi“ ungdómurin. Tað var formaðurin í Skansastovu, Anker Eli Petersen, sum segði hetta á barna- og ungdómsráð- stevnuni, sum var í Havn um vikuskiftið. Ítróttur, politikkur religión og avhald Tað er ein rættiliga stór spjaðing millum tey ungu í Feroyum, segði Anker Eli. Tey eru í fleiri bólk- um: itréttarfeløgum, reli- giesum felagsskapum, politiskum ungdómsfelog- um og avhaldsfelogum. Tey ungu í hverjum av hesum bólkunum halda saman um eitthvert enda- mál. Tað er tí lætt at skipa hesar bólkarnar. Teir hava eisini tann stóra fyrimun at vera væl umboðaðir millum politikararnar. So er tann størsti bólkurin eftir, tey, sum formaðurin í Skansastovu nevndi tey »kastuleysu«. Tað var í hevuðsheitunum tey, ráðstevnan um viku- skiftið kom at snúgva seg um. Anker Eli Petersen kom til ta niðursteðu í fyri- lestri sínum, at ungdóms- feløgini hava sera ringar arbeiðsumsteður. Tað tyk- ist, sum um politikararnir ikki taka hetta arbeiðið fyri fult, segði hann. Hann vísti á, at nú ein frítíðar- lóggáva er í gerð, hevur ongin vent sær til ung- dómin fyri at hoyra hansara uppskot. — Tí heita vit inniliga á politikararnar um at gera lóggávuna soleiðis, at hon Anker Eli Petersen: — Stór spjaðing millum tey ungu í Feroyum ikki hevur ov nógv hol, men greiðar linjur so allir kommunustýrislimir noyðast at fylgja henni. Fáir politikarar komu at lurta eftir ungdóminum — Men annars eydnaðist barna- og ungdómsráðstevnan í Havn væl Tey, sum skipaðu fyri barna- og ungdómsráð- stevnuni í Havn um viku- skiftið, vóru ikki sert vón- sviknir um, at politikarar- nir sýndu stevnuni so lítlan áhuga. Fleiri av teimum, sum vóru bodnir við, komu ikki — summir uttan at senda avboð. Bý- ráðsformaðurin í Klaksvík og bygdarráðsformaðurin í Vestmanna vóru bodnir, men komu ikki. Somu- leiðis virkandi býráðsfor- maður í Havn, Jákup Suni Jacobsen. Hinvegin var formaðurin í mentanar- nevndini, Finnur Johansen, á stevnumi. Hinir politikararnir, sum luttóku, vóru Jákup Lind- enskov, Pauli Ellefsen, Sverri Midjord, Hilmar Kass, Adolf Hansen, Atli Dam og Karin Kjelbro. Teir fæstu vóru tó við alla tíðina. Fólkaflokkurin hevði onki umboð á ráð- stevnuni. Ráðstevnan er eitt úrslit av einari ferð til Danmarkar hjá fimm um- boðum fyri Landsfelagið av føroyskum ungdóms- feløgum i vár. Rådstevnan fekst i lag vid hjålp frå »Ungdoms- ringen« og figgjarligum studli frå »Red barnet« og „Tipsfonden<. Á einum tíðindafundi fyri ráðstevn- una segdu umboðini fyri »Ungdomsringen«, at teirra uppgåva var at Rani Nolsøe úr Klaksvík setur ráðstevnuna fríggjadagin vera ráðgevandi og veg- leiðandi. Stórur dentur varð lagdur á, at upp- gávan hjá »Ungdoms- ringen< var ikki at koma og siga: — Soleiðis og soleiðis skulu tit gera! Endamálið við ráð- stevnuni var at vísa lands- og kommunalpolitikar- unum á, at neyðugt er at økja um stuðulsveitingar- nar til frítíðararbeiðið fyri og hjá børnum og ungum. Stevnan endaði seinna- . partin sunnudagin og lut- takararnir vóru á einum máli um, át hon hevði eydnast væl og at hon fer at fera til góð úrslit í fram- tíðini. av føroyskum hava luttikið. um alt landið. Ætlanin er í framtíðar = ' Á = Yvirlýsing Hetta vikuskiftið hevur Landsfelagið ungdémsfeløgum skipað fyri fundi i Havn, har føroysk- ur ungdómur, fakfólk uttanifrå eins og fakfólk og politikarar i Føroyum Nidurstødan av hesum fundi er, at tørvur og áhugi er fyri at taka stig til at íbirta og menna ungdómsarbeiði Við at stimbra henda felagsskap og geva ungdóminum høvi til fjøl- broyttari virksemi verður hildið, at trivnaðurin verður hægri sum heild millum ung eins og tað verður mett sum eitt fyribyrgjandi tiltak, ið kann minka um vantrivnað, rúsdrekkamis- nýtslu og revsulógarbrot. næstum at senda áheitan til Føroya løgting við ynski um at koma á fíggjarlógina eins og t.d. frítíðar- og ítróttarfelagsskapir í Føroyum. Ynskið er-eisini at fáa høvi til meðávirkan og meðábyrgd av lógum, føroyskum ungdómi og verður tí við hesum heitt á bæði kommunalmyndugleikarnar hava hetta í huga í framtíðini. sum viðvíkja lands- og um at