mikudagur 3. oktober 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Fyrsta meistaraheitið
í Í. deild er heima
Við kanGnsløgum, rakettum og ødrum fýrverkarí fagnaði stóra
áskoðarafjøldin føroyameistaranum í 1. deild 1979, ÍF
Fyri fyrstu ferð kunnu 1. deildarleikararnir hjá ÍF halda
steypinum á egnum hondum
Feroyameistararnir í 1. deild 1979, ÍF
Teir leiktu seinasta sunnu-
dag seinasta dystin í ár
móti B36. Tað vóru ikki
sert av nervum við í dyst-
inum, ti her stóð eitt før-
oyameistaraheitið upp á
spæl fyri ÍF. Um hetta
ikki eydnaðist, og TB vann
sín dyst móti NSI, so var
tað TB, sum fór við heit-
inum.
Men ÍF kláraði seg,
3—1 eftir 2—1 í hálvleik-
inum, og blivu teir tí før-
oyameistarar í 1. deild fyri
fyrstu ferð. Eisini er hetta
fyrstu ferð, at meistara-
heitið í 1. deild fer til
Eysturoynna.
Dysturin
Nógv fólk var komið til
dystin, og spenningurin
millum tey var eisini
stórur.
Dysturin sjálvur gjørd-
ist nakað væl meira spenn-
andi enn vit hevdu
væntað. Serliga spennandi
gjørdist, tá ÍF fekk fyrsta
málið í 17. min. av fyrra
hálvleiki, og tá B36 bert
eitt min. seinni javnaði út.
Hver ið hevði besta
spælið, er ilt at meta um,
men tað eru helst fleiri,
sum taka undir við tí, at
B36 hevði uppiborið javn-
leik. Teir hevu fleiri
vandamiklar | målmøgu-
leikar, men í málið fór
bólturin ikki. Tað var tó
ikki bert B36, sum hevði
góðar málmeguleikar, ÍF
hevði eisini fleiri góðar av
slagnum. Men tað eru nú
einaferð málini, ið telja, og
teimum fekk ÍF flest av og
harvið vunnu teir.
Tvey meistaraheiti
Higartil hevur ÍF bert
vunnið tvey meistaraheit-
ið, tað í ár og so í ung-
lingadeildini í 1975. Vert
er her at nevna, at seks av
teimum leikarunum í 1.
deild í ár eisini vóru við til
at vinna unglingadeildina
i 1975.
Nr. 76 — 3. oktober 1979
SOSIALURIN
ynskir
ÍF hjartaliga tillukku við
meistaraheitinum.
rd.