Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Dreingjadeildin 1979: Nr. 76 — 3. oktober 1979 HB-dreingirnir, sum í ár hava vunnið bæði lands- og steypakapping <Teir spæla jú betur enn nakað fyrstadeildarlið<. Soleiðis var tað uttan iva mangur, ið hugsaði tá dreingjaliðið hjá HB sein- asta leygardag tryggjaði sær feroyameistaraheitið 1979. Teir leiktu inni á frálíka vellinum á Skála seinna finaludystin móti Skála Ítróttarfelag. Fyrri, ið varð leiktur í Gundadali næstseinasta leygardag, vunnu HB-dreingirnir við fýra málum móti einum, og aftaná at teir hevdu átt næstan allan henda seinna dystin, vunnu teir á Skála- dreingjum við fimm málum móti ongum og finaluna og meistaraheitið við samanlagt nýggjum málum móti einum. Hetta er fjórða árið á rað, at HB tryggjar sær lut í føroyameistaråsteyp- inum i dreingjadeildini, id Norðoya Sparikassi gav i 1975. Fyrstu ferð kappast varð um hetta ferðasteyp- ið, í 1975, vann HB sær lut í tí, men avgjørdi ÍSF seinni at strika kappingina fyri hetta ár, orsakað av at HB hevði nýtt leikarar á liðnum, ið ikki høvdu leikrætt á ti. At kappingin varð strikað, sær tó ikki út til at hava nervað HB, tí hesi fylgjandi fýra kappingar- árini hava teir vunnið meistaraheitið á hverjum ári. Hetta íramúrskarandi vælleikandi HB-dreingja- lið hevur í ár eisini vunnið steypakappingina og hevur sostatt tryggjað sær triðja lutin í Dóms- nevndarsteypinum, ið fót- bóltsdómsneyndin, Selvi Jespersen, Jógvan Sund- stein og Jógvan Jacobsen, gav í 1977. HB hevur aloftast klárað seg avbera væl í landskappingini í vaksna- mannadeildunum, og verður mangan sagt at hetta kemst av einum miðvísum ungdómsar- beiði. Um dreingjadeildin verður tikin sum demi um miðvísa arbeiðið, kann ikki sigast annað enn at hetta er eydnast avbera væl. Í — yvirlitinum yvir føroyameistarar i dreingjadeildini finna vit, at sidan 1965 eru tad bert HB og TB, sum hava vunnið hesa deild og al- oftast í finalu móti hverj- um eðrum, og síðan 1972 er tað bert HB, ið hevur vunnið heitið, við undan- tak av kappingarárinum 1975 tá kappingin, sum áður varð greitt frá, varð strikað. Um tað eydnast HB at halda hesum vælsaman- leikta liði saman nekur ár enn, eru vónirnar fyri komandi kappingarárun- um bjartar. SOSIALURIN ynskir HB-dreingjunum hjarta- liga tillukku við meistara- heitinum og steypinum. Hondbóltsúrslit Úrslitini av dystunum í Havn um vikuskiftið eru hesi: 1. deild menn: VÍF—KÍF 34—15 Neistin—TB 24—15 VÍF—TB 40—12 Kyndil—KIF 25—23 Dreingir: TB—SIF TB vann uttan dyst VIF—TB 17—4 Smådreingir: Neistin b—TB 128 Neistin a—H 71 3—14 Piltar: Neistin a—TB 4—6 H71—VIF 3-21 VÍF—TB 9—7 1. deild kvinnur: Neistin—Sóljan 20—6 Kyndil—GI 15—1 Kvinnuunglingar: Neistin a—Sóljan 5—11 Gentur Royn—KÍF KÍF vann uttan dyst VB-MB 11—4 Kyndil—KIF 11—6 VB—Royn VB vann uttan dyst ; Smågentur: Neistin a—TB 3—3 Neistin b—Sóljan 1—6 Kyndil a—TB TB- vann uttan dyst Kyndilb—H 71 10—4 Pinkur: Neistin a—TB 4—13 J.K. VIF-H71 17—0 TB—Kyndil b 170 Kyndil a—GI 19—9 BK K— Framhald av síðu 9 B68, Royn og SÍ og hetta ber meguliga boð um at leikdygdin í fótbólti nú er vorðin so góð uttan fyri stórfelogini, at tey smáu eisini kunnu gera seg gald- andi í kappingini um meistaraheitini, ella ber tað boð um tað mótsatta, at leikdygdin í teimum stóru feløgunum er dal- andi? Best er at seinasta ikki passar. J.K. i