Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Vilja nú eisini hava bussrutu í Vági Býráðið í Vági við- gjørdi mikukveldið ein fyrispurning frå Regini Skaalum um stovn- setan av bussrutu i Vågi. Tad frættist, at málið > ikki fekk so heita mótteku, men tað varð beint í teknisku nevnd, sum skal kanna, um grundarlag er fyri einari bussrutu, og í fíggjarnevndina, sum skal kanna, hvat ein megulig bussruta kemur at kosta. Regin Skaalum hevur spurt býráðið, um tað vil hjálpa til at útvega ein buss og taka hallið í fyrsta umfari. Hetta er Steinbjern B. Ja- cobsen, háskúla- stjóri, hevur sagt seg úr starvinum frá 1. august komandi ár. Vit hava vent okkum til Steinbjørn, sum sig- "ur: — Upprunaliga hevði eg ætlað mær at verið í starvinum i fimm ár, men 1. mars næsta ár, havi eg rekt starvið í tíggju ár, og eg haldi, at skúlin tolir eitt stjóraskifti. Steinbjern heldur, at fólk í slíkum skúla- stjórastervum eiga ikki at sita ov leingi, soleiðis at skúlin ikki verður nýggjaður av og á. Sjálvur hevur hann ongantíð tikið starvið Tann føroyski útfiutn- ingurin er higartil í ár betraður við kneppum fimm prosentum í mun til í fjør. Sambært tey nýggj- astu hagtelini frá hag- deildini útfluttu Feroy- ar í august mánað fyri 68,4 mill. kr Tey sterstu keypara- londini eru Danmark við 22,2 mill. kr., Bret- land við 13,6 mill. kr. kring oyggjarnar Háskúlastjórin sagt upp: Ætlaðu fimm árini blivu til tiggju sama skipan, sum verður brúkt í Havn og Klaksvík. Utbyggingin liðug — vígsla fríggjadagin Fríggjadagin verður tilbygningurin á missi- ónshúsinum Tabor í Fuglafirði vígdur. Sama dag eru eisini liðin 55 ár, síðani Tabor varð vígt. Ein rættiliga umfat- andi um- og útbygging er gjørd seinastu tvey árini. Hetta hevur kostað uml. 700.000 kr. Tabor hevur í hesum sambandi fingið nógv- ar peningagávur og nógv sjálvboðið arbeiði er gjørt. sum eitt »livibreyd« fyri á tann hátt at fáa fleiri og betri semdir. Steinbjørn fæst við at skriva, og hesi árini, hann hevur sitið sum háskúlastjóri, hevur hann latið úr hondum yrkingasevn, barna- bekur, sjónleikir, umframt hann er rit- stjóri á Varðanum. — Men, sigur hann, at tá hann fekk starvið, hevði hann ikki ætlað at gjørt nakað stórveg- is við skaldskapin. Nakað er tó komið úr hondum hansara, og hann sigur seg hava hug at halda fram, men kennir seg ikki hava nóg mikið av tíð. Enn hevur Stein- bjørn ikki avgjørt, hvat hann fer at gera, men væntandi fer hann at søkja eitt annað lær- arastarv. Utflutningur eitt vet hægri og USA vid 11,8 mill. kr. Sidan koma Italia og Spania vid 5-6 mill. kr. hvør. I alt hevur føroyski útflutningurin fyri tíðarskeiðið januar-au- gust eitt virði uppá 511 mill. kr. Í sama tíðar- skeiði í fjør var útflutn- . ingsvirðið 488 mill. kr. Sostatt er útflutningurin betrað- ar við 23 mill. kr. sosialurin Nr. 77 — 6. oktober 1979 Íslendingar vísa áhuga fyri el-kaðalsambandi Føroyingar luttóku á orkufundi í Reykjavík í gjár Fríggjadagin var fundur í Reykjavík, har spurningurin um el-kadalsam- band millum Island og Føroyar, var til vidgerdar. Tad voru islendingar, sum toku stig til henda fundin, eftir at ein orienterandi fundur varð hildin í Oslo um málið. Íslendski idnadarmålaråd- harrin, Jåkob Bjørn- son hevði boðið idn- aðarmálaráðgevan- um, Tormóði Dahl, við á fundin. Har- umframt møtti eitt umboð fyri Ídnað- arfelagið, Guttorm- ur Djurhuus, á fund- inum. Blaðið varð farið til prent- ingar, áðrenn vit frættu um úrslitið av fundinum. Fundurin í Oslo í sein- astu viku var annars tann fyrsti orienterandi fundur- in um meguleikan at leggja el-kaðal millum Ís- land og Feroyar. Á tí fundinum mettu umboð fyri øll Norðurlond í Norrena Ráðnum um- framt stovnar, ið hava havt tilknýti til el-kaðal- sambandið, sum nú er millum Noreg og Danmark. Fyri Feroyar < luttóku Erlendur Paturson, Árni Olafson, Guttormur Djurhuus og Tormóður Dahl. - Frágreiðing frá elfundi Nú er ein frágreiðing gjørd frá fundinum, sum er send øllum luttakarum og eðrum áhugaðum. Tað er ætlanin at m.a. henda frágreiðing skal vera grundarlag undir tí kann- ingararbeiði, sum meguliga skal takast upp í næstum. Sosialurin hevur fingið upplýst, at NVE, sum er „Norges Vassdrags og Elektrisitetsvesen< hevur havt fund um el-kaðal- spurningin, síðani fundur varð hildin í Oslo. Á fundi í NVE eru menn komnir til ta niður- steðu, at hóast hesin stovnur vanliga bert átek- ur sær at arbeiða við orku- projektum í tilafturs- komnum londum, so vilja teir átaka sær at vera við at gera tað neyðuga kann- ingararbeiði í samband við eitt meguligt el-kaðal- projekt Ísland —Feroyar. Teir vilja eisini vera við til at ganga núverandi orku- møguleikar og vatnmegi- utbyggingina hjå SEV igjøgnum. Tad hava teir vælútbúgvið fólk til at gera. Teir meta, at danska el- felagið, ELSAM, kann átaka sær at kanna megu- leikarnar fyri útbygging av dieselorkuverkum í Feroyum. ELSAM luttók eisini í fundinum í Oslo. — Naturligt at ídnaðurin hevur áhuga fyri orkumálum Ídnaðarráðgevin kom íkki i orkuráðið — Tað er ikki annað enn natúrligt, at Ídnaðarstovan og Ídnaðarfelagið hava áhuga fyri orkumálum. Eg meti tað sum mína skyldu at fylgja við, hvat fer fram á hesum ski, tí orkan er jú ein avgerandi treyt fyri allari framleiðslu. Soleiðis sigur Tormóður Dahl, idnadarrådgevi í samreðu við Sosialin. Uppá fyrispurning, hvussu tað ber til, at ídnaðarráðgevin, sum ikki er limur av orkuráðnum, nú arbeiðir við spurning- inum um el-kaðalsamband við Ísland, sigur Tormóð- ur Dahl: — Lat meg beinanvegin - siga, at tað er einki legið í ti, at vit frå Idnadarfelag- num og Idnadarstovuni hava åhuga fyri orku- spurninginum. Tvertur- iméti. Orkan er grundar- lagið undir framleiðsluni. Einki nýtt Tað er heldur einki nýtt í tí, at vit arbeiða við orku- spurningum. Tað vóru Ídnaðarfelagið og Idnadarstovan, sum skipaðu fyri tí fyrstu orku- ráðstevnuni í Feroyum. Í hesum sambandi varð ein orkubók gjerd. Harum- framt varð sett uppskot fram til ein framtíðar orkupolitikk, har m.a. verður víst á alternativ innan orkuútbyggingina. Ístaðin fyri at útbyggja vatnorkuna og dieselverk- ini, eiga vit at byggja kolakraftverk, gera brúk av hitapumpum og yms- um eðrum meguleikum. El-kaðal Nú hevur spurningurin um el-kaðalsamband eisini tikið seg upp. Vit halda, at tað er natúrligt, at vit vísa hesum projekti sama áhuga, sum eðrum projekt- um og gjølla kanna, hverj- ir meguleikar liggja í hes- um. Hesin spurningur er vorðin aktuellur, nú tað er eydnast at leggja ein el- Framhald á síðu 15 er Frá orkurådstevnuni, har tjakast varð um mangar orkuspurningar, sum tað eisini sæst á myndini