leygardagur 6. oktober 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 6. oktober 1979
1.
Villdunnan Villy úr Svínoyar sókn
svam sær ein túr í útsynningsódn.
Odnin hon leikaði — dunnan hon svam
rak eftir hæli, tó full ferð var fram.
2
Men Villy bert vendi og herjadi å
— nú ættin lá undan leið skjótari frå!
Og tá vóru glómur í Svínoyar sókn,
tá Villy kom rekandi við útsynningsódn.
Veitst tú,
at ein nýggj bók er komin?
Hon eitur »Mass og Milalikkur«.
SVEND OTTO s.
OG
MILALIKKUR <=
FØRGTS LÆKABAFT Sá :3
Bókin er skrivað og teknað av Svend Otto S. 6.B í
Tveroyrar Skúla í fyrra-árið hevur týtt hana til for-
oyskt. Hon kostar 32 kr.
Bókin er um ein drong í Grenlandi, sum eitur Mass
— og systir hansara, sum eitur Naja. Tann dagin,
Mass fyllir 6 ár, hendir nakað: Um morgunin bankar
á dyrnar, og uttanfyri stendur ein nýggj sleða og ein
hundahvelpur, og øll hini húsfólkini: mamman,
pápin, abbin og Naja rópa: >Tillukku, Mass!< Abbin
hevði smíðað honum sleðuna.
Mass og Naja fóru ein túr við sleðuni. Tey flutu
avstað við nógvari ferð. Mass datt av sleðuni, men
Naja fleyg víðari, tí hon dugdi ikki at steðga hund-
unum. So hendir nakað spennandi.
Myndirnar eru stak vakrar, og har er so nógv at
síggja á teimum. Bókin er egiliga góð at lesa hjá
teimum, sum eru eitt sindur eldri og eitt sindur yngri
enn eg.
Ansa Simonsen, 10 ár
EIN HELIKOPTARA
- — "fo " — — —.. =
”””Goy6G
Klipp ut og boyggj
LOYNIHELLID
Síða 9
ameriku
Hesir dreingirnir eru
við einum skúlaskipi
á veg til eitt land í
Suðurameriku. Vita
um tú kanst gita,
hvat landið er.
Á troyggjunum
sært tú nevnini á
dreingjunum. Tekur
tú annan bókstavin í
hverjum navni, so
hevur tú 9 bókstavir,
og setur tú teir rætt
saman, fært tú
navnið á landinum,
teir fara til.
Send
okkum
loysningin áðrenn
komandi leygardag,
so verður tú við í luta-
kasti um eina virðis-
len.
eftir J. M. Neale
Pambo
Framhald
6. partur
Nóg illa hvíld hildu tey leiðina fram tá ið leið út ímóti
kveldi. Her í fyrstuni hevdu tey bert ferðast um nátt-
ina, tí tey ræddust fyri, at onkur kundi síggja tey og
smetta fyri rómversku myndugleikunum. Ikki fyrr
enn tey fóru undir triðja partin av ferðini tordu tey
at ferðast í ljósum. Bara um sjálvan middagin, tá ið
sólin brendi av tí allarheitasta, góvu tey sær stundir
til eina stutta hvíld. Tessvegna at slóðari teirra,
Difilius, var so sera kunnigur har um leiðir, so eydn-
aðist teimum nærum altíð at finna eitt væl vart skýli
fyri náttina, og fram um alt eydnaðist teimum at
finna fram á brunnar, so at tey altíð høvdu gott vatn
til sín sjálvs og kamelarnar. Tað einasta,, sum
Basilius nú stúrdi fyri, var at onkur kundi hava
fingið snevilin av flýggjan teirra ov skjótt, so at
hermenninir fóru at koma fram á slóðina hjá teimum
og finna fram á gróðrarblettin, áðrenn tey høvdu
funnið sær eitt trygt skýli. Tí hurtaði hann alla tíðina
undir tey, at fáa tey at skunda sær, og tá ið fjórða
dagsferðin leið ímóti endanum segði Difilius fyri
teimum, at tey longu dagin eftir fóru at koma til
gróðrarblettin: Tey høvdu ikki væntað, at tað fór at
eydnast fyrr enn ímóti kveldi tann sætta dagin. At
ferðin hevði gingist so væl, var eisini teimum avbæra
góðu kamelunum fyri at takka. Tey høvdu ikki
væntað, at teir fóru at roynast so væl, tí teir vóru
klyvjakamelar og ikki ríðingarkamelar. Um morg-
unin tann seinasta dagin vóru øll tíðliga á fótum
Morgunmaturin var etin í skundi: eitt sindur av
breyði, fikukøku og vín við vatni i. Sum allar hinar
: dagarnar, varð viðferi bundið á kamelarnar, fólkini
” settust omaná, kamelarnir fóru á føtur og fylgið helt
ferðina fram. Qll gleddu seg nú til, at tann langa
ferðin skjótt var av.
Tá ið tey hevdu riðið í umleið tveir tímar, komu
tey úr oyðimerkini inn á eitt graslendi. Onkunstaðni
stóð ein kaktus, onkunstaðni ein pálmi, sum
bleiktraði við teim breiðu bleðunum í hegættini.
Skjótt komu tey til veltan bø; hør- og hirsuveltur, ein
smátta, sum var takt við pálmableðum, ein urta-
garður við agurkum. Heyggjarnir vóru hægri her,
sum små fjøll; eisini fjellini vóru hægri og brattari.
Onkunstaðni rann ein lítil á, og har var alt so grent
og fruktagott. So við og við lógu treini, húsini og
velurnar tættari. Tað var tann fyrra bygdin í
gróðrarblettinum, sum nú lá fyri framman.
Spakuliga riðu tey inn í bygdina, sum æt Talmis.
Har var-nógv fólk úti. Menninir stóðu og
skuggaðu fyri eygunum við hondunum og stardu
upp ímóti himli. Nógv málageipan var allastaðni.
Einastaðni var ein, sum bað við harðari rødd. Øll
tyktust vera sera redd
Basilius hugdi upp í loft. Hann hvakk við og segði:
„Sólin er við at myrkjast!« Nústaðni sansadu tey, at
tað var farið at skýma, og at tað ikki longur var so
brennandi heitt.
Framhald