Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 = 6. oktober 1979 Eitt grindadráp frá 1942 Men á sumri árið eftir varð Mikines raktur av eini húðsjúku, sum tíðum vitjaði aftur og sum hann hevði trega av. Vónbrotin leitaði hesin ungi feroy- ingurin heimaftur og var í Havn veturin av. Tá summarið kom, fór hann út í Mykines, har hann lærdi at kenna svenska listamannin W. Gislander. Mikinesi dámdi væl málningarnar, og eingin ivi er um, at tað var Gislander, sum inspireraði Mikines og fekk hann at halda fram við at mála. Stranga viðgerð á listaháskúlanum Í nekur ár fekst hann við vanliga heimaarbeiðið og málaði frammihjá. Eftir at vera farin til Danmarkar aftur í 1927, slapp hann árið eftir inn á listahá- skúlan í Keypmannahavn. Lærarar hansara á skúlan- um vóru Axel Jergensen og Ejnar Nielsen. Serliga stranga viðgerð fekk tann ungi føroying- urin frá Ejnari Nielsen. Í hesum sambandi sigur William Heinesen: »Men allerede i en ung alder kom hans kunstner- iske anlæg under streng tugt og barsk pleje hos den ejendommelige danske maler Ejnar Niel- sen — en kunstnerperson- lighed, der kom til at Mykinesbygd frå 1933 sosialurin udøve en meget stor ind- flydelse på den unge færøske maler-desperado. Det dystre og makabre islæt i de bedst kendte af Mikines' billeder har elev- forholdet tildels udløst. Men om nogen efterlig- ning har der aldrig været tale. Mester og lærling er fra naturens hånd beslægtede i temperament, men hvat dystre og knugdende ydre oplevelser angár, fik Miki- nes tidligt sin bitre skál at tømme…« Eitt dapurt tidarskeid Livid hjå Mikinesi gjørd- ist ofta ein beiskur biti. ÁA ungum árum doyðu try av systkjum hansara av sjúku og í 1934 doyði pápi hansara. Sama ár fór skipið Neptun og níggju mykinesmenn fóru við ti. Hesar tragisku hendingarnar, sum raktu Mikines, familju og bygd hansara, hava ávirkað verk hansara frá hesum tíðarskeiðinum. Málning- arnir, sum eru daprir, eru millum teir bestu, Mikines hevur avrikað. Frá 1934 er tann kendi málningurin »Sakn«. Um hann skrivar Rikard Long: »Sakn er eitt stórverk. So mentur listamaður er Mikines nú, at hann hevur fingið bilbukt við kenslum sínum. Í hesum stórverk- inum myndar hann troystarloysi og sakn hug- takandi. Djúpar furur, hvassir stólpar og eitt tjúkt litlag ber boð um tað stríð, listamaðurin hevur havt av fyrireikingum, uppbygging og litsaman- seting. « Hesi årini avrikar hann eisini stórverkið »Aftur av jarðarferð<. Í 1937 er hann liðugur vid málningin, men ein hópur av skitsum og royndum — listarverk í sjálvum sær — vísa, at hann í heili tvey ár arbeiddi við evninum, áðrenn hann fór undir at gera sjálvan málningin. Fær viðurkenning Tá »Jardarferdin« varð sýnd fram í listaskálan- um, Charlottenborg, í Keypmannahavn í 1937, fekk Mikines veruliga viðurkenning sum lista- málari — ein listamaður, sum setti sær mál og mið og sum hevði dirvi at fara undir stórverk. Um hetta mundið fekk Mikines tvey legat, sum gjørdu, at hann kundi leita seg í kring á lista- sevnunum í Oslo, Bergen, Stokholm, Getuborg og í París. Vár frá 1950 — ljósar og vónfullir litir Ein óðveðursmálningur frá 1965 — av Velbastað Á Norðurlandaferð síni kendi hann seg drignan av norska listamanninum Edvard Munch og tí svenska Ernst Josphson. Í Danmark var hann åvirkadur av Vilhelm Hammershøj, J. F. Willumsen og lærara sinum, Ejnar Nielsen. Tå Mikines var i Paris var i bynum ein stør framsyning vid ti kenda spanska listamanninum El Greco. Tað var sagt um Mikines, at hann var so ávirkaður av Eg Greco, at hann, heimkomin til Føroya, málaði ein stóran »Pietå-målning« — ein målning av Mariumoy vid lik Jesusar. Hóast tey kendastu verkini hjá Mikinesi i trýatiárunum eru daprir málningar, finnast nógv onnur avrik, sum ikki júst boða frá tí dapra í lívinum. Men sum heild kennast málningarnir álvarsamir. Karsten Hoydal er bein- rakin, tá hann í skránni til ta afturlítandi . framsýn- ingina skrivar: >Tá kennist eins og fólk og lutir í myndunum standa og slota álvarsom í pínslusamari vón. Hetta tigandi og gåtuføra flytur Mikines inn í myndir av landsløgum og húsum. Uttan um húsini í hansara bygdamyndum tykist tað ofta eins og ein spent friðsæla er um at spreingj- ast av eini hóttandi eing- ist, sum kemur innanifrå«. Broytir snið Í byrjanini av fýratiárun- um roynir Mikines at broyta snið og lyftir máln- ingarnar upp í eitt lættari og bjartari dæmi fyri seinri at enda í (ti blóðreyða. Eyðkenni fyri málning- arnar frá árunum eftir seinra heimsbardaga eru grindadrápini. Málningar við sterkum litum — tað reyða blóðið, ið fleyt undir bardaganum, teir dekku hvalirnir og grindamenn- inir og gulreyði vónfulli himmalin. i fimtiårunum kemur eitt tíðarskeið, sum er mert av landslegum, hvíl- andi í eini friðsælu, lands- log við vónfullum fólkum, sum tykjast droyma um eina betri tíð. Í sekstiárunum kennast nógvir av málningunum óróligir.. Tann eyðkendi fastleikin hvervur og málningarnir gerast meira óveðurskendir. Mikines búði megin- partin av ævi síni í útlegd, men á sumri vitjaði hann heim aftur til feðioyggj sína. Mikines, sum ikki hevur verið í Feroyum seinastu sjey árini, hevur ikki málað í fleiri ár. Kelda Beinagrindin í greinini er úr hevuðsuppgávu, sum Sonne Smith gjerdi til próvtekuna á Danmarks Journalisthøjskole i 1976. Fadir listamansins — målningur frå 1934