Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 1979síða 15

‹ fyrra síða allar 15 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hjartabarn fyri 480 kr. um árið Fyri 480 kr. úr Feroyum kann skúlagongdin hjá hesari gentuni í Indiu tryggjast Fyri 480 kr. um árið kanst tú hjálpa einum barni í Indiu, so tað kann ganga í skúla. Tú fært ikki beinleiðis samband við hjartabarn títt, men tú fært tvey brev um árið, har vit siga tær frá gerandisdegnum í Indiu. Hetta stendur í einum faldara um hjartabern, sum DMS, Det danske Missionsselskab, hevur givið út. Faldarin er á føroyskum og í honum eru nógvar litmyndir av bernum í Indiu. Eitt hjartabarn er eitt barn í Indiu, sum gongur í skúla fyri pening úr m.a. Feroyum. Feroyingar kunnu gerast »foreldur« hjá einum ella fleiri skúlabernum í Indiu. Tað kostar 480 kr. um ári. Men tað kann gerast fyri 240 kr. >Hjarta- bernini< ganga í skúlum, sum DMS hevur stovn- að og rekur. Tey, sum eru áhugað, kunnu venda sær til Det danske Missionsselskabs hjertebern, Strandvej 24, 2900 Hellerup, tlf. (01) 629911. Klassiskt og disco á somu konsert — Østjydsk Musikforsyning til Foroya Leygardagin kemur Øst- jydsk Musikforsyning til Føroya. Orkestrid skal spæla til dans og hava konsertir i Havn. Østjydsk Musikfor- syning er ikki nakad van- ligt orkestur, ti tað er ikki einans tónleikur, tað hevur at fera fram. Ein rúgva av góðum skemti er eisini á skránni. I Føroyum fer Østjydsk Musikforsyning at spæla eitt »show« um tey ymisku slegini av tónleiki, frá klassiskum til disco. Østjydsk Musikforsyn- ing hevur fyri stuttum givid ut eina singleplåtu vid løgunum Gris (Grease) og KFUM/K (Y.M.C.A.) De fortabte spillemænd Østjydsk Musikforsyning er eitt sera væl umtókt orkestur í Danmark, ser- liga í Árhus, har teir 7 tónleikararnir og skemtar- arnir búgva. Nakrir av teimum hava verið í Føroyum fyrr. Tað var, tá Árhus Teater var ” her og framførdi De for- tabte spillemænd. Øst- jydsk Musikforsyning gjørdi ténleikin til leikin og spældi hann eisini. Tad er Havnar Jazz- felag, sum stendur fyri Feroyaferðini hjá Øst- jydsk Musikforsyning. Orsekin til, at bussurin í Klaksvík bert hevur eina hurð, er tann, at busseigarin ikki vil av aftur við tey ferðandi. -*. Tað er ikki annað enn rímiligt, at slekkiliðið rættir Bruna- tryggingini eina hjálpandi hond av og á.... AD EAD MP VMPSMPVLV AP ELD VMF EAD ØLJAF MP PADRMD ELP ELG MP PLS RAD EL RAD PMV LD?