Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1979síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — Leygardagur 13. oktober 1979 Sakkunnleikin samdur um, at W. Glyn Jones var best egnaður Umstøåurnar hjá teimum gomlu i Føroyum i 1979: = € Sleppa ikki 5 E Ll] å ellisheim 62 standa 5 ÆI L a biðilista Fáa í nógvum fórum heldur ikki ta neyðugu røktina í heim- inum Tað er íkki júst eydnan hjá nógvum for- oyingum at gerast gamlir í dag. Tey, sum hava røkt fyri neyðini, kunnu rokna við at koma at standa á bíðilistunum til ellis- og røkt- arheimini í óvissa tíð. Tey kunnu eisini rokna við, at tey íkki kunnu fáa ta røkt í heiminum, sum tey hava tørv á. Tað eru tel og sannroyndir, sum her tala. Sosialurin hev- ur vent sær til oll ellis- og røktarheimini í landinum. Vit fingu hetta burtur úr: Í dag standa tilsamans 62 eldri fólk á bíðilista at sleppa á heimini. Tað eru fýra tílík heim við tilsamans 113 plássum. Telini fyri tey ymsu heimini eru hesi: Heim Ellisheimið í Tórshavn 26 Ellis- og avlamis- heimið í Vágum 35 Suðuroyar ellis- og rektarheim 28 Uppihaldsdeildin á Landssjúkrahúsinum 24 Tilsamans 113 Á øllum heimum verður upplýst,, at tervurin á fleiri rektarheimsplássum er stórur. Dagliga ringja fólk og spyrja, um nú nakar meguleiki er at koma á heimini. Svarið er nærum altíð nei, og >tit mugu bida«. Á uppihaldsdeildini á Landssjúkrahúsinum standa 15 fólk á bíðilista. Hetta ger eisini, at tað eru nógv eldri fólk á teimum ymsu deildunum á sjúkra- húsinum, serliga á medi- sinskari deild. Av hesum skilst, at tað er tervur á kanska ser- stakliga eini væl útbygd- ari heimasjúkrarekt í Fer- oyum. Tað eru mong eldri, sum búgva heima. Fleiri teirra fáa í dag heimahjálp og fyri ein part heimasjúkra- Pláss íalt Á bíðilista 19 16 12 15 62 rekt. Tað er tó eingin loyna, at júst heima- sjúkrasystrarnar í Feroy- um eru undirmannaðar og arbeiða undir vána viður skiftum. Tað eru skjótt sjey ár síðani, at ein arbeiðsbólk- ur gjørdi álit um primeru heilsurektina i Føroyum. Nógv meira spurdist ikki burtur úr. Málið hevur síðani tá ligið úti í landsstýrinum. Í dag er tí steðan tann, at tvær oyggjar í Feroy- um, Vágoyggin og Sand- oyggin hava ongar heima- sjúkrasystrar. Og á nógv- um eðrum plássum eitt arbeiða heimasjúkrasyst- ' rar bert partvísa tíð. Har er tað tó ofta neyðugt við heimasjúkrasystrum, sum hevdu hetta arbeiði burt- urav. Lesið um starvssetan á Feroyamálsdeildini síða 5 Stavnhald fólkaskúlans: At undirvisa handikappaðum Lesið samrødu vid Johannes Andr. Næs á síðu 10 og 11 Val-EYKA Í miðju blaðsins í dag hevur Føroya Javnaðarflokkur eitt fylgiblað við valgreinum og valtilfari Allir flokkar fyri 18 ára valaldri Allir teir seks politisku flokkarnir, sum stillað upp til fólkatingið, eru sinnaðir fyri 18 ára valaldri til Føroya Logting. Hetta kom fram á einum politiskum fundi hóskveidið har allir flokkarnir vóru umboðaðir Fyrireikararnir til fundin spurdu, um flokkarnir vóru sinnaðir fyri 18 ára valaldri til fólkatingið og um teir vóru sinnaðir fyri 18 ára valaldri Tá allir flokkarnir hava hesa áskoðan, fer helst ikki drúgv tíð at ganga, fyrrenn valaldurin til løgtingsval verður settur úr 20 niður í 18 ár Eingin heimasjúkrasystur í Vágum — Eg haldi tað vera skeivt, at eingin heimasjúkrasystur er sett í Vágunum. Vit, sum arbeiða á Ellis- og avlamis- heiminum her í oynni, merkja hetta ógvuliga væl. Vit merkja tað serstak- liga væl, tá læknin hevur fri. Tá koma øll tey gomlu, ið treingja til hjálp, til okkara. Hóast hetta ikki hoyrir til okkara arbeiði — øll pláss- ini á heiminum eru fullsett — so senda vit ikki fólk avstað aftur. Tey hava jú onga aðrastaðni at fara, og vit royna tí at hjálpa teimum sum best. Hetta sigur fyristeðu- kvinnan á Ellis- og avlam- isheiminum í Vágum, Helena Joensen í samreðu við Sosialin. Helena hevur verið fyristeðukvinna á heiminum, síðani tað varð tikið í brúk fyri sjey árum síðani. Hon sigur víðari: — Ég haldi ikki, at samfelagið kann behandla gomul fólk á ein slíkan hátt, at tey skulu liva uppá náði av okkum, sum arbeiða á heiminum. Vit vilja tó ongantíð siga nei til at hjálpa teimum, tá tey onga aðrastaðni hava at fara. Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru heilar tríggjar heimasjúkrasyst- rar í Vágunum. Í dag er eingin. Hóast ellisheimið er komið, er tervur á heimasjúkrarekt eisini. Øl 35 búplássini á heiminum eru upptikin. Tað standa í dag 16 fólk á bíðilista Sjálv heldur Helena, at skulu tey klára at nekta tann stóra tervin, so hava tey brúk fyri í minsta lagi 10 plássum afturat Starvsfólkini á heimin um hava fleiri ferðir vent sær til sjúkrakassan kommunurnar og aðrar myndugleikar og vart við viðurskiftini gjørt