mikudagur 17. oktober 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 17. oktober 1979
— Javnaðarflokkur-
in setir menniskja í
miðdepulin. Hetta,
at vit øll hava
javnrættindi í sam-
felagnum, er
hevuðsmeginregla
floksins, segði Inna
Nattestad í valreðu
síni.
Framhaldandi segði Inna
Nattestad
— Gjegnum sítt polit-
iska virksemi hevur flokk-
urin virkað fyri at náa
hetta mál. Hóast okkurt
er eftir, kunnu vit ikki
siga annað, enn nógv er
vunnið á hesi leið.
— Harafturat hevur tað
eydnast javnaðarflokkin-
um at fingið aðrar flokkar
at“ tikið undir floksins
sjónarmiðum. Lat gá, at
hesir so vilja hava æruna.
Meginreglan
er at vinna
javnrættindi
Tad megu teir gjarna —
bara vit koma nærri okk-
ara meginreglu.
Timalønt mugu fåa
somu kor sum
fastlønt
— Eitt tad seinasta stigid,
ið vunnið er á hesari leið er
dagpeningaskipanin. Hó-
ast hon ikki er fult rættvís
í mun til kor teirra fast-
lentu, so er hon kortini
eitt munagott stig. Nú er
bert at vóna, at javnaðar-
flokkurin fær ávirkað hin-
ar flokkarnar so mikið, at
fólk í timaløntum starvi
fáa somu semdir sum tey,
ið eru í fastlentum starvi.
Barnagarðar
á bygdunum
Inna Nattestad vísti eisini
á, at tað kravdist ein bet-
andi hon fyri at fáa lógina
um dagrekt og barnagarð-
ar uppfylta úti á bygdun-
um.
Eisini vísti hon á, hví
hesin tervur var íkomin:
— At tað er tørvur á
hesum stovnum í dag, er
júst javnaðarflokkinum
fyri at takka við tað, at so
nógv arbeiðsskapandi
virki eru bygd, har tað eis-
ini er brúk fyri kvinnuni.
Utbúgving
og fritid
Um útbúgving og frítíðina
segði Inna Nattestad:
— Tað er ikki at taka
munnin ov fullan, tá sagt
verður, at javnaðarflokk-
urin hevur gingið á odda
fyri javnbjóðis rætti til út-
búgving uttan mun til
fíggjarviðurskifti og hvar
í landinum ein býr.
— Tað verður nógv
tosað um bygdahús og
trivnad í frítíðini. Mål
floksins er at tryggja øll-
um borgarum landsins —
uttan mun til aldur og bú-
stað — meguleika fyri at
luttaka í sunnum og
mennandi frítíðarvirk-
semi.
— Tað er tí at fegnast
um at síggja samfelagið
broytast og vita, at eisini
á hesum eki hevur javn-
aðarflokkurin gingið á
odda fyri at øll frá ti
yngsta til tað elsta ættar-
liðið fáa meguleika at bú-
leikast sum best.
<
Minnst til tey
brekaðu og gomlu
Inna Nattestad heitti eis-
ini á teir Þpeolitisku
myndugleikarnar um at
minnast til, tá bygt verð-
ur, at byggja soleiðis, at
tey eldru og brekaðu hava
góðar atkomumøguleikar
Síða 11
Inna Nattestad: Vit kunnu takka javnaðarflokkinum
fyri tey mongu virkini, har tað eisini er brúk fyri
kvinnuni
og hava meguleika fyri at
taka lut í samfelagslívin-
um.
Eisini minti hon á terv-
in at fáa stovnsett ein
sjúkrahjálparaskúla í Fer-
oyum.
Tann einasti
At enda segði Inna Natte-
stad:
— Hóast allir flokkar
stilla upp til fólkatingsval-
ið, er tað ein royndur lut-
ur, at Javnaðarflokkurin
er tann einasti, sum hevur
brúkt hesa umboðan tii
mesta frama fyri Feroyar.
— Og fara vit tí fjøl-
ment á val — og vit velja
javnaðarflokkin — ella eitt
umboð á javnaðarlistan-
um.
— Tað er framtíð okk-
ara, tað er vælferð fólk-
sins, ið er umráðandi at
verja — og við javnaðar-
flokkinum gerst hetta eina
best.
Hin svarta
HØNDIN
Í Danmark hava fýra av
teimum borgarligu
flokkunum rottað seg
saman. Teir ætla at skipa
eina borgarliga minniluta
stjórn eftir valið. Politikk-
urin hjá hesi minniluta-
stjórnini verður skrivaður
av tí svertu hondini hjá
Mogens Glistrup.
Hesin politikkur verður
væntandi so hegravendur
og svartur, sum eingin av
okkum veit um ella
minnist, og sum vit einans
kunnu gera okkum
kunnug við, um vit seta
okkum við Dagblaðnum
og lesa um politikkin hjá
Milton Friedmann og
chilenska forsetanum
Pinochet.
Tær almennu
útreiðslurnar verða skerd-
ar yvir ein kamb. Tey,
sum verða harðast rakt av
hesum, verða tey fíggjar-
liga veiku. Hetta fer at
raka arbeiðaran, tey
arbeiðsleysu, tey gomlu
og sjúku, tey lesandi og
ungdómin.
Niðurskurðurin fer
eisini at raka Feroyar og
teir somu bólkarnar í Fer-
oyska samfelagnum. Út-
reiðslurnar til fólka- og av-
lamispensiónir verða
skerdar. Hetta rakar tey
gomlu og sjúku.
Utreiðslurnar til sjúkra-
dagpening verða eisini
skerdar. Hetta fer at raka
tey, sum vegna sjúku
hava inntekumiss og tí fáa
sjúkradagpening eftir tí
nýggju sjúkradagpen-
ingaskipanini.
Útreiðslurnar til heilsu-
verkið verða somuleiðis
skerdar. Hetta rakar tey
sjúku og ell tey, sum hava
heilsurekt fyri neyðini.
Niðurskurðurin fer
eisini at umfata skúla-
verkið og stuðulin til tey
lesandi. Útreiðslurnar til
kveld- og ungdómsskúlar
verða eisini skerdar. Alt
hetta fer at raka tey les-
andi og ungdómin.
Fólkatingsvalið týs- ”
dagin kann verða ein
lagnustund. Úrslitið av
valinum kann verða, at
rættindir, sum tað vanliga
fólkið í Danmark og her
heima hevur vunnið, aftur
gleppur okkum av hond-
um. Hetta hendir, um
borgarlig minniluta stjórn
verður skipað við stuðli
frá Mogens Glistrup.
Sambandsflokkurin er
limur av danska Vinstra-
flokkinum. Ein atkveða til
sambandsflokkin er tí ein
beinleiðis stuðul til ta
ætlaðu minnilutastjórnina
og politikkin hjá Mogens
Glistrup.
Tjóðveldisflokkurin og
fólkaflokkurin siga seg
vera passivar á fólkatingi.
Og við at vera passivir eru
teir óbeinleiðis við til at
stuðla ta ætlaðu minni-
lutastjórnina og politikk
hennara.
Javnaðarflokkurin = er
ongantíð passivur! Tað er
javnaðarflokkinum fyri at
takka, at nevndu rættindi
eru vunnin og flokkurin
vil av ollum alvi stríðast *
fyri, at hesi rættindi verða
vard
Vilja tit atkveða í móti
tí ætlaðu borgarligu
minnilutastjórnini og tí
kolasvarta og høgravenda
politikkinum hjá Glistrup,
hava tit bert tann eina
meguleikan og tað er at
atkveða fyri javnaðar-
flokkinum.
Allir hinir feroysku
flokkarnir fara
annaðhvert beinleiðis ella
óbeinleiðis at stuðla ein
svartan, hegravendan og
asosialan politikk og tann
svarta hondin fer eisini at
rekka til Feroya. Niður í
lumman hjá ti figgjarliga
veika, hjá teimum gomlu,
sjúku o.s.fr.
Verjið vunnin rættindi!
Setið krossin við javnað-
arflokkin!
Vilhelm Johannesen
Undir hesi skipan
hevur foroyska
samfelagið blómað
— Sum samríkis-
flokkur er tað mál
javnaðarfloksins at
byggja hetta land í
natúrligari sam-
vinnu við rikis-
myndugleikarnar,
soleiðis at vit sjálv-
ir kunnu umsita
okkara samfelag í
áliti til ta felags á-
byrgd, ið liggur í
hugtakinum ríkis-
felagsskapur, ríkis-
samvinna, segði
Jákup Lindenskov í
valreðu síni í Hval-
ba í gjárkveldið.
Framhaldandi
segði Jákup Lind-
enskov:
— Tað er flestum kunn-
ugt, at javnadarflokkurin í
og fyri seg longu frå ti
fyrsta flokkurin kom uppi
føroyskan politikk fyri
góðum 50 árum síðani
legði til brots við tí, at tað
bar ikki til at lata togan-
ina, sum verið hevði mill-
um »sjålvstyrid« og »sam-
bandið< forða útbygging á
vinnuliga, sosiala og um-
sitingarliga økinum.
Betrad korini
— Flokkurin er hugsjónar-
liga sosialdemokratiskur.
Hann byggir á demckrat-
isku sosialismuna, og
hevur megnað at troðka
igjøgnum politiskar loysn-
ir, sum hava verið hesum
samfelag til mikið gagn.
Flokkurin hevur skapt
broytingar, sum hava
skapt framburð við tí úr-
sliti, at arbeiðið varð til
allar hendur. Korini gjerd-
ust betri í hverjum ein-
asta feroyska heimi.
Heimastýris-
skipanini at takka
— Vit eru sannførdir um,
at vit áttu ikki hetta sam-
felag, vit í dag eru stoltir
Framhald á síðu 13