leygardagur 27. oktober 1979síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
sosialurin
Nr. 83 — 27. oktober 1979
Telefonverkið fekk ikki byggiloyvi:
Býráðið í Havn steðgar
telefonútbyggingini
„Ein minniluti, Eliesar Arge, mælir til, at byggi-
loyvi íkki verður givið og vísir á, at hølir verða
tok í nánd av telefonverkinum og mælir ann-
ars til, at kommunan tekur við sínum ognum
aftur og setur verandi hús og ognir í hóskandi
og góðan standa.
Vi 6 atkveðum fyri, 3
ímóti, 3 atkveddu ikki og
ein býráðslimur metti
ikki, varð minnilutaupp-
skotið hjá E. Arge sam-
tykt á býráðsfundinum
hóskveldið. Sostatt fær
Telefonverkið ikki loyvi at
byggja ein nýggjan bygn-
ing á økinum vestan fyri
núverandi telefonsteð.
Tað var rættiliga drúgt
orðaskifti um málið. Ingi
Mohr skjeyt upp, at málið
fór aftur í nevnd, tí tað
vóru gjerdar ymsar broyt-
ingar í tekningunum av
nýggja telefonverksbygn-
inginum, sum flestu av
býráðslimunum ikki
hevdu havt stundir at seta
seg inn í. Hetta tóku fleiri
undir við.
Býráðsformaðurin, Pet-
ur Christiansen, segði, at
málið varð viðgjert í eini
nevnd fyri og aðrari eftir,
og helt hann tí ikki, at tað
var orsek til enn einaferð
at koyra málið í nevnd.
Hann setti tí ta fyrsta av
fýra minnilutauppskotum
undir atkvødugreidslu.
Hetta uppskotið miðaði
ímóti ikki at geva telefon-
verkinum byggiloyvi. Og
tað varð samtykt. Sostatt
var málið avgreitt.
Tað eru skjótt 10 ár síð-
ani, at Telefonverkið
ynskti at fara undir út-
bygging. Sekt varð tá um
loyvi at byggja eina hædd
omaná núverandi bygning
og harafturat varð sekt
um byggiloyvi til ein
nýggjan bygning
uttanfyri Havnina. Báðar
hesar umsóknir vórðu
vrakaðar av býráðnum.
Samsvara við al-
mennu byggisam-
tyktina
Seinni hevur so Telefon-
verkið søkt um loyvi at
byggja á ekinum vestan
fyri verandi bygning.
Tað seinasta, sum er
hent í málinum, er, at tele-
fonverkið hevur gjert eina
tekning til ein nýggjan
bygning, ið skal byggjast
á økinum vestan fyri tele-
fonstødina. Sekt varð um
byggiloyvi í summar.
Málið varð viðgjert í
byggi- og býarskipanar-
nevndini, sum kom fram
til, at tekningarnar ikki
samsvaraðu almennu
byggisamtyktini. Síðani
vórðu tekningarnar
broyttar og lagdar fyri
aftur nevndina. Tá sam-
svaraðu tær byggisam-
tyktini. Tað var í hesum
líki, at tekningarnar og
málið varð lagt fyri á bý-
ráðsfundinum hóskveldið.
Imóti
parkeringsplássum
Bygningurin, sum telefon-
verkið ynskir at byggja, er
í tveimum hæddum um-
framt eina kjallarahædd,
ið partvíst skal nýtast til
parkeringspláss.
Undir viðgerðini av
málinum hóskveldið vóru
tað einstakir av býráðs-
limunum, sum vóru hart
ímóti at kjallarahædd
skuldi gerast til parker-
ingspláss.
Jákup Sune Jacobsen
var ein teirra. Hann segði,
at tað er púra óhoyrt, at
arbeiðsfólkið á telefon-
verkinum skal kunna
parkera sínar privatbilar á
sjálvari steðini. — Teir
kunnu seta bilar sínar
aðrastaðni og ganga til
arbeiðis.
Hann helt eisini, at
bygningurin fór at verða
ov hegur og vera til ampa
fyri tey, sum búgva rund-
an um. Jákup Sune segði,a
t eftir hansara metan var
tað bert ætlaða parker-
ingsplássið í kjallara-
hæddini, sum skilti
partarnar í hesum máli.
Hann helt, at málið skuldi
fara aftur í nevnd, men
varð: atkvøtt í málinum,
vildi hann atkveða ímóti
at geva byggiloyvi.
Ingi Mohr ynskti málið
í aftur nevnd, men vísti
somuleiðis á, at hann vildi
atkveða fyri uppskotinum
hjá E. Arge. — Eg haldi,
at vit hava spilt nóg nógv
av býnum, sum er, segði
hann og spurdi, hvussu
leingi henda fyribilsloysn
fór at hjálpa telefonverk-
inum. — Lat okkum ikki
oyðileggja Havnina meira
við at planta ein bygning í
miðbýnum, segði Ingi
Mohr. Hann segði, at
skjótt fór bygningurin hjá
Faroe Dane at vera tekur,
og tað var meguliga ein
loysn at hava nýggju stød-
ina har.
Sofus Sivertsen helt
onga grund vera fyri at
koyra málið í aftur nevnd.
Hann vísti á, at tað fyri-
liggur umsókn um byggi-
„ loyvi til ein bygning, sum
samsvarar almennu
byggisamtyktini. Tekn-
ingarnar samsvara við
tað, sum byggi- og býar-
skipanarnevndin hevur
kravt.
Sofus vildi
geva loyvi
Sofus Sivertsen segði, at
tað var tann tíð, tá hann
helt, at tað var best at
leggja nýggju telefonstød-
ina uttanfyri býin. Men
síðani hann hevði tosað
við stjóran á telefonverk-
inum, hevði hann broytt
hugsan, og dugdi at skilja,
at best var at leggja eina
nýggja steð við síðuna av
verandi steð.
Sofus skilti ikki
steðuna hjá fleiri av bý-
ráðslimunum í málinum
og vísti hann á, at Havnar
lubbi nekur ár framman-
undan hevði fingið loyvi
at byggja á sama eki. —
Eg mæli til, at telefon-
verkið fær byggiloyvi,
segði Sofus Sivertsen.
Ikki fyri ein
hvenn prís
Heðin Mortensen vildi
sjálvandi vera við til at
hjálpa telefonverkinum,
men ikki fyri einhvenn
prís. — Eg gangi ikki við
til, at tann niðasta hæddin
verður brúkt til parker-
ingspláss. Hann vildi
hava málið í aftur nevnd,
soleiðis, at telefonverkið
kundi gera eina nýggja
tekning.
Heðin Mortensen legði
stóran dent á, at tað
skal vera liviligt fyri tey,
sum búgva rundan um
telefonsteðina. !
Eliesar Arge, formaður
í byggi- og býarskipanar-
nevndini, helt tað vera
eina sakliga umben frá
Inga Mohr, at fáa málið
aftur í nevnd. Hann segði
seg einki hava ímóti at
hjálpa telefonverkinum og
vísti á, at tær tekningar,
sum vóru gjørdar,
samsvaradu vid
byggisamtyktina.
Ut um byin
vid telefonverkinum
Eliesar Arge segði víðari,
at tað hevur verið eitt
aðalmál hjá býráðnum í
Havn, at telefonverkið
ikki skal byggja i midby-
num. Hann visti eisini å,
at tad kann ikki vera
nøkur framtidar loysn at
leggja ein bygning í mið-
býnum og setti spurnar-
tekin við, hvussu leingi
henda loysn fór at vera
nóg góð.
Eliesar las síðani upp
eitt bræv frá Fornminnis-
savninum, sum setur
ynski fram um at varð-
veita ekið, har ætlanin er
at byggja telefonsteð.
Fornminnissavnið metir,
at tað er skeivt at týna
meira, enn gjert er við
Tinghúsvegin, og tað biði
eg býráðslimirnar hava í-
geyma, um atkvett verð-
ur, segði E. Arge.
Petur í Gong var ónegd-
um við, at ein hædd skal
brúkast til parkerings-
pláss, og hann helt, at
málið skuldi takast av
dagsskránni, og koma fyri
aftur á -fyrstkomandi
býráðsfundi.
Dánjal Larsen tók undir
við tilráðingini um at geva
byggiloyvi.
Býráðið samtykti tó
ikki at geva
telefonverkinum byggi-
loyvi. (Lesið meira um
málið í mikudagsblaðnum.
M.a. samreða við Sólbjern
Jacobsen).
Vit hava biðið stjóran á
telefonverkinum, Sålbjørn
Jacobsen, um eina vid-
merking. Hann sigur:
— Eg vil halda, at rætt-
ast er nú, at telefonverkið
í fyrstu atløgu tekur málið
upp við sakferara og at vit
fáa eina juridiska metan
av viðurskiftunum, og at
vit venda okkum til lands-
stýrið og heita á tað at
koma inn í myndina.
Er tað so, at ein komm-
una handlar ímóti teimum
galdandi reglum, sum eru
góðtiknar av landsstýrin-
um, t.v.s., at tað fer eitt
maktmisbrúk fram, so má
tað vera meguligt at heita
á tað kommunala eftirlitið
og klaga um hesa framferð
og biðja um, at hesi' viður-
skifti verða tikin upp til
metan av nýggjum,
soleiðis at tað kann
finnast ein loysn.
Vit maktmisbrúk skal
skiljast, at í tí letu, at tað
eru reglur galdandi, tá
skulu tær verá eins fyri
allar borgarar. Byrådid
hevur nokta telefonverk-
inum byggiloyvi, sum
samsvarar við almennu
byggisamtyktina.
Greiða steðu, men!
Um minnilutauppskotið,
sum Eliesar Arge hevur
sett fram, og sum varð
samtykt á býráðsfundin-
um hóskveldið, sigur Sól-
bjørn Jacobsen:
— Eliesar Arge hevur
eina greida stødu, at hann
er fyri at telefonverkið
ikki skal fáa nakað byggi-
loyvi, og at ognirnar verða
tiknar aftur av kommun-
uni. Her verður hugsað
um ognirnar hjá Meinig-
heitshúsinum.
Hetta tykist at vera
rættiliga undarlig steðu-
takan, tí sum kunnugt
hevur býráðið væl ikki ein
tílíkan ekspropia-
tiónsrætt, og tað vil siga,
at tað er væl eingin heim-
ild í galdandi lóg til tílíka
steðutakan.