Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EB Nr. 85 — 3. november 1979 sosialurin Hava seymað 9000 HAZY -buksur higartil i år: Søkt um grundstykki til nytt idnaðarvirki Skræddaravirkið leigar í gamla strandferðslubygninginum á Eystaru bryggju í Havn — skal út um trý ár Føroysk virki framleiða í dag ein støðugt stórri part av buksunýtsluni í Føroyum. Eitt av hes- um virkjum er Skræddaravirkið hjá Árna Gærdbo, sum heldur til í ovastu hæddini í gamla strandferðslubygninginum á Eystaru bryggju í Havn. Eftirspurningurin eftir HAZY-buksum er so stórur, at tað av og á stendur á at fáa seymad allar tær buksur, sum teir ymsu handlarnir kring landið biðja um. Tað eru níggju mánaðir - síðani, at Sosialurin vitj- aði á Skræddaravirkinum á Eystaru bryggju sein- ast. Tá hevði virkið verið í gongd í eitt hálvt ár — og tað arbeiddu átta fólk á virkinum. Nakað er broytt síðani. Tað arbeiða nú 12 fólk á seymistovuni. Virkið, sum byrjaði = við tveimum maskinum, hevur í dag 18 seymimaskinur og ymsar specialmaskinur. Arni Gærdbo, stjóri, sigur í samreðu við Sosial- in, at hann er væl negdur við gongdina higartil. Efttirspurningurin hevur verið vaksandi og til tíðir hava teir ikki klárað eftir- spurningin. 100 buksur um dagin Skræddaravirkið hjá Árna Gærdbo hevur higartil í ár framleitt 9000 buksur. Hetta eru cowboy- og floyalsbuksur til bæði bort og vaksin. Umframt vanligar buksur, hevur virkið síðani februar mån- að seymað smekkubuksur, ið hava verið væl móttikn- ar av brúkaranum. Tey 11 Hazy-konufólk- ini arbeiða frá klokkan 8 til 17. Ein góðan dag kunnu tey seyma upp ímóti 100 buksum. Hetta veldst tó alt um, hvat slag av buksum tað er. Blusur á marknað- inum skjótt Men HAZY er ikki bert huksur. Virkið hevur fyrr roynt seg við anorakkum og jakkum eisini. Nú kem- ur Skræddaravirkid vid eini nyggjari vøru å mark- nadin. Tad eru tær fyrstu HAZY-blusurnar til konu- tolk. Í løtuni sita trý konu- folk og seyma blusur, sum væntandi koma í handlar- nar skjótt. Arni Gærdbo sigur, at hann helst vil spesiali- sera seg innan buksur, men hann heldur kortini, at tað er bæði neyðugt og eisini áhugavert at gera annað enn buksur. Í byrj- anini er talan um tvey modell av foroyskum blus- um. Hølid ov lítið Hóast Skræddaravirkid hevur fingið væl meira pláss nú, enn tá byrjað varð fyri gott og væl einum ári síðani, so er plássspurningurin ein av størstu = trupulleikunum hjå virkinum. Í dag hevur virkið alla ta ovastu hæddina í tí gamla strandferðslubygn- inginum, tilsamans 150 m“, harumframt leigar virkið 50 m? í niðaru hæddini til goymslu. Skulu vit klára tann stoðugt vaksandi eftir- spurningin, verður neyd- ugt við meira plássi, men tað verður ov dýrt at skula flyta í onnur heli nú, heldur Arni. Flyta innan trý ár Kortini ætlar hann ikki at gevast á hálvari leið. Skræddaravirkið hevur tí sekt um grundstykki frá Tórshavnar kommunu. Vísir tað seg, at eftir- spurningurin eftir Hazy- vorum fer at vera tann sami ella sterri í komandi tíðum, fer Arni at um- hugsa at byggja eitt nýtt ídnaðarvirki. ] hesum skal eisini sambandi nevnast, at bygningurin, har virkid leigar nú, skal takast niður um eini trý ár. So neyðugt verður at hava onnur høli tá. Hevur gott fólk Sum steðan er í dag, hevur virkið bæði fólk og maskinur til at klára tað mesta av eftirspurningin- um. Plássspurningurin ger tó, at tey fáa ikki so nógv burtur út framleiðsl- uni, sum hevði verið gjer- ligt í sterri helum. Tað hevur alt at siga fyri tílíka framleiðslu, at hava nóg mikið av plássi, at tey hava góðar maskinur og gott fólk. Tær flestu av hesum treytunum eru longu upp- fyltar, nú er bert eftir at fåa so munagott burtur úr framleiðsluni, at buksur- nar kunnu kappast við tær innfluttu, sum oftani eru Diligari Arni heldur kortini, at góðskan må ongantíð ger- ast. verri — tad er altav- gerandi at góðskan er góð. Konufólk í læru i Danmark Meðan tær li kvinnurnar virkinum gera alt seymi- arbeiðið, so sker Arni alt klæði til. Til hetta enda- Síða 3 hevur hann eitt rættiliga langt træborð og málið eina spesialsag Etlanin er, at ein ung kvinna, sum hevur arbeitt á virkinum, sum nú er í Danmark í læru, skal koma aftur at arbeiða. Henda unga kvinnan gongur nú á skúla í Dan- mark, har hon lærir alt innan klipping, seyming g designing av serstak- liga buksum. Lærutidin er liðug um góð tvey år, og tå * vónar Arni, at hon kemur - aftur til virkið at hjálpa sær. Kann eisini selja uttanlands Uppá fyrispurning um fe hann hevur møguleika at elja føroyskar buksur aðrastaðni enn i Feroyum, sigur Arni, at við núver- andi eftirspurningi í Før- vum, kann hann ikki senda nakað av landinum. Men, leggur hann aftur- at, at skuldi eftirspurning- urin minkað í Feroyum, so er meguleiki at selja buks- ur í Íslandi og í Danmark. Arna dámar best fría kapping. Hann heldur tað er skeivt at steðga inn flutningi av m.a. buksum Vit eiga at kappast við tær útlendsku verur- nar, tí tá eru vit eisini yddir til at koma við góðari góðsku og sámu- ligum prísum, endar Arni Gærdbo í samreðu við Sosialin. Landsrætturin skal nú døma í diskotekklubbamálinum — Semja fekst ikki. Árni C. Joensen vildi hava dóm Landsrætturin hevur nú tikið diskotekklubbamálið upp til dóms. | Hósmorgunin varð roynt at fáa eina semju í lag millum partarnar og í fyrstani vóru útlit fyri, at hetta fór at eydnast. Sak- ferarin hjá saksektu segði, at treytað av, at ein rími- lig avdráttarskipan fekst í lag, so vóru teir hugaðir fyri at góðtaka semings- uppskotið hjá landsrætt- inum. Sakferarin hjá Disco- teque Club kravdi í fyrsta umfari ikki dóm. Men hann vildi hava eina skriftliga landsrættinum fráboðan frá um, at Discoteque Club er eitt lógligt felag, at aðalfund- urin í apríl 1977 var lóg- ligur og at roknskapar- bekurnar eru ogn felag- sins. Hann vildi eisini hava hetta fert inn í rætt- arbókina. Hesum játtaði landsrætturin. Men so kom knappliga vend í, tá Arni C boðaði frá, at hann ikki vildi góðtaka semingsupp- skotið. Hann vildi -hava dóm, hóast landsrættar- formaðurin vísti honum á, at so fekk hann ikki eina rímiliga avdráttarskipan Joensen sum meguleiki var fyri við einari semju Arni C. Joensen segði - at tað verður framvegis sett spurnartekin við — bæði í útvarpi og bleðum — um hann og Petur O. í Hoyvík eru heiðurligir Hesum var landsrættar- formaðurin ikki samdur við honum um. Annars gjørdi hann greitt, at inni haldið í einum dómi verður tað sama sum í ur- skurðinum, landsrætturin gjerdi í farnu viku. Tað vil Arni C. Joen- sen og Petur O. í Hoyvík siga m.a., at skulu endurgjalda Disco teque Club 120.300 kr Freistin at appelera R lægs X € ” r € Gsræ