leygardagur 3. november 1979síða 15
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Norðurlanda húsið boðið út í januar
— 200.000 kr. játtaðar til raksturin longu komandi figgjarår
Norski arkitekturin
Ola Steen arbeiðir
nú við detailprojek-
teringini av
Norðurlanda húsin-
um í Feroyum.
Húsið verður klárt
at bjóða út á nýggj-
árinum og ætlanin
er at byrja at
byggja komandi
vár
Norðurlanda hús-
ið verður liðugt tíð-
liga í 1982. Byggi-
kostnaðurin, tað
sum Norðurlondini
koma at gjalda, er
nú mettur til góðar
20 mill. kr.
Hetta upplýsti Dånjal P.
Danielsen, limur í stýring-
arnevndini fyri Norður-
landa húsinum, á
fundinum hjá Norrena fe-
lagnum mikukveldið.
Hann segði, at húsið
verður boðið út í detail-
enterprisu í ellum Norður-
londunum. Hetta skuldi
gjørt tað møguligt eisini
hjá føroyskum fyritøkum
at fingið ein part av
arbeiðnum, segði hann.
Norðurlanda húsið
verður bygt við síðuna av
nýggja Útvarpshúsinum.
Tórshavnar kommuna
hevur givið eitt byggi
búgvið grundstykki og
landsstýrið hevur boðið
sær til at gjalda sprongi-
og jørdarbeidid. Rakstur-
in, sum fyri nøkrum årum
síðani varð mettur til 1
mill. kr. um årid, verdur
goldin av Norðurlondun-
um í felag. Tann føroyski
parturin verður 8%.
Norðurlanda húsið
verður uml. 2.000 m? til
steddar. Tað verður
sostatt dupult so stórt
sum Norræna húsið í
Reykjavík. Arkitektarnir,
Ola Steen og Kolbrún
Ragnarsdóttir, sum
vunnu kappingina um
uppskot til húsið, høvdu
teknað ein bygning, sum
var 2.800 m?. — Tað mátti
skerast niður aftur og tað
tók sína tíð, segði Dánjal
P. Danielsen.
— Men nú er tað komið
niður i ta stødd, vit kunnu
góðtaka.
Vit eiga 250 dagar
Tað er ætlanin, at 100
dagar um árið skal
Norðurlanda húsið hýsa
framsýningum og eðrum
úr hinum Norðurlondun-
um. Hinar 250 dagarnar
skula feroyingar sjálvir
fylla húsið. Kjartan Hoy-
dal, formaður í Norrena
felagnum, segði á fund-
inum, at fyri at brúka
hetta tilboðið, mugu fólk
venjast við at ganga í
húsið. Tað má gerast liv-
andi, so fólk fáa hug at
koma í tað.
Tað bleiv upplýst á
fundinum, at tað stóð upp
til føroyingar sjálvar at
avgera, um tann stóri sal-
urin, sum kann taka uppí
500 fólk, skuldi gerast til
ein konsertsal fyrst og
fremst ella til ein sjónleik-
arsal.
Teir feroyingar, sum
vóru við til at avgera,
hvussu húsið skal innrætt-
ast, vóru samdir um at tað
skal vera ein konsertsalur.
Tað verða tríggir salir
í húsinum, ein til 400 fólk,
ein til 200 og ein til 150
fólk. Teir tveir sterstu
kunnu tó gerast til ein við
500 sessum. Í kjallaranum
verður ein salur, har 80-
100 fólk kunna dansa fer-
oyskan dans.
Serfreðingar
ongin trygging
Nakað av orðaskifti bleiv
um akustikkin, ljóðviður-
skiftini, í húsinum. Dánjal
P. Danielsen upplýsti, at
fremsti ljóðserfreðingurin
í Danmark skuldi leggja
lag á hesum viðvíkjandi
Tað bleiv eisini upplýst, at
modellroyndir eru gjerdar
av ljóðviðurskiftunum.
Tað vóru tó ikki øll, sum
meintu, at tað er nekur
trygging fyri góðum aku-
stikki, at serfreðingar eru
uppii. Nevnt bleiv, at tað
eru tveir salir í Havn, sum
eru gjerdir eftir ráðum frá
»akustiskum expertum<
— og tað eru teir vánalig-
astu, vit hava.
200.000 kr.
longu næsta ár
Dánjal P. Danielsen upp-
lýsti, at stýringarnevndin
er samd um at byrja rakst-
urin av Norðurlanda hús-
inum í smáum, áðrenn tað
er liðugt.
Við hesum í huga varð
sekt um pening frá Norð-
urlanda ráðnum, 200.000
kr. komandi fíggjarár og
400.000 kr. árið eftir. Um-
sóknin fyri 1980-81 er
játtað, segði .Dánjal P.
Danielsen.
Tað er tó enn ongin
steða tikin til,
hesar 200.000 kr.
brúkast.
hvussu
skulu.
Á fundinum mikukveldið greiddi Gunnar Hoydal frá tekningunum av Norðurlanda
húsinum.
140 uppskot komu og tað vóru Ola Steen úr Noregi og Kolbrún Ragnarsdóttir, Ís-
landi, sum vunnu arkitektakappingina
— > Hevur tú ikki eisini sjálvur av og á ein av
hesum døgum, tá tú missir alt úr hondunum!«
Nú hevur landsrættur-
in fingið so gott innlit í
diskotekklubbaviður-
Hví ikki lata hann
doma í discjockeykapp-
ingini í kveld?
Av tí, at valagnið, eg
keypti til fólkatings-
valið, ikki bleiv brúkt,
seki eg eftir skipara til
Mariann.
Adolf V. Hansen