Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-10, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. november 1979síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — Leygardagur 10. november 1979 Eftir áheitan frå Føroya Fiskasølu: Futarætturin lagt hald å fisk hjá oðrum sølufelag Føroya Fiskasøla kravdi friggjadagin i farnu viku fútaforboð lagt á eina fiskanøgd, sum var av- skipað til útflutnings. Tað er selufelagið Marr £ Co., sum hevur keypt fiskin frá einum feroysk- um flakavirki. Talan er um trý tons av upsafløkum. Hesi vóru komin til Havnar og skipað umborð á farma- skipið Lóm, tá Fiskaselan gjøgnum fútarættin kravdi, at hald varð lagt á fiskin. Sosialurin hevur fingið hetta váttað í rættinum. Men um Feroya Fiskasela hevði juridiska heimild til at krevja fútaforboð, kundi fútarætturin ikki úttala seg um, tí fútarætt- urin skuldi halda fund um málið í gjár. Onga viðmerking Sosialurin hevur sett seg í samband við Marr á Co., men Marr á Co. hevði onga viðmerking til málið. Vit hava eisini vent okkum til Feroya Fiska- selu, men á Fiskaseluni kennur eingin nakað til málið. Birgir Danielsen, stjóri, hevði onga við- merking. Robert Poulsen, tekniskur stjóri, sigur, at slík mál hevur Olaf Nielsen, deildarstjóri, um hendi, men hann fór í feriu fyrst í vikuni. Fiskanegdin, sum fúta- rætturin hevur lagt hald á, er í varðveitslu á Bacalao. Vit ætlaðu at fáa eina mynd av henni, men tað eydnaðist ikki. Stjórin á Bacalao, Axel Hansen, vildi ikki geva loyvi. Øll limir Øll flakavirkini i Føroyum eru limir i Fiskasøluni. Sum limir eru tey bundin til bert at selja gjøgnum Fiskasøluna. Men vit hava fingið uppspurt, at fleiri flaka- virkir selja fisk gjøgnum onnur feløg og fyri ein part eisini sjálvi. Spurningurin viðvíkj- andi Fiskaseluni og selu av fiski frá feroyskum flakavirkjum hevur verið nógv frammi í almennum og politiskum orðaskifti seinastu árini. Tríggir av teimum polit- isku flokkunum — tjóð- veldisflokkurin, javnaðar- flokkurin og framburðs- og fiskivinnuflokkurin — hava ta áskoðan, at flaka- virkini eisini eiga at kunna selja ein ávísan part av fiskinum gjøgnum onnur sølufeløg enn Fiskasøluna. Flokkarnir halda, at hetta vil tryggja ein rættvísri prís, og bróta tað monopol, sum Fiskaselan í dag hevur. Landið keypir Nónhamar Landsstýrið hevur keypt trolaran Nénhamar frá partafelagnum Nónhamri í Klaksvík fyri 2 mill. kr. Nónhamar varð seldur á tvingsulsuppboði hós- dagin, og bert landsstýrið bjóðaði uppá skipið. Tað er Eksportfinans í Noregi, sum hevur biðið um at fáa trolaran á tvingsilsselu. Eksport- finans hevði 1. prioritet og kravið var uppá 22 mill. kr. Samlada sjópanti- kravið var uppá 1,9 mill. kr. Atli Dam, legmaður, sigur, at landsstýrið keypti skipið fyri at tryggja seg móti fíggjar- ligum tapi. Landskassin eigur bæði studningslán og veðhald í Nånhamri. Nónhamar roynir í letuni eftir kongafiski í Grønlandi. Atli Dam sigur, at landsstýrið skal nú taka steðu til, um trol- arin framyvir skal rekast frá Klaksvík, annaðhvert hann verður keyptur ella yvirtikin av felag á stað- num ella landsstýrið fyri- bils letur hann ganga út frá Klaksvík til onnur fastari skipan kann fáast. Býráðið biðir um samráðingar um heilsusystrar Lesið á opnuni Fyra hylar verða i hellini, ein til kappingar, ein kavingarhylur, ein barnahylur og ein til undir- vising. Tað er Hoydalsvegur, sum sæst hegru- megin Svimjihøllin: Býráðið skal sjålvt hava eftirlitið við byggingini Tórshavnar býráð skal sjálvt hava eftirlitið við byggingini av svimjihellini. Hetta bleiv samtykt á bý- ráðsfundinum hós- kveldið. Tað var eitt broyt- ingaruppskot frá trim- um av limunum í stad- ionnevndini (Leivur Jo- hannesen, Heðin Mort- ensen og Dánjal Larsen) sum bleiv sam- tykt við 7-5 atkvødum. Atkvøtt varð við navnakalli. Broytingaruppskot- ið bleiv gjert eftir at býarverkfreðingurin á fundi vid stadion- nevndina váttaði, at tekniska deildin hjá bý- ráðnum er fer fyri at hava eftirlit við arbeið- inum uppá svimjihøll- ina, tó ikki hita og sani- tet. Tað er annars van- ligt, at teir, sum gera arbeiðini, sjálvir hava eftirlitið, varð á men sagt býráðsfundin- um, at býráðið kundi spara nakað við sjálvt at hava eftirlitið. Arbeiðið byrjað Arbeiðið uppá svimji- hellina byrjaði miku- dagin. Sáttmálarnir við arbeiðstakararnar eru tó ikki undirskrivaðir enn, tí tá býráðið tók við tilboðunum á bý- ráðsfundinum tann 16 oktober, var tað við teirri treyt, at skrivað skuldi bygginevnd og efliriit ådrenn varð undir. uppskot leggjast fyri býr: Stadionnevndin í bygginevnd Svimjihellin skal vera liðug 1. november 1981. Utgrevsturin er byrjadur og skal vera lidugur å nyggjårinum, tá farið verður undir stoypiarbeiðið.