leygardagur 10. november 1979síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
sosialurin
bøkur og blød
Tey telgja sær gudar:
Andalig fødi
Jens Pauli Heinesen
Jens Pauli Heine-
sen: »Tey telgja
sær gudar«. For-
lagið Gestur,
1979. Skaldsøga,
133 s., kr. 48.
>Tey telgja sær gudar« er
skaldsega við evni um ser-
feroysk andalig viður-
skifti.
Bókin liggur á markin-
um til at vera ein >kollek-
tivskaldsega<. T.v.s. at
tað eru fleiri hevuðs-
persónar og ikki bert ein,
sum í ógvuliga nógvum
segum. Tó kann viðmerkj-
ast, at Rubens fyrikemur
at vera best lýstur og er
tað ti, at vit kunnu ivast i
at brúka orðið >kollektiv-
skaldsøga«. Hansara
støda minnir nógv um ta
hjá Niels Peturi i >Nóa-
tån«.
Hinir hevuðspersónar-
nir — um vit kalla teir so
— eru brødur Rubens: Leo-
nardo og Pikasso. For-
eldur teirra eru Hansina,
sum doyr longu á síðu 38,
og Salomon, ið er lista-
maður.
Av eðrum persónum
kunnu nevnast Nábal og
kona hansara Siri. Nábal
spekulantur
Hann slær eisini
konu sína.
er sosialistur,
og beist.
Nábal eigur eina treð,
sum hann hevur útstykk-
jað. Hann selir hús við
stórum vinningi. Hann
hevur eisini eina ferð
keypt tveir málningar frá
Sálomoni, men hevur ong-
antíð goldið teir.
Tveir aðrir áhugaverdir
persónar eru Kaj Frederik
Frederiksen, kioskeigari,
og kona hansara Anna
Sofía. Tey hugsa um jarð-
arinnar góðs. Bókin endar
eisini við, at Anna Sofía
finnur hvíld og gleði í ein-
um skreytluti. Tað er sam-
stundis eisini eitt gott
demi um eitt menniskja,
sum telgir sær ein
jørdiskan gud. Tað eru
fleiri dømi um hetta sama:
Kioskeigarin Kaj Frederik
roynir at liva lívið, meðan
hann hevur tað: »Eg
trúgvi ikki upp á, at vit
hava fleiri lív, men eitt eri
eg vissur í, og tað er tað,
at hetta lívið, sum vit
eiga, er so stutt, at skalt
tú sita og bíða eftir, at
okkurt skal henda, so er
tað farið aftur um bak,
áðrenn tú veitst av, og tú
liggur sum avdeyða...., tí,
sært tú, eri eg úti og ferð-
ist. so skikki eg mær ikki
væl...= (s. 63).
Kaj Frederik »telgir«
tiskil sin gud i samveru
vid fremmandar kvinnur.
Tad ger hann eisini, ti kalt
er imillum hann og Onnu
Sofiu.
Rubens byr einsamall-
ur. Hann fær vitjan av
tveimum gentum: »disar
Jahves« (s. 69). Tær vilja
umvenda hann, men tad
eydnast ikki. Ein av
grundunum til, at tær ikki
gevast at vitja hann er, at
tær eru skotnar i honum.
Tiskil er teirra bodskapur
bert skálkaskjól fyri tí
kærleika, sum kann vera
eitt dømi um teir gudar,
tær telgja. Men tær fyri-
koma at vera óvitandi um
egna medferð.
Rubens roynir at lesa
bekur, men >Tann ljósa
gentan< sigur, at tað er
nyttuleyst:
»Tad er nyttuleyst at
lesa sovorðnar bekur,
sigur hon, tí at alt, sum er
av hesum heimi, er fá-
fongd og burturspilt fjant,
tað, sum um ræður, er at
fyrireika seg til eitt lív
eftir hetta... og alt, sum
hon sigur, kann ikki vik-
ast, tí at tað er provfast«
(s. 19).
Millum hesar partar er
einki at semjast um, og
tað endar heldur ikki við
kærleika. Men hesar
kvinnurnar eru
eldhugaðar og koma altíð
aftur. Tær vísa illbirtils-
vitan:
»Vit hava fingið at vita,
nær ið jørdin skal ganga
undir... Bert nekur fá út-
vald hava fingið at vita
hetta, sigur tann myrka,
og vit hava gjørt av,
soleiðis sum vit hava
lovað tær, at tú skalt vera
millum tey útvaldu... gera
teg verdan at arva guds
ríki... (s. 70).
Hini skulu sendast út í
tað æviga myrkrið, har
bert grátur og tannagrísl
finst. Hesar vøkru »disar-
nar< uppgeva enntá eisini
dag og tíma fyri, nær
Harrin kemur at taka tey
góðu heim við sær. Jú,
slíkt hevur man hoyrt
fyrr.
Tær báðar kvinnurnar
ganga eisini á meti. Ein
dagin svímar ein í allari
eðini (s. 95-96). Bern eru
sjálvandi við. Tey sita og
bína, ræðslusligin.
Kvinnurnar verða
lýstar sum tann myrka og
tann ljósa. Tað fyrikemur
at vera myndarmál. Tað
samsvarar væl við, at
myrkur og ljós stríðast
sum lív og deyði. Tað er
týðuligt, at J.P.H. hevur
tikið við læru av mystikk-
inum — tí »kosmisku kon-
fliktini« — hjá eingilsk-
manninum W. Glyn Jon-
es, sum skrivaði um Willi-
am Heinesen. Hann for-
tolkar tær sosialrealist-
isku skaldsegurnar hjá
Williami út frá mótsteð-
uni millum lív og deyða og
sær tískil — stórt sæð —
burtur frá teimum sam-
felagsligu lýsingunum.
J.P.H. harafturímóti royn-
ir at brúka hesa »kos-
misku konfliktina« (sum
er væl kend frå klassisk-
um békmentum) i sini
skaldsøgu. Besta demið
finst í sambandi við grav-
arferðina hjá Hansinu.
Um kveldið fer Pikasso í
dans og kemur saman við
Ingibjorg, og tey elskast.
Harvið hevði deyðin og
lívið fyri Pikasso funnið
saman; men J.P.H. ger
tann feilin, at hann greiðir
lesaranum frá kókiupp-
skriftini ístaðin fyri at
brúka hana:
„Hann hevði fylgt
mammu sínari til gravar,
og hann hevði fingið sín
fyrsta koss«. (s. 46).
Tað finnast hugtakandi
kapitlar t.d. >Hvat er tað,
tú gert?< um Leonardo og
Astrid. Tey eiga tvey børn
Helgu og Rósu. Eru kjall-
arafólk. Astrid tolir ikki
mannin og rýmir. Orsek-
ina til hennara steðu
kunnu vit lesa á síðu 106.
Leonardo er ikki førur fyri
at loysa teir sosialu
trupulleikarnar hjá familj-
uni. Astrid sigur, at hann
hugsar ov nógv um onnur
mál, t.d. uttanríkispoli-
tikk. Jú, gaman í, men
hann hugsar eisini um bern-
ini. Hann tekur sær tað
nær. Tá ið hon er farin,
kemur eði í hann. Hann fer
inn til Nábal at krevja
pening fyri málningarnar
hjá pápanum. Teir fara til
hendurs. Nábal rópar á
Siri um at ringja eftir log-
Nr. 87 — 10. november 1979
regluni. Seinni kemur
hann í fongsul. Har metir
hann bæði Rubens og
Mattas (s. 123). Mattas
hevur sjálvandi nógv
tvætl at fortelja breðrún-
um. Hann hevur jú stovn-
að nýggjan politiskan
flokk „undir Hjóli og
Koyrli« (s. 119). Hann er
afturhaldsmaður um ein
háls.
J.P.H. hevur við hesi
skaldseguni gjørt
framstig. Fyrst og fremst
ti, at hann eisini skrivar
miðvísari enn i nógvum av
hinum bókunum, men
eisini tí, at hann ikki
hevur tikið so nógv há-
floygd og heimspekilig
evni til viðgerðar, sum
hann ikki er ferur fyri at
greina í skaldamåli. Tó
kann hann ikki lata vera.
Lagnan hjá Mattas
magistara fyrikemur at
vera rættiliga tilvildarlig.
Hevði hansara persónur
verið Leonardo, so hevði
steðan kanska verið eitt
sindur annarleiðis.
Persónurin Mattas og
hansara tankar/kenslur
fylgjast ikki. Tað, sum
hann sigur, verður ikki
lýst í skaldamáli:
„Sig mær eitt nú, træl-
ur, hvat er frælsi annað
enn ófrælsi og ófrælsi ann-
að enn frælsi. Ja, sit nú
har og gapa. Tað er fræls-
ari at vera ófrælsur enn
frælsur…« (s. 23).
J.P.H. hevur í hesi bók
lýst steðuna hjá nekrum
intellektuellum persónum.
Hetta hevur hann gjert
fyrr, t.d. í hansara fyrstu
skaldsøgu: »Yrkjarin úr
Selvik og vinir hansara«.
Tå skrivadi hann um tann
viðkvæma og einsamalla
yrkjaran i einari kaldari
verð; men i »Tey telgja
sær gudar« roynir hann at
geva eina mynd av lagn-
uni hjå trimum kunstnar-
um, sum eru uppvaksnir
hjå einum listamanni, påp-
anum Samsoni. Tad er
åhugavert at fåa at vita,
at Leonardo ikki dåmar
målningarnar hjå påpan-
um. Teir ungu eru kritisk-
ir yvir fyri umverdini.
»Disar Jahves« kunnu
ikki geva teimum andaliga
fødi.
Békin er ein samtidar-
skaldsøga. Tiskil kann tad
vera åhugavert at sam-
meta vid tann veruleika,
vit liva i. Í skaldsøguni
eru »disarnar« bert látulig
eindemi um andstyggiliga
medferð. I veruleikanum
eru »disarnar« í okkara
samfelag umboð fyri mið-
depilin í mentunarlívin-
um.
Í >Tey telgja sær gud-
ar< kunnu »disarnar« ikki
geva Siri, Onnu Sofíu,
Nábali, Ingibjorg ella Kaj
Frederiki andaliga fødi.
Tær ávirka ongan persón
við sínum dómadagspráti.
Í veruleikanum — í okk-
ara samfelagi — hava
»disarnar« (bæði kvinnur
og menn) vald yvir nógv-
um sálum. T.v.s. á hesum
umráðunum eru lýsingar-
nar ikki realistiskar. Men
tað er eingin, sum sigur, at
tær skulu vera tað. Tær
eru kortini áhugaverdar.
Arnbjern Danielsen
el