Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tórshavn-Dalur 35 kr., Dalur-Tórshavn 30 kr.! Dýrari at ferðast suður- eftir enn norður aftur 35 kr. úr Havnini til Dals. 30 kr. úr Dali aftur til Havnar! Tað kostar ikki altíð tað sama at ferðast millum tvey pláss í Føroyum, tað er ikki sami prísur aftur og fram. Hetta ásann- aði Anfinn Jo- hannesen úr Dali seinasta vikuskift- ið. Hann sigur, at tá hann fór suður til Dals, sigldi Pride fyri Rituna. — Vanligt er, at eg keypi ferðaseðil umborð á Rituni beinleiðis til Dals fyri 30 kr. Men hetta bar ikki til hesaferð. Fyri Pride skuldi eg gjalda 15 kr. og fyri bussin 20 kr. Tá eg spurdi um hetta, bleiv sagt, at eg var ómeguligur og einki annað. Anfinn Johannesen leggur afturat, at tað løgna er, at tá hann fór úr Dali aftur, var gjørligt at keypa ferðaseðil í bussin- um fyri allan túrin til Havnar. Prísurin? 30 kr.! Hetta kundu teir eisini góðtaka umborð á Pride. Sami bilur og sami bátur. — Tað er ikki hendan eina fimmkrónan, tað snýr seg um, men hetta er í prinsippinum ein legin mannagongd, sigur Anfinn Johannesen. »Billettmaskinan« ikki komin umborð Á Strandferðsluni halda teir ikki, at tað er nakað at tosa um, at ferðakostnað- urin millum tvey pláss ikki er tann sami ein dag sum annan. Jóhan Restorff Jacob- sen, stjóri á Strandferðsl- uni: — Hatta er ikki nakað at fara í blødini við. Fólk áttu heldur í slíkum forum at farið á skrivstov- una hjá reiðarínum, so hon kann fáa viðurskiftini rættað. Um viðkomandi í hesum ferinum kom út á skrivstovuna hjá okkum, so fekk hann sínar 5 kr. aftur. Jóhan Restorff Jacob- sen sigur, at nú eina tíð skal Pride sigla fyri Rit- una, tí Ritan skal hava nýggjan krana. Fyrsta dagin Pride sigldi, var »billettmaskinan« av Rituni ikki komin umborð. Uttan hana ber ikki til at selja ferðaseðlar, sum eru galdandi bæði fyri strand- faraskipið og bussin á Sandoynni. — Tað kostar 15 kr. at sigla millum Havnina og Skopun og hetta hava teir á Pride kravt. Síðani hevur P/f Bil tikið tær 20 kr., sum ferðaseðilin til Dals kostar. Jóhan Restorff Jacobsen sigur, at tað er tí eins nógv P/f Bil, sum hevur skyldina fyri, at túrurin til Dals henda dagin kostaði 35 kr. og ikki 30 sum vant. Bussarnir bíða í Skopun. Spurningurin er, um tað er Strandferðslan ella P/f Bil, sum hevur kravt 5 kr. ov nógv. Hondbóltur um vikuskiftið Í Klaksvík Í dag Kl. 17.00 Stjørnan—Neistin I deild menn I morgin Kl. 14.45 Stjørnan a—Stjørnan b smågentur Í Tórshavn Í dag Kl. 12.00 Kyndil b—VB pinkur 12.35 Kyndila—VB smågentur 13.10 MB—VB II deild kvinnur 14.05 Søljan—Royn II deild kvinnur 14.55 SÍF—Royn III deild menn 16.00 VIF—Kyndil I deild menn 17.10 TB—Kyndil II deild menn 18.20 TB—VB III deild menn 19.30 KIF—Neistin II deild menn I morgin Kl. 07.35 Neistin d—VB pinkur 8.10 Neistin a—VB smågentur 8.45 Royn—TB III deild menn 9.50 TB—KIF II deild menn 12.30 Søljan—VB II deild kvinnur 13.25 SÍF—VB III deild menn 14.30 Royn—MB II deild kvinnur 15.25 Søljan—Neistin b smågentur 16.00 Søljan—Neistin a kvinnuunglingar 16.45 MB—KIF gentur | 17.30 Kyndil—NSI III deild menn Soleiðis så út, áðrenn bilarnir troðkaðu seg út eisini... (myndin er tikin fyri knappliga 50 árum síðani). i havib | Næsta summar fær Danmark summartíð. Tá verða danir tveir tímar undan okkum. Hetta vil siga, at tá tú fert við rutuflogfarin- um úr Kastrup kl. 10, so kemur tú til Vágar, eisini kl. 10. Hinvegin fer tað at taka fýra tímar at flúgva niður aftur. Danair hevur longu tik- ið hetta til eftirtektar. Teir ætla næsta summar onki at taka fyri ferdasedlarnar Kastrup—Vågar, men harafturímóti = dupult fyri túrin Vágar— Kast- rup. + Sambært Oyggjatíð- indum vil Asbjørn Joensen ikki hava kjarnorku í Feroyum. Man hann ikki fingið agenturið? hava Nú ein dagin var eg til eina »heila-framsyn- "ing«. Tann fyrsti heilin, “eg sá, var av einum professara. Hann kost- aði 10.000 kr. Annar var av einum stjóra. Hann kostaði 20.000 kr. Tann triðji var av Paula Ellefsen. Hann kostaði 75.000 kr. — hann var ongantíð brúktur! x Utvarpid visti nú ein dain at siga frå Lands- verkfrødinginum at koyrandi var til allar „ bygdir. Hetta verður tó hvanna- Teir koyra til Múla, men einki bar til. avnoktað av sundsmonnum. royndu at Óli i Áarstovu Úr Norðlýsinum... nir úr Noregi. Sagt verður ídag, mikudag, at í morgin (í gjár) skulu menn frá sýninum hyggja at akslin- um hjá Sundaberg og av- gerða um hann skal gerðast aftur ella um aksil- in skal vrakast.