leygardagur 24. november 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 24. november 1979
sosialurin
VEITST tú
hvussu skjótt hesi dýr kunnu renna? (tá
ið tey renna av tí harðasta)
LOYSNIN á uppgávuni
á næstseinastu barnasíðu:
Tey trý tølini, skuldu
sum
leggjast saman
UPPGÁVA til tey
smærru bernini:
Hvat er á hesi myndini?
Set puslispælið saman — og send loysnina til
Sosialin (barnasíðan), box 76, Tórshavn innan
næsta leygardag.
Vit kasta lut um ein vinning.
(0 Tak ALLAR SKUEFURNIR DT.
VPPA
0
==
. — UPP -
På
LÍTA EITT,
L771D PETTI
BVENUM. —
SVAVØLS P/NN /
HONPDTPH.
SATAN.
OD LMR OKKURT.
VAKURT PRPPIR
SÆD FRB TI
FA SKUFFURNAR — 7
= 3 AAR mø | Dørs 6LANSBILØT.
Sida 11
To SKALT. BRUKR: 24 SVAVULS-
DØSIR, PBPPYR - LITIR — 4117
UMLEIÐ 10 SVAVULSPINNAÆ
774,
7 - -
BURTUR KOYR OKKURT SMART /
DYR... 3
LOYNIHELLID
eftir J. M. Neale
Euthymius og
spekilsið -
7. partur:
Tá ið hann vaknaði morgunin eftir, skein sólin
longu. — Og eftir tann dag hevði ikki spekt í hasum
hellinum! — Tær somu segurnar ganga annars um
hetta hellið, sum vit sita í, sum um tað, ið Euthymius
stóð sína trúar-roynd f«.
Cyrilla førkadi seg tættari til móður sína.
>Vit vóna, at vit verða spard fyri tilikar hend-
ingar!« læt í Basiliusi.
»Hvi tað, påpi?« spurdi Filippus. >Hevði eg bara
verið har! — So skuldi spekilsið fingið av at vita«! —
»Ella fekst tú, sonur min! — Ja, Pambo, so hugsi eg,
at tíðin er farin. Her er talvan. Royn og få sent hana
til Ombi!«
Pambo las skundisliga brævid igjøgnum.
»Flavius Turbo til vin sin Markus, heilsan og sign-
ing! Síðani tú ført frå okkum hevur alt vent sær til
tað góða. Høvdu vit kunnað knytt samband av
nýggjum, so skuldi eg greitt tær frá nógvum, sum tú
hevði undrast um! — Men tað má bíða, til vit hittast
aftur. Ver vísur í, at vit eru góð við teg, sum altíð.
Heilsa vinum okkara í Ombi, serliga Omfyrius,
Pambo og Frumentius, hjartaliga frá okkum! Vit
vóna, at Frumentius ikki hevur fingið nakað mein av
tí harðveðrinum, sum vit frætt hevur verið í
Zericah. Okkara serliga kveða til tín, sum er besti
vinur okkara. Alla tíðina spyrja vit okkum sjálvi, um
vit tora at líta á, at vit nakrantíð hittast aftur? Til
seinast tær blíðastu heilsur, eisini frá konu mínari og
børnum minum«.
»Hvørji eru hasi fólkini, sum tú letur heilsa? —
Pambo? — havi eg ein navna i Ombi?«
Basilius flenti. — >Nei, eg kenni ongan av teimum,
Flavius Turbo er dulnevni mítt, og Markus er dul-
nevni hjá presbytaranum. Nevnini, sum standa
saman vð navninum á Pambo, eru bara sett har, so at
navnið Pambo ikki skal vera so eyðsýnt. Og Pambo
— ja, tað er tú! — Hygg nú her!«
Basilius legði pappírspettið við holunum oman á
vokstalvuna. — Í holunum á arkinum lósu tey tá hesi
orðini: >Alt samband um Pambo í Zericah, sum vit
tora at líta å«.
»Frålikt!« rópti Pambo hugtikin.
„Í hasum líkinum kunnu tit óredd senda brævið!
— men nú noyðist eg at fara. — Um so er, at nakað
illgrunavert fer fram í gróðrarblettinum, so skal eg
royna at lata tykkum frætta tað. Annars komið eg
aftur um átta dagar við útgerð. Og so leingi: Gud
veri við tykkum! <
Basilius takkaði honum einaferð enn, og so hvarv
Pambo í náttarmyrkrinum.
Tey legdu seg at sova. Faðirin, móðirin og báðir
dreingirnir býttu náttarvaktina ímillum sín. Tí eldur-
in máttf ikki slókna. Trælurin helt vakt hjá kamel-
unum.
Fremmandamaðurin
8. partur:
Tvær vikur gingu. Basilius og tey høvdu gjørt sær
tað rættiliga hugnaligt í hellinum. Difilus hevði selt
kamelarnar í hinum gróðrarblettinum og fingið nokk
so góðan prís fyri teir, at hann helt ikki, at nakar har
hevði givið sær far um, hver hann var, ella hvaðani
hann kom. Øll høvdu tey nærum vant seg við teirra
nýggju tilveru. Nú bíðaðu tey spent eftir Pambo, og
helst eftir teim tíðindum, sum hann hevði at bera
Tey sótu júst og fingu sær nátturða, tá ið tey
hoyrdu ljóð niðan úr gjónni, sum gekk niðan til hell-
ið. Og um eina letu var Pambo har. Hann hevði nógv
at dragsa.
»Skundid tykkum, far ein oman á handa hjallan,
og fá alt niðan áðrenn tað verður myrkt!< rópti hann,
tá ið tey høvdu heilsast.
So við og við varð alt, sum Pambo hevði havt við
sær á einum esli, borið inn í hellið.
»Hvørji tíðindi úr Ombi?«
Framhald