leygardagur 24. november 1979síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
sosialurin
Søgan úr neðra
Ummæli av »Færøske sluppfiskere« eftir
Joan Paula Joensen
Jóan Pauli Joensen:
Færøske Sluppfisk-
ere. Endurprenting
av doktararitgerð:
Etnologisk under-
segelse af en er-
hvervsgruppes liv.
Útgevari 1979 Eli
Joensen. Kostnaður
90 kr. Prent: Kannike
Tryk, Árhus. Kápa
og tekningar: Bárður
Jákupsson
Evnið Jóan Pauli setir sær
fyri at lýsa í bók síni er lív og
kor hjá teimum feroysku
fiskarunum í tíðini frá 1900
til krígsbyrjan í 1939. Jóan
Pauli hevur góðar grundir til
hesa avmarking í tíð. Víst var
slupptíð eisini undan 1900 og
víst fiskaðu feroyingar við
slupp leingi aftaná 1939, men
fyri tað fyrsta er at siga, at
tað valda tíðarskeiðið er tann
tíðin har sluppin í allar mátar
var hevuðstátturin í føroysk-
um vinnulívi. Fyri tað næsta,
so byggir Jóan Pauli frásegn
sína yvirhevur á munnligt til-
far, sum hann sjálvur hevur
savnað fyri fáum árum síð-
ani. I 70'unum ber illa til at
finna fólk, sum hava livað og
virkað undan aldarskiftinum.
Tí er tíðin aftureftir sett til
1900. Hinvegin hendi so nógv
nýtt í tí feroysku fiskivinn-
uni undir og aftaná seinna
kríggj, at tað er natúrligt at
enda eina lýsing av slupp-
tíðini við krígsbyrjan.
Sega úr neðra
Í samband við bókina hjá
Jóan Paula er tað ikki av leið
at nerta við tvær ymiskar
uppfatanir av segu og teim-
um kreftum sum skapa
gongdina í seguni og
menning yvirhevur. Eitt
sindur fýrkantað sagt
kanska kanna segugongdin
metast úr erva ella úr neðra.
Hann sum metir seguna úr
erva, leggur dent á slík viður-
skifti sum 'ríkispolitikk,
persónar, ið hava verið nógv
frammi í tíðini, ideologi ella
tankarætningar og annað.
Gongdin í seguni — vit
kunnu eisini siga menningin í
týdninginum »åtvikling« —
a n—
R øm
|
verður so lýst út frá hesum
viðurskiftum ella persónum.
Serliga tað at orsekirnar til
tað sum hendir í samfelag-
num — politiskt ella økonom-
iskt ella sosialt — eru at finna
hjá nekrum einkultum
persónum — oftast kongum
ella politikarum — hevur
verið og er eisini enn nógv
frammi millum segugransk-
arer.
Sum etnologur fer Jóan
Pauli ein heilt annan veg.
Hann vil lýsa viðurskiftini
hjá vanligum fólki í tí valda
tíðarskeiðinum. Í hesi bókini
sjálvandi avmarkað til fiskar-
an umborð á sluppini. Ongin
politikari ella nakar annar
einkultur persónur verður
nevndur, og tað av ógvuliga
góðum grundum. Politiskt og
eisini í aðrar mátar er hetta
tíðarskeiðið í føroyskari søgu
rættiliga umskiftiligt. Nógv
hendir frá tí at teir fyrstu
politisku flokkarnir verða
stovnaðir í 1906, og til krígs-
byrjan. Bankar verða stovn-
aðir, bøkur fara at koma út á
feroyskum, háskúlin verður
stovnaður, feroyingar fara at
arbeiða við egnari fíggjarlóg
og legtingið fær fær egnar
inntekur av skatti. Feroying-
ar ferðast sjálvir út at sam-
ráðast um politisk viður-
skifti, fólkatalið veksur
egiliga nógv, eitt egið
føroyskt farmaskipafelag
verður stovnað og kanska tað
mest týðandi fyri eftirtíðina:
tann sosialdemkratiska hug-
sjónin fær hevdið fyri seg og
Javnaðarflokkurin verður
stovnaður partvís burtur úr
fakfelagsrersluni.
Um alt hetta kunnu skriv-
ast bekur í meturvís. Lesur
ein tær bekur, fær ein ta
fatan, at ein egilig broyting
hendir í oyggjunum nú. Men
lesur ein so bókina hjá Jóan
Paula er ein noyddur at
spyrja seg: hvussu stór var
broytingin umborð á teimum
føroysku sluppunum í hesum
tíðarskeiðinum? Hendi í veru-
leikanum nekur stór broyting
í korunum hjá fiskimonn-
unum hóast alt annað broytt-
ist so nógv.
Tað tykist ikki so. Sum
nevnt byggir Joan Pauli fyri
tað mesta á tað, sum eldri og
yngri fiskimenn hava fortalt
honum um lívið umborð á
fiskiskipunum. Her fáa vit
eina mynd av lítlari og ongari
framgongd frá
aldarskiftinum og heilt upp
til seinna kríggj. Og her
metast tær báðar seguupp-
fataninar, sum eg nevndi.
Tað sum kann tykjast ógvu-
liga umskiftiligt í einum sam-
felag, um bara verður hugt
eftir og kannað politisk viður-
skifti í løgtingi og tílíkt, vísir
seg í veruleikanum at vera
eitt ógvuliga lítið umskifti-
ligt um hugt verður at eðrum
viðurskiftum í samfelagnum.
Tær sterstu broytingarnar
umborð á sluppunum í hesi
fjøruti árini tykjast at vera,
at í 1920'unum fáa sluppirnar
so við og við motor, og stýr-
hús verður samstundis bygt á
dekkið. Her má bara sigast at
eitt skip sum siglir við segl-
um kann ikki hava stýrhús.
Hann sum skal sigla bara við
vindi er noyddur at vera úti í
vindinum alla tíðina. Men
Nr. 91 — 24. november 1979
veruleikin er at hesar broyt-
ingar onki hava við politisk
ella nekur onnur viðurskifti
at gera. Motorarnir høvdu
uttan iva komið uttan mun til
nakað sum helst annað uppi á
landi.
Bókin hjá Jóan Paula er so-
statt sega skrivað úr neðra.
Ein segulig/etnologisk lýsing
av viðurskiftunum hjá fisk-
arum — tað vil siga, hjá
teimum sum skaptu
samfelagsvirðini í Feroyum.
Og frá hesum sjónarmiðin-
um, vísir tað seg lítið og onki
at hava at siga, hver ið um-
situr hesi somu virði.
Bókin er í fýra hevuðspert-
um. Fyrst viðger høvdundin
ymisk samfelagsviðurskifti í
tí umredda tíðarskeiðinum.
Hann hevur síðani nakað um
fisk yvirhevur og um tær leið-
ir, sum tað var aktuelt hjá
føroyingum at royna á tå. So
koma vit til sjálva sluppina:
lenar- og hýrutreytir, hvussu
ein slupp fær manning, hvað-
ani ein sluppmanning er og
hvat skyldskapur hevur at
siga fyri meguleikarnar at
sleppa við einari slupp og
hvussu leingi tað var vanligt
at menn vóru við somu slupp
í senn. At enda í fyrsta parti
hevur hann eina tekniska lýs-
ing av sjálvum skipinum og
seglunum.
So verður siglt og vit
fylgja sluppini á ferðini.
Arbeiðsgongdin umborð
verður lýst, hvussu fiski-
skapurin varð skipaður. So
verður rættiliga væl viðgjert,
hvussu fólkið annars hevði
tað umborð. Proviantur, per-
sónlig viðurskifti og frítíð og
hvíld. Serliga haldi eg, at
hesin parturin hevur stóran
áhuga. Undirtittulin á bókini
er: Etnologisk undersegelse
af en erhvervsgruppes liv. Í
innganginum sigur Jóan
Pauli at undirtittulin eins væl
kundi verið »Etnologisk und-
ersegelse af en erhvervs-
gruppes halve liv«. Og rætt
er tað. Sluppfiskimaðurin
búði helvtina av árinum (ella
lívinum?) umborð á sluppun-
um. Tí haldi eg tað hevur so
stóran áhuga at fáa nágreini-
liga at vita um gerandisdagin
hjá fólkinum. Hvussu var við
mati og drekka, svevni og
frítíð er tað sum í veruleik-
anum sigur mest um, hvussu
fólk hevur tað í einum sam-
felag. Eisini viðger hevundin
slíkt sum meguleikarnar um-
borð fyri at vaska sær sjálv-
um og klæðini. Sjálvur vildi
eg ynskt at enn meira varð
gjert burtur úr her. Tað hevði
t.d. verið áhugavert at fingið
eina meting av virðinum í
kostinum umborð. Sum tað
eisini verður nevnt í bókini,
gingu summir partar av
proviantinum ofta undan —
serliga sukur og feitt. Og
spurningurin er um fólkið
fekk tað fødivirdi, sum var
neyðugt. Eg hugsi ikki bara
um búkfylluna, men hjá
monnum, sum arbeiddu so
nógv, er eyðsæð at tað kravd-
ist góður kostur — ikki bara
nóg nógvur. Og kanska
serliga sukur og feitt inni-
halda tey evni, sum eru av-
gjørt neyðug hjá fólki.
Eisini lýsir hevdundurin,
hvussu nógv viðferi vanligt
var at hava við, og í einum
parti kemur hann inn uppá
sjúkur og annað í samband
við reinferi og heilsu. Hesin
parturin endar við heimferð-
ini. Hevundurin hevur
sjálvur viðmerkt, at hann
ikki hevur havt hevi til at
bokarummæli
lysa heimavidurskiftini hjå
sluppfiskimonnunum. Ímill-
um vártúrin og summartúrin
hevði manningin kontrakt
fyri 14 fridagar heima, men
ofta sluppu teir ikki heim til
hús kortini, ti mangt var at
takast við hesar dagarnar í
samband við skipið. Tað
hevði verið áhugavert kanska
í einari aðrari kanning, at
tikið fram tey serligu viður-
skiftini hjá familjum, har
maðurin — uppihaldarin —
var so leingi burtur, og so
hetta sum liggur í hesum 14
degunum. Hvussu vóru
kontraktirnar yvirhildnar.
Bæði viðvíkjandi frítíðini hjá
fiskimanninum og viðvíkj-
andi fíggjarsteðuni hjá
familjuni heima. Hvussu ein
fiskarakona fekk endarnar at
rekka saman, meðan maðurin
var burturi og ongin hýra
varð latin fyrr enn fiskurin
var seldur, er ein ógvuliga
týðandi — og talandi —
táttur av lívinum í hesi í
mangar mátar heðrum tí fyri
fólk.
Triði parturin snýr seg
mest um pátrúgv. Pátrúgv
var havd við næstan ellum.
Bæði viðvíkjandi sigling og tí
at finna fiskin. Serliga nevnir
hevundurin dreymmannin,
sum hevur havt so nógv at
siga hjá mongum skipara.
Eisini ymiskt sum menn
hevdu til pátrúgv fyri at
varðveita fiskieydnuna.
Sumt av tí pátrúnni, sum
treivst umborð á sluppunum,
kom frá heimaútróðrinum.
T.d. tað at kustur ikki mátti
koma í fiskakassan. Tað var
eisini gamalt millum
útróðrarmenn, at ein bátur
sum fiskaði væl, ikki átti at
reingerast so leingi fiskiskap-
urin stóð við. So skuldi fiski-
eydnan hverva. Hinvegin er
heilt mangt av pátrúgv
umborð á sluppunum tikið
við úr Englandi ella Skott-
landi, har tær flestu sluppur-
nar vóru keyptar, og har
nógvir feroyingar fiskaðu ta
fyrstu tíðina. Demi um hetta
man vera maðurin umborð. Í
summum førum bleiv bein-
leiðis sagt, at maðurin
umborð var ein sum skuldi
hava verið deyður umborð,
áðrenn skipið kom til Føroya.
Mannin umborð viðger J6an
Pauli gjølla, og hetta evnið
hevur hann eisini tikið upp í
einari grein fyri seg í einum
svenskum tíðarriti.
Fjórði hevuðsparturin
snýr seg um ymisk sosial
viðurskifti umborå. Jóan
Pauli leggur her dent á at
lýsa, hvussu munur var á
monnum í ymsar mátar
umborð. Hann nemur við
viðurskiftini millum hvenn
einstakan av manningini.
Hver fekk tey bestu plássini
at halda sneri, hver slapp at
búgva í kahúttini og hver í
lugarinum. Hver fekk tær
koyggjurnar, sum vóru best
o.s.fr. Hvussu vid tí unga
dronginum, sum fyrstu ferð
var til skips. Summir menn
vóru tiltiknir til at fáa fisk,
meðan aðrir fingu heilt lítið.
Hvussu kom hesin munurin
til sjóndar umborð í tí
dagliga. Serliga áhugavert
haldi eg tað er, tá Jóan Pauli
hevur roynt at fregnast eftir,
hvussu var millum skiparan
og restina av manningini.
Har hevur hann m.a. spurt
fiskimenn, hvussu nógv teir
tosaðu við skiparan um
viðurskiftini og í hvenn mun
skiparin tók manningina við í
týðandi avgerðum. Tað vísir
seg, at skiparin í flestu forum
kundi ráðfera seg við onkran
royndan mann umborð. men
verri enn so altíð. Teir flestu
heimildarmenninir siga, at av
og á hendi tað seg. So hevur
Jóan Pauli spurt, um tað var
vanligt at manningin vendi
sær til skiparan av sínum
eintingum. Tað kundu teir
gera, men teir flestu vilja
vera við, at tað var lítið dámt
av hinum. Tað tykist sum um
bæði skiparin og manningin
hava vilja hildið seg fyri seg
sjálvan sum mest. Eyðvitað
liggur undir hesum, at skip-
arin var reiðarans maður, og
ógvuliga ofta var ikki gott
millum manning og reiðara.
Eg skal ikki gera meira
burtur úr hesum drúgva um-
mæli, men kundi trivið í okk-
urt, sum eg haldi vantar.
Serliga haldi eg okkum
væntar eina gjelliga gjøg-
numgongd av fíggjarviður-
skiftunum í sluppfiskiskapin-
um. Hetta er helst ikki upp-
gávan hjá einum etnologi —
heldur einum segugranskara.
Hvaðani kom tann stóri kapi-
talurin, sum eftir stuttari tíð
fekk keypt ell hesi skipini til
landið. Hvussu var rentabili-
teturin í veruleikanum í
slupptíðini, og hvussu var
munurin millum hýruna og
vinningin hjá reiðarunum.
Hetta hevur týdning bæði
fyri dagligt lív hjá fólki í tíð-
ini og ikki minst týdning fyri
at skilja hvussu landsins bú-
skapur tók seg upp í hesi
tíðini.
Eitt tað virðismiklasta við
bókini er eftir mínum tykki,
at Jóan Pauli ger so nógv av,
at endurprenta burtur úr
teimum frásagnum hann
hevur fingið frá sluppfiski-
monnunum. Hesar frásagnir-
nar eru í mongum tað stutt-
ligasta og besta í bókini.
Eyðun Andreassen
&
es