Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-11-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1979síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 92 — Mikudagur 28. november 1979 Loransteðin til vistarheim Á tingfundi í gjár legði Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður, uppskot fram um keyp av bygningunum hjá Loransteðini í Vági. Talan er um fimm bygningar Landsstýrið ætlar at taka upp lán uppá góða millión kr. fyri at fíggja keypið. Æt anin er at brúka ein part av bygningunum til vistarheim. Ein partur verður brúktur til bústað hjá starvsfólkum og ein partur meguliga til ídnaðarendamál. Hetta er fyrsta lógaruppskot, sum nýggi landsstýrismaðurin leggur fram Seta seg ikki førar fyri at senda folk á røktarheim — Fleiri av kommunun- um í Feroyum eru so illa fyri fíggjarliga, at tað hendir, at kommun- ur ikki seta seg førar' fyri at skula gjalda út- reiðslurnar, ið standast av at senda gomul og brekað fólk á rektar- heim. Hetta segði Vilhelm Jo- hannesen, landsstýris- maður, á einum opnum tjakfundi um ellis- og rektarheim, sum Lækna- felagið skipaði fyri í sein- astu viku. Vilhelm Johannesen luttók í panel- inum sum formaður í Fer- oya Kommunufelag og ikki sum landsstýrismað- ur. Hann vísti á, at í dag rinda tær feroysku komm- unurnar 15 mill. kr. árliga til almannamål harav eisini rektarheim. Fíggjar- liga býtið millum land og kommunurnar er nógv broytt seinastu 20 árini, . soleiðis, at landið i dag fær sterri part av teimum samlaðu almennu inntek- unum, meðan kommunur- nar fáa lutfallsliga minni. Men kortini eru krevini til kommunurnar ikki' minkad, ei heldur å al- manna økinum. Vilhelm Johannesen nevndi sum dømi eina av teimum minni kommun- unum, har tað varð aktu- elt innanfyri stutta tíð, at trý fólk sektu um pláss á rektarheimi. Skuldi kommunustýrið hjálpa, so fór hetta avstað við einum sættaparti av ársfíggjar- ætlanini tað árið. Víðari segði Vilhelm Jo- hannesen, at sannleikin er jú tann, at relativt nógv gomul fólk eru í teimum smáu og ofta blóðfáteku kommununum — tey yngru eru flutt til sterri pláss. Fólkapensionistar- nir verða eftir og teir hava ikki stóra skattainnteku. Tí kemur lítið í kassan. Fólkapensionistarnir eru teir fyrstu, sum fara á rektarheim, og har hevur so teirra kommuna ofta tey ringastu ráðini at gjalda útreiðslurnar av hesum. — Sannleikin er sostatt tann, segði formaðurin í Kommunufelagnum víð- ari, at borgararnir í land- inum fáa semdir í mun til hvussu teirra heim- kommuna er fíggjarliga fyri. Niðursteðan er tann, at skulu tey gomlu kring alt landið fáa rættvísa við- gerð, tá talan er um rekt, so er tað ein avgjørd treyt, at fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum verða munandi bett. Vilhelm helt, at hetta kundi gerast á ymsan hátt. Antin kunnu komm- unurnar sleppa undan at luttaka í útreiðslunum til almannamál ella kunnu tær fáa eina kommunala útjavning. Hetta kann virka á tann hátt, at kommunurnar framvegis gjalda til almannamålini, men at tær so fáa eina kommunala útjavning. Tað kann gerast við, at ein ávísur partur av landsskattinum, tolli og eðrum gjeldum fer í ein Einstakar føroyskar kommunu eru fíggjarliga illa fyri: kommunalan útjavningar- grunn. Grunnurin letur nú pengarnar út aftur til kommunurnar á tann hátt, at tær kommunur, sum hava tað ringasta inn- tekugrundarlagið — t.d. ein lítil kommuna við nógvum fólkapensionist- um — fáa lutfallsliga nógv úr grunninum. Nýggja vakstrarhúsið hjá Urtagarðinum í Kirkjube, sum er 96 ferðir 12 metrar til steddar, liggur ikki so langt frá sjóvarmálanum, soleiðis at tað skyggjandi sólarljósið frá sjónum verður kastað aftur. Harafturat er sólargangurin í Kirkjube góður. Við eðrum orðum eru fyritreytirnar, hvat ljósi vidvikur, góðar Eitt vakstrar- hús afturat Nýtt stórt vakstrarhús er bygt í Kirkjubo. Vit hava vitjað húsið. Síða 11 Skúlin á Argjum vígdur. Síða 4 150 fólk mintust listamann Waagstein-fram- sýning í 9 dagar Síða 10 Væleydnaðar konsertir Niels J. Nolsge helvur ummælt Waagstein-kon- sertirnar. Sida 10