mikudagur 28. november 1979síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
pE
á
;
Nr. 92 — 28. november 1979
sosialurin
Sida 19
Mikudagin 28. nov.
13.00 Kveðuljómar til
sjófólkið
18.45 Barnaútvarpið
19.20 Orðabókin
J.H.W. Poulsen
19.50 Leg mær dámar
Hansemann Tórgarð.
Onnur sending
20.30 Leikur og lestur
Finnbogi Isaksen
21.10 Come back
grammer. 11. sending
21.30 Veðurtíðindi
Hósdagin 29. nov.
18.45 Læknin hevur orðið
19.00 Harðveðurs Hæddir
24. partur
19.30 Poppur
Birgir Kruse
20.00 Orkutáttur
Kristianna Jespersen
20.20 Úr heimsins nóta-
blað
Latínamerikanskur tón-
leikur. 2. Sonne Smith
Fríggjadagin 30.
18.45 Nátturðatónleikur
19.00 Miðdepulin
19.30 Undirhaldstónleik-
ur. Heri Jacobsen
20.00 Friggjakveld
klokkan 20
Nýggj útvarpssending:
Miðdepulin
Útvarpið hevur umskipað
aktuella innanlands- og
uttanlandsprogramm sitt
— Burturi og heima.
Í Framtíðini verða
hetta tvey ymisk pro-
gramm. Innanlandssend-
ingin kemur hvert týs-
kveld og fríggjakveld
undir heitinum >Miðdep-
ulin«, meðan uttanlands-
sendingin kemur annað-
hvert mikukveld undir
heitinum »Sjénarringur-
in«.
Tað eru Jógvan Jesper-
sen og Johnsigurd Jo-
hannesen, ið standa fyri
»Middeplinum«, ið viðgera
aktuelt tilfar úr Føroyum.
Undirhaldstónleikur
Fríggjakveldið klokkan
19.30 heldur Heri Jacob-
sen fram við sínum frálíku
og sera undirhaldandi tón-
leikasendingum. Heri dug-
ir væl at greiða frá — og er
hann sera greiður í sínum
fráseguhátti. Heri hevur
higartil gjert fleiri send-
ingar, m.a. um so frægar
tónleikarar sum Stev
Foster og Svend Asmus-
sen. Hann hevur eisini
havt sendingar við fronsk-
um undirhaldstónleiki og
við skandinaviskum
sangarum. Spennandi
verður, hverjar plátur
Heri velur at leggja á
hesaferð.
NP.
norska
útvarpið
Mikudagin 28. nov.
09.10 Femti kg kjøtvarer
árleg til kvar nordmann
10.00 Burfugle og
akvariefisk
11.50 Vi bare spør
Konkurranse í samtids-
kunnskap og litt av hvert
13.05 Middagsstunden
Min musikk. Veteraner
velger
14.30 Etter skoletid
14.55 En mann til mamma
Anne-Marie Ottersen
leser fra en bok av Christ-
ine Nøslinger
16.45 Ungdommens
radioavis
Tema: Det tiende skole-
áret — oppbevaring eller
utdanning?
17.20 Musikk for barn
17.25 Dagens bok
Jan Erik Vold: sirkel, sirk-
el. Dikt
|
18.20 Norsk musikk i dag
19.00 Radioteatret
»12 år«, af Rolf Thoresen
Í dette hørespillet tar for-
fatteren opp hvordan de
føles å være 12 år i et
samfunn der bilen og de
materielle hensyn skyver
de menneskelige verdier
til side.
20.00 Samfunnskritiker
eller bare tilskuer?
Ved overlege Mogens
Rasmussen
20.40 På pianokrakken
Egil Kapstad, klaver,
celesta og el-piano
22.05 Månedens kompon-
ist: Bjørn Fongaard
22.30 Grammoforum
Hósdagin 29. nov.
10.10 Sanger og danser
fra Kroatia
med det jugoslaviske
nasjonalensemble Lado
11.50 Skiftarbeideren
12.15 Middagskonsert
12.45 Tanker om tid
Finn Lie kåserer
13.05 Middagsstunden
med brevkasse og
platehilsener
14.30 Etter skoletid
14.55 En mann til
mamma
Anne-Marie Ottersen
leser fra en bok av Christ-
ine Nostlinger, oversatt
av Tormod Haugen
15.10 Etter skoletid
fortsetter med bl.a.
»lydbåndmix«
16.35 Bedriften og vi
Aktuelt fra arbeids-
og næringsliv
17.25 Dagens bok
Steinar Lem: Grenseover-
gang. Sissel Lange-Niel-
sen
Sjónvarpsfelagið
Fríggjadagin 30. nov.
Kl. 19.30 Geg og Gokke
Kl. 19.50 Claus, Jan og Philip — 2 ár aftaná
Fyri tveimum árum síðani varð Jan Marstrand
skæddur undir eini bilvanlukku. Aftaná at hava
verið á sjúkrahúsi kom hann til kropsvenjingar á
fysiuurgiska sjúkrahúsinum í Hald. Tá varð ein
sjónvarpssending gjørd um Jan og tveir aðrar
dreingir, Claus og Philip, sum eisini eru skæddir
undir bilvanlukkum. Í hesi sendingini hitta vit
dreingirnar enn einaferð — tvey ár seinni — teir
eru nú komnir heimaftur at búgva. Jan er 11 ára
gamal og gongur í fimta flokki sman við sínum
gomlu skúlavinum.
Kl. 20.18 TV-aktuelt (Kapitalismens kinesere)
Kl. 21.04 Irving Berlin
Tað eru fáir komponistar, sum hava staðið seg
so væl í Hollywood sum Irving Berlin, sum er
feddur í 1888. Hann hevur skrivað fleiri túsund
leg, og har filmirnir eru gloymdir, har livir tón-
leikur hansara víðari. Millum hansara egnu mest
vælumtektu løg er m.a. „Alexanders Ragtime
Band<, sum vit skulu hoyra í einum broti úr
filminum, sum bara sama navn. Sendingin vísir
eisini brot úr filminum »Det glade firkløver« har
lagið »White Christmas« varð framfert fyri fyrstu
ferð. Síðani filmurin varð innspældur, hava meira
enn 500 listafólk sungið tann kenda jólasangin,
sum er seldur í einum upplagi uppá 70 milliónir.
Kl. 21.29 Vovehalsene (6)
Vit eru nú komin til sætta og seinasta part av
fronsku reðini »Vovehalsene«. Tað er framvegis
kríggj, og nógvir blóðugir bardagar verða ferdir
millum herflogferini. Minni enn so allir flogskip-
ararnir koma frá tí við lívinum.
Kl. 22.24 Farvæl Elvis
Aftaná tvær Elvissendingar endar sjónvarpið við
at senda tað seinasta TV-showið, sum varð gjert
við Elvis Presley, áðrenn hann doyði í 1977.
Tann góða einfeldnin
sigrar á teirri illu
— Ummæli av »Opal« og hugleiðing um professionella
leikstjórnarhjálp uttaneftir
Tað vil so vera, at skemti-
leikir hóva feroyingum
best. Teir geva tí mest í
kassan og »Opal« verður
eisini eitt kassastykki —
ongin ivi um tað. Leikurin
er lættur og skemtiligur.
Ikki so eiðaserur sum teir
steðugt afturvendandi
misskiljingarleikir, men
heldur ikki í stóran mun
betri.
Trý smákriminell, Brad
(Olivur Næs), Sol (Jógvan
Sálamon Joensen) og Glor-
ia (Randi Olsen) leiga seg
inn hjá teirri góðhjartaðu
og einføldu Opal (Jóhanna
M. Djurhuus). Tey noyð-
ast at krógva seg, tí poli-
tiið hevur fingið snevilin
av handilsvirki teirra. Tey
selja smuglað luktilsi. Nú
hava tey hug at vinna sær
lættari pengar. Finna
uppá tey ráð at gera Opal
til -»handilsfelaga«. Tey
livstryggja hana og ætla
sidani at beina fyri henni.
Men tað góða og
einfalda sigrar —
mestsum av tilvild — á tí
illa og alt endar í eydnu-
ríkari sælu, Brad, Sol og
Gloria fáa kortini sínar
pengar.
Opal er ein serlingur og
heim hennara ein væl skip-
aður ruðuleiki. Tað er
henni, rithøvundin og
áskoðararnir halda við.
Tey trý, Brad, Sol og
Gloria, eru heldur ongi
flogvit. Men tað er betri at
vera einfaldur og góður,
enn einfaldur og illur,
tykist boðskapurin hjá
hevundanum, John
Patrick, at vera. Og tað
einfalda góða verður við
yvirlutan. Ein vekur hugs-
an, men í so óverulig, ser-
liga í tí landi, haðani
leikurin kemur, U.S.A.
Hevur ikki flogið
Skemtið í leikinum er ofta
gott, samreðurnar snildar.
Elin S. Jacobsen hevur
verið heppin í týðingini.
Men sumt er í so lang-
føkjut. Og sumt er ikki
stuttligt longur, tá tað
kemur tíggjundu ferð, til
demis teposarnir og ílátini
við eðrum innihaldi enn tí,
sum á teimum stendur.
Framferslan hevur ikki
heilt tað flogið, sum ein tí-
líkur skemtileikur má
hava fyri at sláa igjøgn-
um: Jóhanna Maria og
Olivur greiða sínar leik-
lutir til fulnar, men Randi
og Jógvan Sálamon klára
ikki reiðiliga at fylgja
teimum.
Sverri Egholm spælir
læknan og ger kanska
nakað nógv av. Kári Øster
er hinvegin nakað spakur
sum politistur, vinmaður-
in hjá Opal. Hesin politist-
ur tykist at vera ein neyð-
loysn hjá hevundanum
fyri at fáa eitt sindur av
spenningi í leikin. Frens-
urin, Lítli beiggi Poulsen,
hevur lítlar meguleikar at
gera um seg á pallinum.
Hann bleiv borin gjøgnum
stovuna hjá Opal tvær
reisur, rammliga hildin.
Nógv er gjert burturúr
pallsmíðini og er hon ser-
stakliga væleydnað.
Pallurin er nýttur út í
æsir. Jens J. Østerø er
meistari fyri hesum.
Vátan vett
frammaná
Hetta er so fyrsti sjón-
leikurin í Havn í vetur.
Gríma er her ikki longur
við fullari manning. Teir,
sum umsita mentanina í
Tinganesi, meintu ikki, at
vit hava grundarlag og
fíggjarliga orku til yrkis-
sjónleik. Og ein hevur
varhugan av, at teir ráð-
andi í Havnar Sjónleikar-
felag ongan hug hava at
vísa hesum sjónarmiðum
aftur. Ikki so leingi
aftaná, at Gríma noyddist
at repa seglini, bleiv
Jóhanna M. Djurhuus og Olivur Næs — frálík sum Opal
og Brad
Meginfelag áhugaleikara
Feroya stovnað.
Men vit, sum sóu nakað
virðismikið í virkseminum
hjá Grímu og harmaðust,
tá hesin virkni leikbólkur
noyddist at minka um sítt
umfatandi arbeiði, vit
mugu kenna tað sum ein
vátan vett frammaná, tá
Havnar Sjónleikarafelag
stutt eftir, at Gríma
noyddist „niður við nakk-
anum« tekur ein útlendsk-
an, professionellan leik-
stjóra til ein ikki mætari
leik enn »Øll verða góð við
Opal«.
Havnar Sjonleikara-
felag hevur fólk, sum
hevdu megnað hesa upp-
gávu eins væl.
Hegni Djurhuus