Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sr ÉT —— I ———w—w—nÚHWÐmm TR Nr. 93 — 1. desember 1979 Veitst tú: Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu tað man vera at vera deyvur? Tá sleppur tú sjálvandi frá at hoyra, tá ið mamma ella pápi eru ill og hava at tær, ella siga okkurt við teg, sum tú ikki brýggjar teg um at hoyra. Men so hoyrir tú heldur ikki, tá ið tey siga nakað vinarligt, so hoyrir tú heldur ikki fuglarnar láta so hoyrir tú heldur ikki, hvat vinir tínir siga, so hoyrir tú heldur ikki bilarnar koma, ella floyta, so hoyrir tú heldur ikki tónleik og sang, og tí kanst tú heldur ikki syngja við so hoyrir tú heldur ikki, hvat lærarin sigur, og tí kanst tú ikki ganga í skúla saman við hinum bernunum. Og um tú hevði verið deyvur líka síðani tú vart feddur, so hevði tú ongantíð hoyrt nakran tosa, og tí hevði tú heldur ikki dugað at tosa. Tað er ringt at læra, men deyv bern eru ofta nógv meira hugagóð at læra enn onnur. Hetta er bókstavaraðið á deyvamáli Hygg tann lítli kettulingur! EL.: HAKON ANDERSEN I # | NEN 351 Hygg tann litli kettulingur, fittur er hann við. Finar hvitar labbar hevur hann og mjuka lid. Hoyr hann sigur mjav og murrar eins og mamma sín, skjótt hann duga man at fanga músina til tín. Lítla mús kom upp úr holu, / 1 kom og spæl við meg. 44 Hevur tú ei hug at spæla, ge: ; so D meðan sólin sær? 2 X rå Nei, tað tori eg als ikki, á % } ve tiat mamma min, sigur, tað er tú, ið hevur etið beiggja mín! sosialurin Síða 9 VIT GERI: KOKOSHPKRONUR Do SKALT BRUK: FY €ina skal HÆRE Gm SR O TENDRA oumun á 1F5" Ein deyv genta vil siga tær nakað. Hvat er tað fyri orð, hon sigur? | kokosmjøld í N 4 SRA LE LG plåtuna vel vo mar o r ett og blanda 1203 dur 20 mjøli á. (imillum 150"09 206 Á VÆL GAGNíST Il Bakarin LOYNIHELLIÐ eftir J. M. Neale 8. partur: „Ring tíðindi, harri, ring! Eg havi frætt, at teir leita eftir tykkum sum eftir nål!« „Hvussu tá?“ »Tad var í fyrrakveldið. Eg lå í fasta svevni. Knappliga vakni eg av, at onkur skavast við hurðina. Eg fór upp og gloppaði hana varisliga. Uttanfyri stóð ein maður við hesti. >Lovaður veri Harrin Jesus Kristus!< teskaði hann. »Spyr ikki, hver eg eri! — Kanst tú hýsa mær bara í tveir timar?« Eg fekk hann innum við skjótheit, og hann greiddi frá, at hann kom úr Ombi. Eg spurdi beinanvegin, hvat har var á vási, og eisini eftir tykkum, og um tey í Ombi vistu, hvat tit vóru. >Tað stendur illa til við Harrans fólki i Ombi!« segði hann. »Ogvuliga' illa! — Summi eru flydd, summi eru fallin frå, summi sita i fangahúsunum, og nekur heilt få krógva seg enn í nøkrum kroysum«. — »Og hvussu veit við hjá Basiliusi?« spurdi eg. — »Illa«, svaraði hann, „ógvuliga illa! — Ognir hansara eru tiknar, ell verða spurd eftir honum, og ein trælur sigur seg at vita, at hann er farin leiðina til gróðrar- blettin. Landshevdingin hevur sent hundrað her- menn út at finna hann. Hevdu teir verið á hestbaki, hevdu teir longu verið her. Eg — vænti, teir vera her um átta dagar«. — »Og presbytarin?« — »Hann er í fangahåsinum!« — »Og hvussu er útlitið fyri eini bjarging?< — »Ogvuliga vánaligt — sera vánaligt! — Teir ætla at jagstra Basilius og hini kristnu — til — veraldar enda. — Men latið meg sleppa at sova, eg eri so móður. Ger so væl at rópa á meg um tveir timar«. — So var fremmandamaðurin longu sovnaður. — Fremmandamaðurin „Harri, tey tíðindi hava gingið í fleiri dagar, at róm verjar eru á veg. Tit megu vera ógvuliga varin! Ogvuliga varin! siga tykkum frá alt fyri eitt, hermenninir koma Kanska var tað betri, um vit beinan vegin gera okk um greitt, hvar vit kunnu finna eitt betri skýli til tykkara. Eitt sum ikki er so almannakent sum hetta hellid«. Basilius styðjaði høvdinum vid hondunum. »Og hvar heldur tu, at vit skulu fara?« „Ja, eg veit ikki rættiliga«, segði Pambo. >Tað eru fleiri steð, men eg vil ikki ráða tykkum til at flyta uttan so, at stórur vandi verður fyri, at tit verða funnin. — Tí síggja tit, eg kendi ikki fremmanda- mannin. Hann segði ikki, hver hann var, tá ið hann kom, og heldur ikki, hvar hann fór. — Kanska er onki í hansara tíðindum. Kanska er alt púra friðarligt í Ombi, og kanska hevur landshevdingin als ikki sent hermenn út eftir tykkum? men — —« Pambo risti við hevdinum. >Men eg hugsi kortini, at tað er best at vera varin!< »Longu í morgin kunnu vit kanna fjøllini her í grannalagnum«, segði Basilius. >Tað er valla so, at vit ikki finna eitt annað helli, sum búgvandi er í! Eftir grótslagnum at dema, munnu nógv djúp helli vera í hesum fjøllunum«. „So noyðsat vit eisini at flyta alla okkara útgerð hagar!« segði Difilus. »Tit kundu lænt eslið hjá mær til tað, um tit leggja í. — Men fyri fyrst man hetta hellið vera eins trygt og nakað annað. Finna tit eitt annað helli, so ansið eftir, at inngongdin vendir vestureftir, tí so skuldi eingin vandi verið á ferð<. Longu somu náttina fór Pambo av stað aftur Hann tók lyfti sítt til flóttafólkini uppaftur: at hann skuldi ávara tey, so skjótt hann óraði nakran vanda Framhald - Um tað ber mær til, so skal eg