mikudagur 5. desember 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
javnaður — breðralag
frælsi
Nr. 94 — Mikudagur 5. desember 1979
D.P. Danielsen:
Kenni ongan
tvídrátt í
fólkaflokkinum
D.P. Danielsen, land-
búnaðarráðharri, hevur
onga viðmerking til
viðmerkingina hjá
Hákun Djurhuus, for-
manni í fíggjarnevnd-
ini, í Sosialinum sein-
asta leygardag.
Hákun Djurhuus
segði við Sosialin, at
hann metti, at landbún-
aðarráðharrin saman
við landsstýrinum var
lopin fram av í málin-
um um landbúnaðar-
skúla og royndarsteð.
Eisini ferdi Hákun
Djurhuus fram, at
fíggjarnevndin hevur
kravt at fáa málið til
viðgerðar av nýggjum,
men okkum er upplýst,
at landsstýrið ikki
hevur tikið steðu til
kravið frá fíggjar-
nevndini enn.
Landbúnaðarráðharr-
in hevur verið burtur-
staddur nakrar dagar.
— Hákun Djurhuus
metti eisini, at tað var
ein vissur tvídráttur í
fólkaflokkinum, um
dentur í fyrstu syftu
skuldi leggjast á at
ekja um framleiðsluna
ella landbúnaðarskúla.
— Tað má standa
fyri hansara egnu rokn-
ing. Eg kenni einki til
tvídráttin og havi onga
viðmerking, sigur D.P.
Danielsen.
— Feroya landsstýri
hevur álagt Føroya
Jarðarráð at taka upp.
samráðingar við festar-
an á Heyggi um flyt-
ing. Verður tað gjert
nú?
— Tað er klárt, tað
skal gerast. Og tað
skulu teir »garantera«
gera — og tað skjótt
eisini, sigur D.P. Dan-
ielsen.
Unglingar stjólu bil
Tveir 16-17 ára gamlir
dreingir í Eysturoynni
eru skuldsettir fyri at
hava stolið ein persón-
bil í Saltangará sunnu-
náttina. Teir hava
koyrt 30-40 km. í bilin-
um og síðani sett hann
aftur,, stutt haðani.
teir tóku hann. Bilurin
fekk nakað av skaða av
hesum náttartúri.
Politiið tók dreingir-
ar seinnapartin mána-
dagin.
. hava verið frammi.
skeið.
Nýggjur sáttmáli við russar:
Føroyingar kunnu
veiða 4800 tons
Í gráu sonuni
— ímóti 3500 tonsum í ár
Eitt av úrslitunum av
samráðingunum í Moskva
millum russar og feroying-
ar um sínámillum fiski-
rættindi varð, at feroying-
ar fáa loyvi til at veiða
ein munandi sterri part av
toski í gráu sonuni í 1980.
Feroyska kvotan av
toski saman við hjáveiðu
av eðrum botnfiskasløg-
um verður óbroytt 7000
tons. Av teimum kunnu
vit veiða 4.800 tons í gráu
sonuni. Í ár hava vit havt
loyvi til at veiða 3.500
tons í hesi sonu. Vendast
skal aftur til seinni, hvar -
hini 2.200 tonsini skulu
fiskast. Meguleiki er fyri,
um toskurin í 1980 stend-
ur eins vestarlaga sum
undanfarnu ár, at feroy-
ingar kunnu veiða í norsk-
ari sonu. Russar segdu
seg vilja taka henda
spurning upp við norð-
menn.
Norðmenn og russar
hava avtalað sínámillum,
at feroyingar skulu fáa
15.000 tons av lodnu frá
hverjum landi. Í ár høvdu
vit eina kvotu uppá 25000
til 30000 tons av lodnu frá
russum og 10.000 frá norð-
monnum.
Eftir ynski frá feroying-
um er rækjukvotan tikin
heilt burturúr sáttmálan-
um við russar. Rækju-
kvotan var uppá 2000
tons. Feroyingar skulu tó
framvegis hava loyvi til at
reka royndarfiskiskap
eftir rækjum.
Russar fáa minni
av svartkjafti
Russar fáa minni av svart-
Hussar settu ynski fram um at umskipa fisk á føroysk-
un eki.
Hetta gevur galdandi lóg tó ikki heimild til
kjafti komandi ár. Kvotan
í ár er millum 70.000 og
80.000 tons. Avtalaða
kvotan fyri 1980 er uppá
65.000 tons. Russar fáa
framvegis loyvi til at reka
royndarfiskiskap á fer-
oyskum sjógki, hetta
verður tó framvegis uttan-
fyri 700 metrar kurvina.
Meðan russar hava fisk-
að alla sína kvotu av
svartkjafti upp, so hevur
føroyski fiskiskapurin í
russiskum sjógvi verið
rættiliga lítil. Vit hava
higartil í ár bert veitt 230
tons av toski í reint sovj.
sjógvi og 600 tons í gráu
sonu. Nú eru trolararnir tó
farnir eystur eftir, so rokn-
ast kann við, at talið verð-
ur nakað hægri. Av rækj-
um hava vit bert veitt 390
tons og av lodnu nekur fá
túsund tons.
Russar segdu seg ikki
skilja, hví feroyingar ong-
ar rækjur hava fingið, tí
bæði teir og norðmenn
hava fingið væl av rækj-
um. Orsøkin er helst tann,
at feroyingar eru komnir
ov tíðliga eystur.
Russar settu eins og
undanfarin ár ynski fram
um at fáa loyvi til at um-
skipa fiskin umborð á
móðurskip á feroyskum
eki. Hetta gevur tó gald-
andi foroysk lóg ikki loyvi
ti!
Nú skal Tingið góðtaka
avtaluna við russar. Í fer-
oysku sendinevndini í
Moskva vóru Einar Kalls-
berg, Arni Olafson, Hjalti
í Jákupsstovu og Mortan
Johannesen
Óli formaður uttan val
Oli Jacobsen verður formaður Feroya Fiski-
mannafelags tey komandi trý árini afturat.
Mánadagin var freistin fyri at lata inn uppskot
til formansvalið úti, men eingin onnur uppskot
Fundur hevur verið í teimum flestu sóknunum.
Tað eru sóknirnar og skipsmanningar, sum hava
heimild at koma við uppskotum.
Óli Jacobsen hevur verið formaður FF's í trý
Flugufangarar
vid nervaeitri
í fleiri heimum
lesið brúkarateig-
in á síðu 2
Nógvar
landingar
ikki taldar
við
— Avleidingin:
skeivar
stovnsmetingar
Tað eru ikki einans
týskir trolarar, sum
veiða kongafisk undir
Feroyum, sum geva
upp skeiv tel. Hetta er
eftir ellum at dema eitt
vanligt fyribrigdi,
serliga í EEC-londun-
um.
Hetta kom fram á
seinasta ICES-ársfund-
i. Har bleiv samtykt
ein yvirlýsing, har øll
limalondini verða biðin
um av øllum alvi at
royna at fåa fatur å
øllum landingartølum,
serliga av fiskasløgum,
sum eru kvoterað. Um
hetta ikki verður gjert,
kann tað fáa sera
álvarsligar avleiðingar
fyri stovnsmetingar-
nar av hesum fiska-
slegum.
Limalondini fingu
yvirlýsingina í síðsta
mánað.
Demi eru um, at
veiðuhagtel eru 100%
ov lág, og fiskifreðing-
ar siggja seg ikki long-
ur ferar fyri at stovns-
meta viðkomandi
fiskaslag.
Tey almennu veiðu-
hagtelini, sum eru
grundarlagið undir
metingunum hjá fiski-
freðingum, eru skeiv, tí
verri enn so allar land-
ingar verða skrásettar.
Talan er tí um grova
yvirfisking av
kvotum.
fleiri
Lesið annars
greinina á síðu 4