Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Torshavn p/f sosialurin Fyritaks- og bladstjøri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Løtuvinningur TAÐ ER ikki nakað nytt fyribrigdi, at skip avreida veidu sina uttan fyri Før- oyar. Orsøkirnar hava verið ymiskar, men hevur hetta helst loyst seg fyri viðkomandi skip. Landsøkonomiskt sæð hevur tað í flestu forum verið fyri løtuvinning. FYRI VIKU síðani lósu vit, at eitt skip hevði verið í Hebridunum og landað sína veiðu har, og at trý onnur skuldu landa afturat í hesum mánaðinum. Orsøkin er, verður sagt, at tey har fáa meira enn 30 prosent hægri prís enn í Føroyum. FYRIMUNURIN er i fyrsta umfari, at skip og manning fåa meir fyri tårin, men vansar eru so sanniliga eisini. Um vit hugsa um tidartarnin, sum fer í sigling, sum merkir mista fiskitíð og eisini tær eykaútreiðslur sum t.d. olja. Tí skal prísurin vera rættiliga nógv betri har enn í Føroyum, um tað skal loysa seg. AT VIRKINI fáa minni merkir, at dekningsbidragið lutfalsliga verður stórri, og tí vera prísirnir lægri. MEN TAÐ sum ringast er av øllum er, at okkara egnu virki ikki fáa nóg mikið av råvøru og kunnu ikki geva nóg mikið av arbeiði, og fólkið verður sent heim. Hvort kilo av fiski, landað í Føroyum, gevur 1 kr. í beinleiðis arbeidsløn. Verður fiskurin landaður uttanlands, missa vit hesa krónu. LANDSSTÝRIÐ arbeiðir í løtuni við at finna eina loysn á tí kreppu fiskivinn- an er í. Somuleiðis hevur fiskivinnu- ráðið arbeitt við málinum, og somu- leiðis sent landsstýrinum eitt uppskot, men um hetta er enn einki líkið út. TAÐ AT skip landa uttan fyri Føroyar, loysir onga fiskivinnukreppu, men flytur bert problemið úr einum stað í annað. Tað er tí at vóna, at landsstýr- ið so skjótt sum gjørligt finnur eina varandi loysn, og her slepst neyvan undan at nema við spurningin: Fiska- sølan. sosialurin Nr. 95 — 8. desember 1979 Nettoprísurin á teimum saltaðu upsaflokunum Tann 24. november høvdu vit eina áheitan á L/F Fer- oya Fiskaselu um at al- mannakunngera í fyrst- komandi blaði teirra selu- sáttmála við Kratzenstein — nettoavrokning til eitt flakavirki í november fyri saltaði upsafløk — út- flutningsloyvi fyri hesa selu. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Hetta var í sambandi við tey 4,2 tonsini av salt- aðum upsafløkum, sum vit hevdu keypt frá ávís- um flakavirki og sum L/F Feroya Fiskasela fekk Fútarættin til at leggja hald á. L/F Feroya Fiskasela fastheldur at fyrrnevnda flakavirki við at selja gjøgnum teir hevði fingið kr. 595,81 meira eftir DM kursi galdandi tann 02. november. Feroya Fiskasela hevur ikki enn svarað og vilja vit tí gera eina sammeting sum sýnir hvat okkara netto-avrokning til virkið hevði verið og hvat Fiska- sølan hevur avroknað limir sínar við í november mánað: Saltaði upsaflek við skræðu PF Marr & Co.: 1300kg 1650/yvir á 12/90 kr. = kr. 16.770,00 1600 - 1250/1650 -11/92- = 19.072,00 800 - 1000/1250 -10/94- = 8.752,00 262 - 800/1000 - 9/96- = 2.609,52 347 - 1250/1650 -11/92- = 4.136,24 Kr. 51.33976 L/F Føroya Fiskasøla: 1300 kg 1650/yvir ál2/1275kr. = kr. 15.765,75 1600 - 1250/1650 -11/1875- = 17.820,00 800 - 1000/1250 -10/1475- = 8.118,00 262 - 800/1000 - 9/3146- = 2.440,43 347 - 1250/1650 -11/1875- = 3.864,71 Kr. 48.008,89 Við ødrum orðum hevði virkið fingið Kr. 3.330,87 meira við at selja hesi 4,2 tonsini gjøgnum PF Marr & Co., enn gjøgnum L/F Føroya Fiskasølu. Munur å likamslutum? P.F. Marr & Co. A. Mortensen Eg haldi ikki at føroyingar høvdu verid gladir fyri at fingid eina rokning upp å ca. 2000 kr. aftanå eina skurðviðgerð fyri td. blindtarmin. Í siviliserað- um londum verður tað mett sum ein sjálvfylgja, at vit hava eina ókeypis sosiala trygd og tænastu um vit koma illa fyri, likamliga ella sálarliga, og neyvan nakar annar enn redd úr einum ávísum flokki tosar álvarsliga um slíka tænastu sum ein- hverja aðra kapitalistiska fyritøku, sum helst átti at „borið seg«. Men hvussu ber tað til, at aðrir likamslutir eru rá svartalista« tá tað ræður um neyðuga hjálp? Til dømis eyguni. Tað er ikki við fríum vilja, at fólk vilja hava brillur ella kon- taktlinsur, men hetta sleppa tey at bløda fyri fíggjarliga. Enn meira grelt er tað við likamsluti sum tenninar: her skal ein vera fíggjarliga væl fyri, um ein skal fáa neyðuga hjálp tá tenninar gerast sjúkar. Og sjálvt um sjúka í tonnum ikki er beinleiðis lívshættislig, so eru læknar og tannlæknar tó samdir um at góðar tenn hava stóran týdning fyri eina góða heilsu ann- ars. Hóast hetta verða tann- viðgerðir = mettar sum »luksus«, um ein skal meta eftir teim peningum tú mást eiga fyri at fáa slíka viðgerð. Hetta er í veruleikanum at gera mis- mun millum rík og fátæk hvat rætti til heilsu við- víkur. Nú kann onkur siga sum so, at tað er við egn- ari ábyrgd, at fólk rekir sínar tenn. Gaman í, fyri ein part — men minni enn so allir tilburðir innan munnsjúkdómar. Og hvat hevði ein sjúklingur við magasári sagt, um læknin kravdi hann fyri pening, tí mein og hver hevur sjálvur ábyrgdina av ikki at stressa seg so hann fær magasár<? Ella fólk sum spælir fótbólt og brýtur beinið? Eigur tað sjálvt ábyrgdina av sínum beini so at tað eigur at gjalda pening fyri viðgerð? Tað hoyrir heldur ikki heima nakrastaðni, at fólk skal gjalda upphæddir fyri medisin. Tey fægstu taka medisin fyri stutt- leika. Alt ilt verður lagt í kroppin á teim stjórnandi eystanfyri, men har hava teir hóast alt ókeypis medisin. Homo de Luxe Angående Færøerne Det var en stor glæde at besøge jeres fortågede øer i sommer, så jeg vender nok tilbage. Bare én enkelt lille ting, som jeg ville have forandret: jeres tørfisk er ikke så god som den kunne være. Og da der er et billede af en fugl på pakken, troede jeg først at det var tørret fugl. Men den smagte som sønder- revet forsaltet klatpapir, så jeg kunne hverken smage fisk eller fugl. Jeg har den tillid til færingerne og deres iboende stolthed, at de kan klare deres samfunds- problemer selv, evt. uden min hjælp. Men prøv nu at få et bedre produktions- apparat på benene angående tørrede fiske- varer, så vil jeg føle mig endnu mere velkommen næste sommer. Eller tak for de gode forbindelser, jeg fik bla. i Sjov Kommune. Kun fik jeg ingen forbindelse til Skuø, men dér skulle være enorme muligheder næste sommer. På forhånd tak for hjælpen. cand. scient. Thue Wiedersøe agent for »Jorchs Passage-Rejser« LES mA TMM m«WeWeWW«eeeoEESJLSLSLSLSSESSE EWS SA7TRAÆARÆAÆA AA Ak —————————————JLJ Framhald frå sidu 3 sjålvum. Tad er ikki so stuttligt at vera saman við knarrutum fólki. Nógv yngri lata styggja burtur, um tey gomlu hava sjónlig, ikki serliga prýðilig brek, t.d hava mist eitt bein o.s.fr. Bólkaarbeiði Selvi Winther Olsen helt fyri, at eldraumsorganin seg er uppgåva, sum ikki bert kann loysast av ein- um bólki innan heilsu- og sosialverkid. Uppgåvan må loysast sum »team- work«, bólkaarbeiði, og fyri at hon skal loysast væl, krevur tað, at onkur er miðsavnandi. Hann vísti á, at í fleiri londum liggur henda uppgávu hjá læknanum antin hann vil tað ella ikki. Tað er læknin í primersektorinum, tvs. kommunulæknin, ið má átaka sær uppgávuna at samskipa tey ymsu til- tekini. Sjúkrasystrarnar hava uttan iva ta sterstu ar- beiðsligu uppgávuna og tað mest umfatandi sam- bandið við tey gomlu. Harafturat kemur so heimahiálpin, fysio- og Fuglebakken 12 II sal tv. Værløse ergoterapeutar, sosial- ráðgevarar og í heila tikið øll tey, ið koma i samband við gomul fólk. Selvi Winther Olsen endaði sítt innlegg við at citera orðini hjá John F. Kennedy: >Tað er ikki nóg mikið at hava lagt fleiri ár afturat lívinum. Okkara mál má vera at geva hesum árum nýtt líva.