leygardagur 8. desember 1979síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-—
Kærleiksrímur:
Hin sterkara sterkast
— Tær stóru effektirnar eru ikki við hesaferð
Fyrst í Kærleiksrímum
eru nekur sjálvironisk orð
um, at her eru tað tvær
kvinnur, sum stíla fyri.
Óneyðugt og eitt sindur
burturvið. Úrslitið hevði
ikki verið betri, um tað
vóru tveir menn.
Og hvat er so úrslitið?
Sjálvandi er tað avmark-
að, hvat tveir leikarar
kunnu fera fram. Í hinum
hamskifta brúðgóminum
(Holberg) eru tríggir per-
sónar. Og einaferð, tá allir
skulu á pallin í senn, noyð-
ist tann eini at vera skorin
úr krossviði — við hongsl-
um um miðjuna, so hann
kann leggjast saman, tá
hansara leikpartur er lið-
ugur.
Strindberg bestur
Hin hamskifti brúðgómur-
in er annars tann stuttlig-
asti og Ȍskodaravinarlig-
asti« parturin av Kær-
leiksrímum. Men tann
besti — avgjert tann besti
— er eftir einum eðrum
klassiskum . hevunda,
Strindberg. Hin sterkara.
Tvær sjónleikarakvinnur
hittast á einari kaffistovu
— jólaaftan. Men tað er
ongin jólahugni — so var
tað ikki Strindberg. Tað er
dramatikkur og jalousi og
frálíkt spæl, serliga hjá
Lauru, hóast hon ikki sig-
ur eitt orð. Tað er Rosa,
Frú X, sum hevur orðið.
Ein krevjandi leiklutur,
sum Rosa tó hevur tamar-
hald á, hóast okkurt kem-
Hin sterkara. Frú X (Rosa) og Frú Y (Laura). Av tí besta, eg havi sæð á palli í Fer-
oyum. Væl skrivað og væl spælt
Radioen ikke ville give dig tilladelse til at
| komme til taffel
| »Dannebrog«???
hos dronningen pá
ur skeivt fyri.
Holberg og Strindberg.
Aðrir hevundar eru Ras-
mus Effersøe, Mourits
Mohr, Mårta Tikkanen,
Chr. Matras, Klaus Rif-
bjerg, Steinbjørn B. Ja-
cobsen og Kent Andersen
og Bengt Bratt. Hesir
bådir seinastu hava gjørt
eina syrgiliga og sterka
mynd av tveimum kvinnu-
lagnum á einum sinnis-
sjúkrahúsi — óhugnaligt.
Langrekjut
Byrjanin við yrkingum og
sangi er nakað langrekjut,
men tann seinna og sterra
helvtin av Kærleiksrímum
er betri.
Báðar spæla væl, men
tó hevur Laura munin,
hon hevur fastari tak á
sínum spæli.
Tónleikurin er, sum alt
annað, búnar, ljós og pall-
smíð, hóvligur. Bert spell,
at hann var so lágur, at
hann næstan ikki hoyrd-
ist. Eftir sum hann er
gjørdur burturav til Kær-
leiksrímur.
Annars sum heild ein
áhugaverd leta í
Samkomuhúsinum í
Húsavík. Ein rólig fram-
førsla uttan stórvegis
effektir. Ólíkt Grímu.
Hegni Djurhuus
Býráðið sjålvt
má gera frávik
Landsstýrið kann ikki gera hetta
— Tað er býráðið í Havn
og ikki landsstýrið, sum
kann gera frávik frá al-
mennu byggisamtyktini.
Tí skilji eg ikki, hví bý-
ráðslimir vilja biðja lands-
stýrið um fráviksloyvi til
at byggja afturat verandi
telefonsteð.
Hetta sigur Sólbjern
Jacobsen, telefonverks-
stjóri, í eini viðmerking til
ætlanina hjá fleiri býráðs-
limum í Havn at mæla til,
at Telefonverkið fær loyvi
at byggja eina hædd aft-
urat.
Sólbjern Jacobsen sig-
ur, at teir í 1974 sektu
býráðið um loyvi at
hækka ta ovastu hædd-
ina, so bygningurin kom
ájavnt við tornið á húsin-
um. Býráðið sendi málið
til landsstýrið, sum svar-
aði býráðnum aftur, at
talan her var um eitt
minni frávik í byggisam-
tyktini, og tílík minni frá-
vik eigur býráðið sjálvt at
taka steðu til. Býráðið
vidgjørdi spurningin og
kom til ta niðursteðu, at
talan harafturiméti var
um at gera eitt tydandi og
størri fråvik i byggisam-
tyktini — og telefonstødin
fekk ti nei.
Uppå fyrispurning,
hvussu langa tid tad tek-
Og so blíva fólk vid at stik upp um kioskirnar,
tosa um barnagarðar — , tí tað er jú har børnini
hví ikki bara seta eitt ; halda til!
ur at hækka ovastu hædd-
ina, sigur Sólbjern Jacob-
sen, at hetta tekur ikki so
langa tíð. Tað, sum tekur
tíð, er at tilrættisleggja
sjálva uppsetingina av
stødini.
Í ti løtu at tað er av-
gjørt, hvar skal byggjast,
skal uppsetingartilfar bi-
leggjast, tað eru stativir
o.a. Tað gongur okkurt
um eitt ár til hetta tilfarið
er tøkt, og til ta tíð kann
man hava eina sentrala
heil bæði omanå telefon-
húsinum ella hinum bygn-
inginum, um bygt verður
eystanfyri.
Sólbjern sigur víðari,
at fyri brúkaran gevur
hetta sama úrslit. Skal
verandi bygningur út-
byggjast, so verður kort-
ini neyðugt við einum
nýggjum bygningi aðra
stáðni til sjálva fyrisiting-
ina og goymslu.
Uppá fyrispurning um
tað ikki letur seg gera at
fara niðan í bygningin hjá
Faroe-dane, sum er til
selu, sigur telefonverk-
stjórin, at hetta helst ikki
er so væl egnað, tí talan er
um eitt munandi minni
eki. Síðan er tað spurn-
ingurin, hvat vit fáa loyvi
til at gera har.
Óli í Áarstovu
Eg kann bara troysta
tey, sum hava nakað
ímóti orðinum »nøring«
(seksualupplýsing) í
fólkaskúlalógini, at tað
slettis ikki er ætlanin,
at tey skulu gera nakað
heimaarbeiði í fakin-
um.
SANARNARNASANSANSSSINISNSIINSÓNANSNASNASNN SS.