Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1979síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Men framferðin hjá landsstýrinum Landsrætturin staðfesti dómin í sildasølumålinum í mand máum 2006 kostnaði stats- Á kassanum 175.000 TEGEL á síðu 4 Ísborg — reiðarin, Petur W. Háberg, vann 175.000 . kr. í landsrættinum. Skal í nå av við 100.000 kr. fyri RSÍ Coralia — eitt av teimum navnframu skipunum í feroyska flotanum var deyðademd fleiri enn eina ferð. Nú, útlit vóru fyri, at hon slapp undan at fara til botns, valdi hon sjálv hesa lagnu seinasta fríggjamorgun. Coralia varð bygd í 1901 og virkaði síni sein- astu ár í vinnu sum sandbátur Coralia sakk Millum kl. 7 og 8 fríggjamorgunin fór Coralia til botns, har hon lá fyri teym á Fuglafirði. Coralia liggur á uml. 15 metra dýpi. Sum er, tarnar hon ikki skipa- ferðsluni, men eigarar- nir fáa kortini boð um at taka hana upp aftur. Coralia lak nakað illa og man hava fingið nýggjan leka fríggja- náttina. = Hóskveldið var onki óvanligt at síggja. Tað var gott veður, tá hon sakk. aðrir keyptu Coraliu í summar fyri 14.000 kr. Teir hava tikið motor, mastrar og hús úr henni, so tað var bert skrokkurin eftir. Einaferð fyrr í ár var talan um, at skotar skuldu keypa Coraliu til eitt skipasavn. Men tá avtornaði, vildu teir ikki vita av henni. Tá ætlaðu táverandi eigar- arnir í Fuglafirði at beina fyri henni. Men áðrenn henda ætlan bleiv framd, keyptu Jógvan Kjelbro sildaseluna í 1977 Havnarfólk klaga um drekkivatnið í Havnardali. Vatnmeistarin: Ég havi ongar rottur sæð — Drekkivatnið í vatnbrunn- inum í Havnardali er ikki drekkandi. Tað smakkar, sum hevur ein ketil staðið og kókað tómur. Hetta sigur ein lesari við blaðið. Tað ljóðar annars, at hóp- urin av deyðum rottum eru funnar í brunninum. Tær sigast at vera komnar frá rusksteðini oman í brunnin at drekka. Vatnmeistarin hjá Tórs- havnar kommunu sigur, at Hvalbingar skulu hava flakavirki fyri hann hevur onga rottu sæð við ella í brunninum. Hann sigur, at teir hava fingið klag- ur um vatnið, og at teir hava biðið Heilsufreðiligu Starvs- stovuna kannað vatnið. Annars sigur hann, at tað hendir seg at ymiskt rusk frá Rusksteðini flýgur oman í brunnin ella niðan í hagan, og síðani kemur oman við regn- inum. Nú eitt kveldi varð eldur settur á rus-uttanfyri rusk- steðina. Tað var lágætt og nógv rusk feyk oman í brunn- in. Vatnmeistarin veit tó ikki, um hetta kann vera orsekin til, at vatnið smakkar so illa. Hann leggur afturat, at talan er ikki um klor-smakk í vatninum. Uppá fyrispurning um tað er forsvarligt at hava rusksteð og vatnbrunn liggj- andi við síðuna av hverjum eðrum, sigur hann, at hetta kann ongantíð vera gott. Heilsufreðiliga Starvs- stovan upplýsir, at teir taka prevar av vatninum eina ferð um vikuna. Teir skuldu taka prevar aftur týsdagin, tá blaðið fór til prentingar. Tær bakteriologisku og kemisku kanningarnar siga okkum, um vatnið er nóg reint, men trupult kann vera at vísa á, hvar ein ávísur smakkur stavar frá, um talan bert er um heilt evarska smáar mongdir av onkrum evni, sum er komið í vatnið Ætlanin er at byggja eitt flakavirki í Hvalba. Leygardagin varð stovnað partafelag, ið nú roynir at fáa ta neyðugu fíggingina til vega. Jógvan Kjelbro og og aðrirhana. Nýggjar plátur Eitt nýtt plátuforlag — Sigurstónar — hevur givið tvær plátur út. Vanja hevur inn- spælt eina barnaplátu, meðan bólkurin Exodus úr Seldarfirði hevur innspælt eina jólaplátu. Pláturnar, ið eru av EP-steddini, kosta 25 krónur. Milson Zachar- iasen hevur staðið fyri upptekuni, meðan plát- an er gjørd í Noregi og í Danmark. Tað eru Tummas Jacobsen og Victor H. Carlsen, sum hava tikið stig til plátuforlagið. Lesið á síðu 5