Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 1979síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fjølbroyttir listahættir Í vikuskiftinum seinast hava tvær listaframsýn- ingar verið í Havn. Onnur í Smiðjuni í Lítluvík, har tey trý havnarfólkini Jórunn Poulsen, Jógvan P. Háberg og Albert Is- feldt sýndu fram, og hin í Listaskálanum, har klaks- víkingurin Fritjoff Joen- sen sýndi fram. Í lýsingum í blødunum og útvarpi lýstu tey trý í Smiðjuni við, at hetta var ein — framsýning — og ikki, sum tað annars er vanligt, ein — listafram- sýning. Hervið láta tey upp til áskoðaran sjálvan at dema, hvert sýningin skuldi skiljast sum ein listaframsýning ella ei. Jórunn Poulsen, ið hevur fingið útbúgving á kunsthondverkaraskúla í Keypmannahavn, nýtir veving og seyming sum úttrykkshátt. Hetta er ein møgismikil og tidarkrevj- andi arbeiðsháttur og har- til krevur hon at liggja inni við eini rúgvu av til- fari, áðrenn farast kann undir eitt arbeiði. Lutirnir krevja eisini eitt stórt for- arbeiði, tí tað er ikki letu- verk at rætta uppá eina slíka mynd. Jórunn hevur áður sýnt fram bæði í Keypmannahavn og í Havn og hesaferð hevði hon 11 myndir við, harav tvær vóru ogn. Jórunn dugur væl at geva mynd- unum ein sermerktan struktur, ið eftirhondini eyðkennir hana. So ymiskt tilfar sum silvur- og gulltráður og til tíðir aluminiumsfolio, saman við silki, ull og bummull, er nakað av tí evni hon arbeiðir við. Fyri at taka nakrar myndir burtur úr skránni, kann eg nevna »Sandsvatn«, ið eg helt var tann mest harmoniska av hennara myndum. Her var ein náttúrlig djúpd og atmosfera, ið var at merkja. Eisini »Grøn sól< í nekrum grønum tónalegum var heilt góð. Meira stív har afturímóti var myndin »Vågsbotn- ur«. Her hevur hon nakað slaviskt fylgt uppruna- motivinum. Myndin »Urtagardur« hevði ein næstan kinesiskan tek- nikk yvir sær, so blómandi og frísk hon var. Har sum eg haldi Jórunna vera veikast kann eg nevna tær meira sosialrealistisku myndirnar, so sum t.d. »Fylking«, har ið symbol- ikkurin í myndini líkasum troðkar seg fram um heild- arinntrykkið av myndini og gevur henni eitt meira pop-kent farr. Her hevur Jórunn óivað nakað uppá hjarta, men er úttrykks- hátturin kanska nakað naivur í sínum skapi. Tó, felags fyri myndir hennara er, at tær eru allar ógvuliga dekorativar og tað í sær sjálvum er eitt stórt plus. Jógvan P. Háberg er sjálvlærdur og úttrykkir seg so at siga einans í pappírsklippi. Hann ger tó, í mínum eygum, eisini tann feilin, at hann letur symbolikkin í nøkrum av sinum myndum yvirkåma heildarinntrykkið av teim- um og sker hetta i eyguni. Myndirnar — »Ornitologi- fantasi« og »Å tønleika- veingjum« åttu ikki at verid tiknar vid å fram- syningina, her rennur mær orðafellið i huga: >Navnið skapar ongan mannc. Annars dámdi mær fleiri av myndum hansara og kanska mest »Ur M. Heinasonargøtu«, ið gav eitt ógvuliga livandi bílæt av eini getu í vetrarbúna. Her hevur hann verið heppin í sínum vali av ein- um heitum kavaliti upp ímóti tí keldgráu luftini. Perspektivið í hesi mynd- ini er eisini heilt gott. Jógvan Páll hevði bert 9 myndir við á framsýning- ini, herav tríggjar vóru ogn. Albert Isfeldt, ið hevur fingið útbúgving sum arkitektur í Keypmanna- havn, sýndi fram 22 blýantstekningar, harav Tað er synd at siga at samarbeiðið millum kommununa og telefonverkið er serliga gott. Her verður ein nýasfalteraður vegur partvíst grivin uppaftur. bert ein var ogn. Til tær havi eg bert at siga, at tær vóru so góðar og lýsandi, at tað ikki er meguligt at taka nakra av teimum fram um eina aðra. Eitt ógvuliga gott val av lands- lagsmotivum — ymsastaðni úr oyggjunum — og ein ógvuliga sikkur og við máta hildin striku- fering, ljós- og skuggagev- ing geva tær eitt inntrykk av sjálvur at hava sitið við tekniblokkinum úti í nátt- úruni. Her hevdu óivað fólk, ið annars til dagligt nevna seg listafólk, kunna lært nógv av honum. Ein annar positivur lutur við hesi framsýning- ini í Smiðjuni var, at prís- irnir lógu í eini legu, ið oll hevdu ráð til at gjalda. Eisini var tað ógvuliga óhátíðarligt og hugnaligt at koma inn í Smiðjuna hendan dagin — tónleikur og frukt á borðinum fekk fólk til at tosa saman sum vanligt. Fridtjof Joensen er úr Klaksvík og hevur fingið útbúgving sum mynda- heggari á kunstakademi- inum í Keypmannahavn. Hann er eftirhondini vorð- in ein av okkara svervekt- arum innan feroyska myndaheggingarlist. Frá teimum bundnu, umbidnu sjólætnastandmyndunum vit eru von til at síggja koma úr hansara hondum, hevur hann tó á hesi fram- sýningini í Listaskálanum sýnt, at ta hava verið letur inn ímillum, har hann hev- ur smoygt rammuna av sær og evnað okkurt beint úr huganum. Tilfarið til myndirnar á framsýn- ingini var líka frá rekaviði til blýantstekningar, pappírsklipp, træskurðar og aluminiumsklipp. Ein av myndunum „Jesus á krossinum“ hevði verið góð sum altarstalva í ein- ari nýggjari kirkju onkun- staðni. Her fær hann fram eitt evnissermerki úr træ- num, sum sjáldan er sæð áður. Og tað er, at siga um Fridtjof, at hann hevur eina framúrskarandi kenslu og virðing fyri tí tilfarinum hann arbeiðir við. Hetta gevur av at bíta í teimum báðum ógvuliga modernaðu | myndunum „Hani og høna«, ið er ein málað og papp-klipt, inn- rammað bakgrund, við ásettum, trídimmensional- um figurum av einum hana og eina henu úr alu- miniumsstrimlum. Fan- tastiska djarvar myndir. Eisini hevur hann gjert eina stuttliga mynd burt- ur úr rekaviði, har ein messing-gribbur situr uppi yvir eini beinagrind langt, langt niðri undir honum. Annars hevði hann fleiri blýantstekn- ingar við á framsýningini. Tann eina sæð út igjøgn- um ein glugga niðri á Reyni í Havn. Her hevur hann nýtt ein ógvuliga spennandi prikki-teknikk. Eisini pappírsklippini av nøkrum spælandi børnum vóru ógvuliga góð — og so vóru tey so evarska smá! Bert spell at framsýn- ingin var uppi í hesum gelda listaskálanum. Her hevði ein urtapottur gjørt undurverk. B. Højgaard Frå 175 niður i onga sigarett Avleggingarskeiðið í royking í Lorvík eydn- aðist væl, upplýsir Andreas Nielsen, ein av fyrireikarunum. Trettan fólk mettu upp fyrsta kveldið. Av teimum hildu níggju fram. Hesi niggju høvdu byrjanardagin roykt til- samans 175 sigarettir, meðan tey vóru komin niður á onga tveir teir seinastu skeiðdagarnar. Tann næsta dagin hevdu tey roykt sjey og tann triðja dagin fimm sigarettir. So tað gekk skjótt niðurá, men nú er spurn- ingurin, um tey lata seg freista aftur. Anders Nielsen sigur, at hann er negdur við úrslitið. Enn er ikki komin nekur beinleiðis áheitan um avleggingar- skeið frá eðrum åhugad- um, men onkur fyri- spurningur hevur verið til skúlan í Lorvík. Um fjúrtan dagar skulu luttakararnir metast aftur. Tá fæst at síggja, um teir hava klárað sigarett-freist- ingarnar. Ætlanin um el-kaðal úr Íslandi er slept, tí teir hava funnið út av, at harður, ið — Jumbo, set teg so niður! SS SS GAS mótstreymurin er so at streymur verður eftir. eingin Eg mæli heldur til, at tað verður Skopunar bygdarráð, sum avger, hvor skal hava Nobel- friðarheiðurslenina.