mikudagur 19. desember 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sandin
Í illveðrinum í síðstu
viku rak 20 tonsarin
Fiskimúli uppá
sandin í Fuglafirði.
Báturin lá fyri
teym í fjerðinum,
men hann sleit og rak
uppá sandin. Hann
stóð turrur, tá fjøran
kom.
Tjaldrið varð boð-
sent og tað eydnaðist
skjótt at hála Fiski-
múla á flot aftur.
Hann fekk ongan
skaða av hesum túr-
inum upp á land.
Hinvegin fekk ein
bilur, sum í
illveðrinum feyk á
eini hús, rættiliga
stóran skaða.
Hornorkestrið
jólakonsert
Hóskveldið heldur
Havnar Hornorkest-
ur jólakonsert í
Kommunuskúlanum.
Tað er venjarin, Ro-
bert Oughton, sum
leggur til rættis,
meðan Ove Olsen
stjórnar orkestrinum.
Atgongumerki verða
ikki seld, men í ein
gamlan buss kunnu
tey, sum hava hug at
geva hornorkestrin-
um eina jólagávu,
leggja pening í.
Varamanna-
skifti
Mánadagin kom aft-
ur ein nýggjur maður
í tingsessin hjá
Sverra Midjord. Tað
er Manne Næs úr
Hvalba, fimti maður
á javnaðarlistanum í
Suðuroynni, sum hev-
ur tikið sæti á tingi.
Sverri Midjord hevur
nú í ein mánað havt
farloyvi vegna sjúku.
Orsekin til, at Manne
Næs ikki tekur við
fyrr enn nú, er tann,
at hann hevur verið
burturstaddur. Tí
hevur J6an Pauli
Poulsen úr Sandvík
sitið í sessinum hjá
Sverra hesa tíðina.
Hergeir Nielsen — Lands-
stýrið hevur fingið um-
sókn frá byggiharra um
ein bygning, sum lýkur
krevini í byggisamtyktini.
Landsstýrið hevur ikki
heimild at siga nei og tað
hevur býráðið heldur ikki.
Antin mugu vit bora
eftir olju — ella
fara uppí EEC
— Eg meti bestu loysnina at loysa trupulleikarnar hjá
fiskivinnuni vera at fara uppí EEC, sigur Jákup Joensen,
stjóri á Polarfrost.
Síða 3
Boð frá landsstýrinum til býráðið:
Telefonverkið skal
fáa byggiloyvi
— Hækkingin verður av ongum. Hvørki landsstýrið ella
býráðið hava heimild at nokta byggiloyvi, sigur Hergeir
Nielsen, landsstýrismaður
Tórshavnar býráð skal
geva Telefonverkinum
byggiloyvi á økinum
eystanfyri Tinghúsveg-
in, har sum Sloanshús
og Heinesenshús
standa.
Hetta samtykti landsstýr-
ið mánadagin. Tað verður
tí av ongum at hækka
verandi telfonbygning við
einari hædd. Býráðið sam-
tykti annars í farnu viku
at biðja landsstýrið um at
gera frávik í byggisam-
tyktini, soleiðis at ein
hædd kundi byggjast
omaná.
Onga heimild
Hergeir Nielsen, lands-
stýrismaður, sigur, at
landsstýrið onga heimild
hevur til at ganga hesi
umsókn á meti. — Tað tilmæli frá einum byggi-
kunna gerast sterri frávik ráð. Mær vitandi fyri-
og smærri frávik frá einari liggur onki tilmæli frá
byggisamtykt. Býráðið byggiráðnum.
metir hækkingina sum Tá ongin motivering er
eitt sterri frávik og tað komin frá býráðnum fyri
kann landsstýrið ikki at nokta byggiloyvi,
geva, sigur landsstýris- hevur landsstýrið
maðurin. samtykt at biðja býráðið
Hann sigur víðari: um at skriva út byggi-
— Var tað eitt smærri loyvi til Telefonverkið,
frávik, kundi býráðið sigur Hergeir Nielsen,
sjálvt givið tað eftir landsstýrismaður.
00“
nøgd sum í
Feroysku flakavirkini
høvdu til 1. des. í ár tikið
ímóti umleið 200 tonsum
minni av fiski enn sama
tíðarskeið í fjør. Hetta er
Bert eitt flaka
fjør
úrslitið av eini kanning,
sum Sosialurin hevur
gjørt.
Teir 11 månadirnar frå
januar til desember tóku
virki
havt munandi øking
lalt hava virkini tikið ímóti somu
tey 17 flakavirkini ímóti
tilsamans 76.690 tonsum í
móti 76.876 tonsum somu
Framhald á síðu 3
Maskinmeistararnir viðhald:
Eingi tiltøk
sett í verk
Strandferðslan skal ikki afturhalda limagjald-
inum hjá maskinmeistarunum við strandfara-
skipunum til Starvsmannafelagið. Hetta
álegði Føroya landsstýri Strandferðsluni i
einum brævi mánadagin.
V.ø.o. hevur landsstýrið givið maskin-
meistarunum, sum hava meldað seg úr
Starvsmannafelagnum, viðhald, hóast hetta
stríðir ímóti núverandi sáttmála millum
landsstýrið og Starvsmannafelagið.
Somuleiðis hevur landsstýrið gingið ynsk-
inum hjá Føroya Maskinmeistarafelag um
sáttmálasamráðingar fyri maskinmeistarar
við strandfaraskipunum og skipunum hjá
Vaktar- og Bjargingartænastuni á meti.
Formaðurin í maskinmeistarafelagnum,
Atli Jensen, upplýsir at felagið hevur fingið
munnliga tilsøgn um fund við landsstýrið í
januar.