mikudagur 19. desember 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ERE
É
É
Nr. 98 — 19. desember 1979
or
sosialurin
Síða 3'
Jákup Joensen, stjóri á Polarfrost:
Antin mugu vit bora eftir olju
ella fara uppí felagsmarknaðin
— Eg beri ótta fyri, at fiskanggdirnar tey
komandi árini verða ikki nóg stórar til at
kunna føda tað vaksandi íbúgvaratalið í
Føroyum. Skulu vit tí burtur úr verandi
trupulleikunum
innan
okkara
høvudsvinnu, so mugu vit antin økja um
fiskanggdirnar ella vaksa um kiloprísin á
fiski.
Soleiðis sigur stjórin á
flakavirkinum Polarfrost í
Vági, Jákup Joensen, um
núverandi støduna og
framtíðar útlitið hjá fiski-
vinnuni.
Bert eitt flakavirki. . .
Framhald avsíðu Í = -
tíð í fjør. Alt arið í fjør
vórðu landað 81.650 tons
til flakavirkini.
Tað kemur eitt sindur
óvæntað, at flakavirkini
hava fingið minni av fiski í
ár, tá hugsað verður um,
at fleiri av virkjunum
hava ekt um bæði mót-
teku-, goymslu og frysti-
orkuna.
Men orsøkirnar til ta
minni fiskanegdina eru
fleiri. Fyri tað fyrsta hava
foroysk skip í ár landað
umleið 1000 tons av ísfiski
fleiri uttanlands í ár enn í
fjør. Her er serliga talan
um kongafisk og upsa.
Síðani er tað tað ringa
veðrið í heyst, sum m.a.
hevur forðað nógvum
smærri bátum at roynt
Flakavirki
Tveroyrar flakavirki
Nykur
Snarfrost
Lynfrost
Vestmanna fiskavirki
Polarfrost
Kósavirkið
Fuglafjarðar ísvirki
Bacalao
Handils- og frystivirkið
Frost í Leirvík
Flakavirkið í Skopun
Fer. og Íslendskt flakavirki
Klivar í Nólsoy
N.P. Niclasen í Servági
Norðís á Eiði
Frostvirkið í Norðdepli
Tilsamans
undir Feroyum.
Meðan fyrra hálvár í ár
royndist væl hjá nógvum
bátum, so hevur heystið
roynst stak illa. Afturat tí
at veðrið hevur verið
vánaligt, hevur sjógvurin
verið munandi kaldari í ár
enn undanfarin ár. Hetta
hevur gjert, at minni
hevur verið at fingið av
upsa. Meðan vit ti í fjør
hevdu rættiliga stóra
framgongd í upsafiski-
skapinum, so hevur hesin
fiskiskapurin í ár verið
slakari. Harafturímóti er
veiðan eftir kongafiski okt
munandi. Veiðan eftir
hinum fiskasløgunum, ser-
ár. Tað er Handils- og
frystivirkið í Fuglafirði.
Virkið hevur til desember
í ár tikið ímóti 6476 tons-
um. Hetta eru 3000 tons
fleiri enn somu tíð í fjer.
Um hini virkini er at
siga, at t.d. Kósavirkið
hevur fingið góð 500 tons
færri í ár. Hetta kemst
fyrst og fremst av, at teir
stóru trolararnir ikki hava
roynt so nógv undir Fer-
oyum i ár, sum í fjør.
Flakavirkið á Tveroyri
hevur í ár tikið ímóti
góðum 1000 tonsum færri
enn somu tíð í fjør. Hetta
kemst av, at eini 600 til
700 tons eru landað aðra-
liga toski og hýsu er staðni. Harafturat kemur,
minkað. at so gott sum eingin av
Bert eitt flakavirki í teimum smærru útróðrar-
landinum hevur ekt mun- bátunum hava fingið
andi um råvørunøgdina í roynt fyri veður.
1.jan.—1. des. 1978 1.jan.—1.des.1979 1978
Tons Tons Tons
6.054 4.952 6.500
4.400 4.200 4.830
5.000 5.000 5.120
5.500 5.350 5.600
4.152 3.971 - 4.274
7.553 7.199 * 7.877
13.097 12.533 14.000
1.750 1.800 1.850
11.500 11.450 12.000
3.500 6.476 4.000
2.900 2.800 3.180
2.402 2.402 2.643
2.300 2.300 2.474
350
1.000 700 1.200
3.698 3.592 3.962
2.068 1.615 2.140
76.874 tons 76.690 tons 81.650 t.
Tølini skulu takast við fyrivarni.
Hvat viðvíkur fiska-
negdunum sær tað ikki ov
ljóst út. Vit missa meira
og meira aðrastaðni og
hava skjótt bert Feroya-
leiðirnar at líta á. Alt
bendir á, at fiskanegdir-
nar fara ikki at vaksa í
komandi árum. Síðani er
bert eitt at gera, og tað er
at økja um kiloprísin á
fiski. Hetta letur seg tó
ikki gera við tí marknað
við í dag hava.
Jákup Joensen sigur, at
skulu vit hækka fiska-
prísirnar, mugu vit sjálvir
gera tað kunstigt. Men
feroyska samfelagið hevur
sum er ikki ráð til at
hækka hesar prísir. So
mugu vit antin fara til
danska ríkiskassan og
biðja teir um at økja til-
skotið til Feroyar við
kanska 300 mill. kr. aftur-
at. Ynskja vit ikki at gera
tað, so meti eg einastu
loysnina vera at bora eftir
olju undir Feroyum.
Sjálvur dámar Jákup
Joensen ikki væl hesar
loysnirnar. Hann hevur
eina aðra áskoðan av,
hvussu vit kunnu loysa
trupulleikarnar hjá fiski-
vinnuni. — Vit eiga nevni-
liga at miða ímóti at ekja
fiskanegdirnar og tað
kann bert gerast við, at
vit fara uppí Felagsmark-
naðin.
— Tá verður aftur
meguleiki at fiska undir
Grenlandi. Fara vit uppí
EEC, missa vit helst okk-
ara rættindi undir Íslandi,
men tey meti eg, at vit
kortini fara at missa um
nekur ár, sigur Jákup
Joensen víðari.
Gongdin hesi seinastu
árini hevur verið, at vit
missa av toskakvotuni og
fáa bíligari rud istadin. Nú
eru íslendskir fiskimenn
og fiskaskipaeigarar
farnir at ilskast inn á
føroyingar, tí vit liggja á
teirra grunnum og fiska.
Hóast feroyingar
skuldu farið uppí EEC, so
ber Jákup Joensen tó ikki
ótta fyri, at t.d. bretar
skulu grópa okkara
grunnar. — Bretski fiski-
skipaflotin er í steðugari
minking. Teir fiska minni
og minni við Feroyar, og
av kvotuni í ár hava teir
bert fiskað ein heilt lítlan
part.
— Okkurt má gerast,
sigur Jákup Joensen at
enda, um vit framvegis
verða trongdir av fjarleið-
unum. Annars verður
endin tann, at feroyski út-
róðrarmaðurin gerst hús-
kallur hjá tí føroyska fjar-
fiskimanninum.
”
Eitt islendskt teppi úr
. vhandilin IGLOO