Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 98 — 19. desember 1979 Á sm telf. 14720. 11820 Sostalurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Neyðaregg Í SEINASTU viku hendi tað, sum ógvuliga sjáldan kemur fyri, nevni- liga at sambandsflokkurin legði eitt mál á ting. Á hesum sinni var tað eitt uppskot til samtyktar viðvíkjandi avheinting av útróðrarfiski. UPPSKOTIÐ áleggur, at landsstýr- ið, í sambandi við tey fráboðaðu krepputiltekini, skal gera nærri regl- ur fyri, at útróðrarfiskur av teimum plássum, har ongin fiskakeypari er, men har koyrivegur er til næsta fiskakeypara, verður heintaður við bili. (Ikki við hestavogni). HETTA VAR so sambandsfloksins uppskot til loysn av teimum trupul- leikum okkara fiskivinna er í: „Vit eiga at gera hóskandi reglur fyri, at útróðrarfiskur av teimum plássum, har ongin fiskakeypari er, verður avheintaður við bili«. Allar hinar spurningarnar letur sambandsflokk- urin aðrar um at greiða. OG HESIR spurningar eru fleiri. Hvussu kunnu vit rationelt og rentabult fáa fiskin burtur úr sjón- um, tá fiskurin natúrliga má koma burtur úr sjónum, áðrenn hann verður fluttur við bili til fiskakeyp- aran? Hvussu kunnu vit fáa rakstrarútreiðslurnar hjá fiskiskipa- flotanum niður? Og hvussu kunnu vit tilvirka fiskin rationelt og rent- abult og hvussu kunnu vit fáa sum mest fyri okkara útflutning? ALLAR HESAR spurningarnar hevur sambandsflokkurin yvirhevur onki svar uppá og onga meting um. Alt hetta letur sambandsflokkurin upp í hendurnar á eðrum flokkum at greiða. Og tað er eisini skilagott og helst tað skilabesta sambandsflokk- urin hevur gjert í nong mong ár. Um ikki annað so kunnu vit fegnast um tað. ANNARS ER um hetta uppskotið hjá sambandsflokkinum at siga, at tað minnir sera nógv um fimmoyra loysnina á sinni, og um uppskotið um stuðul til innflutning av útlendskum hoyggi fyrr í ár. Ongar loysnir. Bert orðafloymur og okkurt neyðareggið av og á. Mentanarmál in memoriam Skal ein trúgva Høgna Djurhuus í Sosialinum, so heldur hann at Havnar Sjónleikarafelag hålvgum freir seg yvir at leikbólk- urin »Grima« varð av- skrivadur av landsstyrin- um. Um hetta er so, er føroyskt lista- og mentan- arliv helst marghåttligari enn eg vil trúgva. Í eini tíð, har mentanarligt ar- beiði ikki verður mett sum serliga nógv av teimum sum sita við róðrið, átti ein at trúð at listarligar og mentanarligar kreftir ann- ars stóðu saman fyri at verja felags áhugamál, sum so aftur kunnu met- ast sum almenn áhugamál hjá fólki yvirhevur — væl at merkja um vit ikki eru ein tjóð, sum heldur seg kunna vera mentan fyriuttan. Í veruleikanum er slakt- ingin av »Grimu« ikki bert ein spurningur, sum viðvíkur hesum 5 (4 fyrr- verandi) lentu leikarum, men ein meiri prinsipiellur spurningur, um hvussu mentanarpolitikkur skal førast. Skal mentan vera fritidaritriv ella eiga vit at hava professionelt fólk? Hvør — og vid hvørjum grundarlagi — skal av- gera, hvat ið skal fáa loyvi at gerast professionelt? Eigur >virksemi sum heild« at studlast, fram um einstakar persónar? Eftir mínum tykki var royndin við »Grimu« nevniliga eisini ein roynd at fáa virksemi á gongd víða hvar í landinum. So gerst tað meiri liviligt hjá fólki at stødast. Í staðin fyri at økja um stuðulin til hetta virksemi alt eftir hvussu umfatandi tað gjørdist, metti mentanar- målarådharrin tiltakið eftir vanligum business- máta: kunnu tit ikki klára tykkum fíggjarliga, so mugu tit fara á heysin sum aðrar fyritøkur. Illar tungur kunnu siga: hvat skulu vit gera við sjónleik, nú vit hava hetta frálíka danska sjónvarpið at sovna frammanfyri? Og var tað ikki snoypið at landsins helst besti sjónleikari og leikstjóri, hvers arbeiði neyvan kann verða ov hegt mett, fær stjórastarv á donskum sjónleikaraskúla, meðan føroyingar mugu leita sær til Danmarkar eftir pro- fessionellum leikstjórum? Peningurin til feroyingar verður í landinum. Nú frættist at sjónleik- arar hava stovnað »Meg- infelag«, væl at merkja fyri »åhugaleikarar«. Fregnast má eftir, um hetta merkir at nýggja fe- lagið ikki vil arbeiða fyri professionellum sjónleiki, men bert fyri fólk, sum ókeypis av áhuga dyrka hesa list. Eitt slíkt felag kundi verið landsumfat- andi, og starvað saman við tónleikarafelagi, lista- málarafelagi osfr., soleiðis at eitt fast skipað sam- starv fekst í lag millum fólk sum vilja føroyskum mentanarlivi væl. I slikum felagsskapi kundi mentan- arpolitiskir | spurningar verið havdir á lofti, og sum eitt landsumfatandi fakfelag kundi eitt slíkt tiltak lagt trýst á mynd- ugleikarnar eins og onnur fakfeløg, so at mentanar- ligt arbeiði kundi verið mett sum annað virðis- skapandi arbeiði. Í hesum máli eru feroyingar eftir- bátar sammett við grannalond okkara. Í dag sýnist sum um tað er rættiliga tilvildar- ligt = hvaðar peningur verður latin til mentan. Tað er órímiligt at tað kanska er persónligi smakkurin hjá einum ein- støkum mentanarmálaráð- harra, sum avger hvussu mentanarlívið skal studl- ast her á landi. Hvat ið er góð (»fin«) mentan og hvat ikki. Til dømis kann nevn- ast, at åvis sløg av ténleiki fåa studul til keyp av in- strumentum og almenn høli at spæla i, medan onn- ur sløg eru við sviðið sod. Her kundi ein fakfelags- skapur fingið ávirkan, um hann virkaði rætt. Tað átti eisini at verið náttúr- ligt at áhugaði kundu fingið fíggjarligar megu- leikar til t.d. at skriva eina bók í eitt ávíst tíðar- skeið. Rætt er tað, at sjón- leikur, tónleikur ella bók- mentir kunnu ikki etast ella seljast gjøgnum fiska- seluna. Men var tað ikki onkur sum segði, at menn- iskjur liva ikki av breyði aleina? C. Screwdriver jnr. Bóndagarðar, flogvøllir og rúsdrekka Nú sær tað út sum um hetta vælsignaða málið um landbúnaðarsteð skal gerast ein endurteka av málinum viðvíkjandi hvar flogvellurin átti at vera ella um vit skulu broyta rúsdrekkalógina. Politik- ararnir bera seg at sum småbørn í(orsakið, góð bern!) og lata persónlig sambond ella lokalar at- kveðuspekulatiónir ráða. Flogvallarmálið endaði so við, at vit enn hava gamla flogvellin í Vágum, tí ongin kundi semjast um annað betri hóskandi stað, og enn hava vit hesa kriminaliserandi og dis- kriminerandi rúsdrekka- lógina, sum eyðkennir fólkamentanina yvirhev- ur, har tað snýr seg um at »skaffa« og so »tøma« tað skaffaða. Nú hava politikararnir gloymt flogvellin. Fyri nekrum mánaðum síðani vísti sjónvarpsfelagið film, har flogvellir kring heimin fingu »karakter« frá flogskiparum og kønum fólki annars. Summir fingu „svartar stjørnur«, og tað merkti at teir vórðu ikki mettir hogt av teimum kønu. Tað sigst at hesin filmur í eðrum londum hevði ávirkan á hvaðar ferðafólk valdu at fara at ferðast. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Tað hevði verið for- vitnisligt at fingið at vita, hvussu flogvellurin í Vág- um hevði verið settur í bás, men hann slapp ikki upp í part í sendingini. Ikki eri eg kenur í flog- málum, men mær er sagt nógv um vind-viðurskift- ini har vesturi, sum ikki kann skúgvast til viks, tá ein hevur roynt at lenda har. Fyribrigdi sum »luft- hol« gera seg serliga gald- andi inneftir Sørvågsfirdi, og í slíkum ferum verður flogfarið blakað upp og niður, so tað er ein veru- ligur lætti at fola fast undir fótum aftur. Ikki vil eg ræða fólk, sjálvt um mær sjálvum onki dámar hesar ferðir — og um veturin hava vit ongan annan ferðamegu- leika. Men eg gjørdist bilsin, tá eg einaferð las í Dimmalætting grein um trygdarmanningina har vesturi. Hon hevði havt venjingar, og ein venjing var t.d. soleiðis sett upp, at flogfarið skuldi eitast at vera fokið av breytini orsakað av knappligum síðuvindi. Tað má sigast at vera heldur skelkandi, at trygdarmanningin arbeiðir við einum slíkum meguleika. Er tað veruliga so, at flogfarið yvirhvøur fer niður, um tað er ein minsti møguleiki yvirhevur fyri slíkum vindkestum? So mikið álit havi eg á flogskiparunum, og manningini í flogvellin- um, at ongin tekur »kjans- irc um meguleiki skuldi verið fyri slíkum vind- viðurskiftum. Um vit síggja burt frá tí fyrimuni ein meira sentral- ur flogvellur hevði havt, so hevur alt ov lítið tjak verið um hvar í Feroyum tað er tryggast at hava flogvell. Og um tað ikki hevði loyst seg at havt ein annan flogvell eisini, sum kundi verið nýttur, tá vind- ella veðurviðurskifti á hinum staðnum ikki vóru tey bestu. Aldri hava vit sæð nakað um, hvat flogskiparar hugsa um flogvøllin í Vágum. Við- hvert siga teir okkurt óskilli í hátalaranum um, at vellurin er so stuttur, at bremsingin verður herð, og at vindur- in er eitt sindur ófantalig- ur, men teir lenda so — so alt átti at verið í lagi. Vónandi er tryggleikin viðvíkjandi flúgvingini, sum hevur so nógv at siga fyri allar føroyingar, ikki nakað sum einans verður avgjert av upphæddum á fíggjarlógini ella lokal- politiskum spekulatión- um. Hvat tað kostar at longja flogvellin í Vágum ella at byggja ein annan aðrastaðni, má koma í aðru rekkju. Tryggleikin má prioriterast fram um alt. Men nú er stilt sum í grevini um hetta mál. Tí nú trætast menn um hver bóndagarður er best- ur. Onkuntíð hevur Sand- oyggin verið nevnd »gloymda oyggin«. Og tá man vitjar Sandoynna, sjálvt sum ókunnugur á báðum økjum, so sær man vid fyrsta eygnakast at hon sær út sum tann besta bæði til jarðarbrúk og flogvell. Kanska hevur hon ov fáar tingmenn til at verða tikin uppí part, ov fáa atkveður í mun til aðrar oyggjar. Og eftir stendur tú sum Kánus og tekur so til orða: líka veit eg! Fyrrverandi bileigari