leygardagur 12. januar 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sanna í summarfri -
— 00
Sanna er so spent at fara
í summarfrí hjá ommu
og abba. Beiggin skuldi
við. Sanna er 10 ár,
beiggin er 12 ár
Meðan tey eru hjá
ommuni og abbanum
verður grind, og tey fara
niðan á eitt fjall, og tey
fara at fiska, og tey hava
heimalamb, og tey upp-
livdu nógv annað stutt-
ligt.
Bókin er góð — hon er
lett at lesa, tí hon hevur
30 stórar bókstavir. Hon
kostar 24 kr
Sigrid Andreassen, 9 ár
Klintrimús og hini
dýrini í Valbakka-
skóginum
Bókin er um dýrini í Val-
bakkaskóginum, hvussu
tey liva. Revurin er
óreinur at eta hi
men so gera dýrini
dýrini,
eina
avtalu um, at øll eiga at
vera góð hvert
að, tí ella verða
við ann-
ngi smá
dýr eftir í skógini
Einaferð hevdu menn-
iskjuni rænt bjarnaung-
an Murrimann, hini dýr-
ini vóru so forharmað, og
tey fingu revin at hjálpa
sær ímóti
menniskjunum.
Bókin er egiliga stutt-
lig, serliga í seinastuni.
Bókin er vakurt
prentað og innbundin og
kostar 38 kr
Randi Serensen, 10 ár
Til fjalls og fjóru
I fjør komu út tríggjar
bekur, sum Christian
Høj hevur skrivað. Tvær
teirra »Barnasøgur Ile
og »Barnasøgur Ille
hevur K.F.U.M. Tórs-
havn givið út, meðan
Feroya Lærarafelag hev-
ur givið út >Til fjalls og
fjøru«.
»Til fjalls og fjøru«
kom út fyrst i november
1979, just sum Chr. Høj
fylti 75 år
I békini eru 18 søgur,
sum Chr. Høj gjøgnum
årini hevur skrivad
»Mina Jólabók<
Christian dugir væl at
siga frå. Søgur hansara
eru lættar at skilja hjå
børnum. Sum heild eru
tær ikki veruleikafjarar,
men tær hava nakað at
siga børnum, tær hava
ein boðskap at bera. Ein
kristin dámur hvílir yvir
søgunum, men av teirri
orsek vera tær ikki verri,
heldur tverturímóti.
Myndirnar í bókini
eru frálíkar, men heldur
fáar í tali. Prentið í
bókini er gott, hon er
sett við stórum stavum,
ið eru lættir at lesa
Chr. Høj hevur stóra
tøkk uppiborna fyri
dygdararbeiði sítt at
ríka barnabókaheim okk-
ara
G.
Skrivið til Barnasíðuna
sosialurin
Nr: 3 — 12. januar 1980
Til tykkum
Ein sega við t.
Týsdagin tann tíggjunda, tingaðust
Tina og Turid, tí tóku tær tantu Trinu
til teirra, týðiliga tann týsdagin, tí
teimum tørvadi turran tosk til ta tíðina.
Tummas tamdi tann tunga troytta
tarvin, tí tað trongdi tarvurin til, tað
trúði Tummas.
LOYNIHELLIÐ
eftir J. M. Neale
Gróðrarblettinum
>Vit takka tær fyri, at tú ert komin, håttvirdi,
hvat so enn er orsøkin til, at tú hevur leitað eftir
okkum«, segði Basilius. »Men kemur tú ikki fyrst við
okkum inn í helli okkara at rinda meðina, áðrenn tú
sigur okkum, hverji erindi tíni til okkara eru?«
>Ég komin innar við tykkum“, svaraði Euthymius,
»men eg kvíði fyri, at tit fáa ikki nógvan frið í nátt.
Tilhaldsstað tykkara er funnið. Fimti hermenn eru
komnir úr Zericah at leita eftir tykkum. Longu í
morgin verða teir her, og um teir finna tykkum, fara
teir at drepa tykkum, so teir kunnu fáa ta løn, sum
landshevdingin hevur lovað teimum, sum taka
tykkum«. Basilius ornaði. Tað, sum hann so leingi
hevði óttast fyri, var hent. Men áðrenn hann fekk
málið fyri seg, spurdi Thekla, kona hansara: >Men
hvat heldur tú, heilagi maður, at vit skulu gera, fyri
at sleppa undan hesi vanlagnu?<
>Ég eri væl kunnigur í hesi oyðuni. Longu áðrenn
nakar av tykkum varð føddur, dugdi eg at finna
loynisteð her. Óttist tí ikki! Eg skal fylgja tykkum í
eitt helli, sum neyvan verður funnið og sum — skuldi
tað kortini hent — ikki kann verða hertikið.
Tað er ikki tríggjar fjórðingar higani. Savnið alt
tað saman, sum tit hava fyri neyðini, fyrst og fremst
matin, tí uppihaldið har kann gerast drúgt! Lýðið
mini ráð — so vænti eg, tit sleppa undan! <
Meðan hann tosaði, vóru tey komin til hellið. Difil-
ius gjerdist ágvuliga bilsin, tá ið hann sá gestin. Í
fáum orðum varð alt greitt fyri honum eisini.
>Takið nú bara tað við tykkum, sum er heilt neyð-
ugt, men skundið tykkum! Og takið so mikið, sum tit
orka at bera! — Tað er best, um eg beinan vegin fylgi
tykkum til tað nýggja hellið. Um her er meira. enn tit
bera eina ferð, má tann sterkasti av tykkum koma
aftur eftir tí, sum eftir er«.
»Hvussu við vatni, háttvirdi fadir?« spurdi Difil-
ius. >Megu vit eisini dragsa tað við okkum ?<
»Nei — bert eitt skotmål frá hellinum er vatn, so
mikið tykkum nýtist.
Í skundi vórðu neyðsynjarverurnar pakkaðar
saman. Basilius býtti mjelið sundur í smærri posar,
so tað var lættari at bera. Klædnaplegg, máttur og
rekkjuváðir var alt neyðugt, ein stór vatnkrukka,
nekur biker, ein leðurfleska við víni, eldferi (steinur
og stál), kyndlar, tvær eksir, nekur vápn, alt varð
sett út uttan fyri hellið. Irbissinum sleptu tey leys-
um. Alt annað mátti vera eftir í hellinum. Difilius
helt, at tey skuldu grava tað niður, men tíðin var so
knøpp; og Basilius og einabúgvin vónaðu, at her-
menninir ikki fóru at kanna hellið so gjølla, ti tað bar
orð fyri at spekja so illa har.
Mánin kom undan. Træstubbarnir, fjellini og tað
síða grasið við kelduna kastaðu skuggar, sum vóru
åtøkir spøkilsum. Veðrið var kalt og ófýsið. So fóru
tey úr Pan-hellinum at leita sær eftir einum tryggari
skýli. Euthymius gekk á odda. Hann bar ein stóran
sekk av mjøli, sum kundi ovbyrjað ein mann, ið var
yngri enn Euthymius. Tey gingu heilt niðan á fjallið
og oman í ein dal hinumegin.
Í fyrstuni vórðu fjellini lægri og lægri, og dalarnir
vóru fláir. Men so við og við vórðu fjellini brattari og
villari við hamrum og trøllsligum gjótum, og ein
kensla av einsemi og óhugna seig saman um tey«.
Í meir enn ein tíma hevdu tey nú fylgt tí lætt-
gongda einabúgvanum. Leiðin lá um fleiri fjall, fram-
við gjáum, sum tey ikki altíð hómaðu á botn í. Við
hvert hevdu tey gingið eftir so smølum rókum, at tey
hverja letu óttaðust fyri at snáva á og fara sendandi
niður fyri. Viðferið var tungt at dragsa.
Men ikki var ráðiligt at hvíla seg. Tey gingu tig-
andi uttan stødg, einsamøll í myrkrinum. At enda
komu tey at einum fjalli, sum tóktist brattari enn
hini, tey høvdu gingið um. Tá ið tey vóru komin upp
í hålvt fjallið, steðgaði Euthymius á. »Her er tað!“
segði hann og læt posan falla av sær. >Tað eru longu
nógv ár síðani, eg var her seinast, og inngongdin
tykist vera heilt tilgrógvin, men eg eri vísur í, at
hetta er rætta staðið! a
Euthymius peikaði á fýra runnar, sum stóðu tætt-
ir saman. Ein stórur steinur lá har eisini.
>Ferkið steinin burtur!« segði einabúgvin.
»Men ansið eftir ikki at røra runnarnar, brotnar
greinar kunnu siga frå!« rópti Difilius.
>Rætt hevur tu«, segði Euthymius. »Men teir
kunnu nú leita sum teir vilja, eg hugsi ikki teir finna
hesa inngongdina«.
Difilius og Jóhannes royndu at flyta steinin, men
Basilius og Filippus máttu koma teimum til hjálpar.
Varisliga loystu teir steinin úr moldini og ferkaðu
hann til síðis. Eitt myrkt hol sást undir honum. Upp
úr holinum kom kaldur vindur.
Ja, hatta er so hellið! — Komið nú aftan á mær!«
segði 0 og gekk undan.
Hans“ legði seg á knæ og trilvaði seg niður í holið.
Hini grulvaðu aftan á honum. Holið gjørdist skjótt
víðari, eina manshædd til ummáls. Tað gekk
alianvegin tvertur igjøgnum fjallið, og munnin hinu-
megin var nógv víðari. Tá ið tú hugdi út har, sást tú
beint niður í eina djúpa avgrund.
Basilius gekk fram á tromina og hugði niður. Niðri
I gjónni var heilt myrkt. Hinumegin sást jevn brekka
niðan á fjallið. Úr hellinum var steyrrætt berg um 20
metrar niður, og uppi yvir hellinum næstan steyr-
rætt líka so hegt.
Framhald