Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 H gm telf. 14720. 11820 Sostalurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Skakandi tíðindi SEINASTA sunnudag bar danska blaðið Politiken tey tíðindi, at Nato samgongan hevur í umbúna at byggja nýggjar radarstødir eila so- kallaðar åvaringarstødir í Bretlandi, Noreg og Føroyum. TAÐ ERU NÚ liðin umleið 25 ár síðani Nato samgongan tók stig til bygg- ingina av tí verandi stødini á Sorn- felli. Føroyingar mótmæltu tå at Nato kom inn í landið og at herstød varð bygd i Føroyum. Síðani hava vit mót- mælt ferð eftir ferð. Í HESUM MÁLI hevur Føroya løgting gjørt fleiri einmæltar samtyktir. Løg- tingið hevur m.a. samtykt at hern- aðarútgerð ikki eigur at vera á før- oyskum land- ella sjógki. Løgtingid hevur kravt hernaðin av landinum og at Sornfellisstødin verður nidurløgd. Men alt hetta hevur higartil verið til fánýtis. ALT BENDIR á, at Nato samgongan bert hevur lítla og púrt onga virðing fyri teimum samtyktum, sum gjørdar verða á Føroya løgtingi. Sum tíðindi í donskum blað fáa vit nú at vita, at heilt nýggjar útbyggingar eru í um- búna. Og hetta hendir, hóast bæði danir og eisini øll hini Nato londini, áttu at verið væl vitandi um tær ein- mæltu samtyktirnar hjá Føroya løg- tingi í hesum máli. EFTIR OKKARA meting er hetta tað sama sum at hava føroyska fólkavilj- an og einmæltu samtyktir Føroya løgtings til fótatraðk. Henda framferð er stak ófólkalig fyri ikki at siga ódámlig og ódemokratisk. Í okk- ara oyrum eru hesi tíðindi so óhugna- lig og ódámlig, at vit hava ilt við at trúgva teimum. SUM SAGT stóð hetta at lesa í einum donskum dagblað seinasta sunnu- dag. Best var um hetta einans vóru leysatíðindi uttan hald í veruleikan- um. Fyri okkum eru hesi tíðindi so skakandi, at vit hava ilt við at trúgva at nakað sum helst hald kann vera í teimum. sosialurin Nr. 4 — 16. januar 1980 Meiri ómynduggering? Tað er hugstoytt at frætta at nakað tað fyrsta nýggi fólkatingsmaður okkara sigur á danatingi, er at hann vil mæla denum til at hjálpa okkum føroying- um til at ómynduggera okkum enn meira. Hann eymkar seg frá reðarapall- inum um, at reklamu-for- boðið viðvíkjandi rús- drekka í Feroyum er ikki nóg virksamt, tí fólk lesa jú eisini donsk bleð. Tað er altso ikki nokk, at diktera heimligu bleðunum hvat tey hava loyvi til, nei, nú skulu føroyingar kanska eisini til at avgera hvat danir kunnu loyva sær. Tað eru ikki danir, sum hava fingið okkum eina ómynduggerandi og — ja, eg mundi næstan sagt, »rasistiska« — rúsdrekka- lóg, sum førir til sosial órættvísi, mytologiska mentan rundan um flesk- una, ovurdrykkju tá »skaffad« er, samfelags- liga kliku-uppbygging aft- anfyri stongdar hurðar í staðin fyri eitt opið demo- kratiskt frítíðarlív, annars kundu fylgjurnar ramsast upp so langt so langt. At rúsdrekka er skaði- ligt eru fá ósamd um. Men vit læra ikki fólk at fara tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. við hesum evni, við at ómynduggera tey meir og meir. Tað er næstan sum at vilja sleppa undan at gerast abbi við at krógva síni porno-blød undir koddanum fyri børnunum. Ómynduggering skapar dupultmoral, ósjálvsteði, óvissu við sjálvan seg, og fyrst og fremst ger hon at hverki einstaklingar ella tjóð gerast vaksin. Tey fáa ein »infantilan« til- veruhátt viðvíkjandi teim økjum, har tey eru ómynduggjerd. Men kanska sita feroyingar og sleva og grína fjákut uppi yvir brennivíns-reklamum í donskum bleðum. Og vit vita, at danir drekka ov nógv — eins og so nógvir aðrir — og frans- menn drekka enn meir osfr. Men hvussu hevði tað verið, um danir ella fransmenn noyddust at pimpa í skýmaskotum við vodka sum teir høvdu fingið við postinum úr Russlandi? Og um tú mátti hava lykil og helst vera menniskja av ávísum slagi, um tú skuldi koma inn á vertshús? Og um Glistrup, sum hevur 0 i skatti, kundi fåa brenni- vín, men ikki arbeiðsmað- ur Jens Hansen? (Nú hava danir, tíbetur fyri teir, kelduskatt). Hevdu fólk tá drukkið minni? Øérvisi — meira ókontrollerað, svak- ligari, kanska. Nær sært tú t.d. slagsmál og flesku- knús úti á getuni í einum 8-millióna býi sum París? Ikki noyðast landsstýris- menninir at ganga langt í Havnini fyri at uppliva hesa síðuna av mentanar- lívinum, sum stavar frá ómynduggering. Viðvíkjandi reklamu, so er tað eitt uppskot, at samfelagið fær eitt åvist tamarhald á reklamu. Til demis eigur tað at kunna revsast, at geva skeivar og villleiðandi upplýsing- ar í reklamum. Tað átti eisini at verið ein skylda hjá framleiðarunum gjella at upplýsa fyri fólki, helst á sjálvari veruni, hverji evni eru í henni og hverja ávirkan tey hava á menn- iskjalikamið. Hetta átti ikki minst at verið gald- andi fyri rúsdrekka, men eisini sigarettir, fisk, dósa- mat, vaskipulvur, ja, allar verur, sum tú fært í eini selubúð yvithevur. Sam- felagið kundi sett ein bólk av lærdum fólki at kanna eftir um hesar upplýsing- ar vóru rættar. So kundu veruframleiðararnir kapp- ast í reklamum um, hver framleiddi tær bestu og heilsugevandi verurnar. Hver seldi teir mest bensin-sparandi bilarnar og ikki bert teir, sum kunnu hava tað flottasta nakna konufólkið uppi á kølaranum í eini lýsing. So hevði tað eisini verið skylda at upplýst um, hvussu tey ymisku slegini av rúsdrekka virka, objek- tivt og sakligt. Og bannað at reklamera við at »tu veråur ein betri madur tå tå vaknar i morgin — drekk nógv Scotch Whisky« osfr. Eisini heitti fólkatings- maðurin á danir um at gera tolleftirlitið strangari í Kastrup, fyri at tryggja føroyingar. Álvaratos, er tað nú ikki okkara egna uppgáva at syrgja fyri okkara egnu tollmålum? Og er tað nú ikki nóg mikið at verða rentgen- geisla-gjøgnumlystur (er tað — krabbameins-skadi- ligt) hverja ferð tú skalt úr Kastrup til Feroya, so at vandi er fyri at filmir og bandupptøkur, sum tú hevur við tær, verður oyði- lagt? At onkur verður fongsl- aður í Næstved fyri okk- urt »råsandi« evni, og fer- oyskir detektivar síðani uppdaga at hesi hava onk- untíð verið í Feroyum — ja, lítið skal til, og lítið munnu teir feroysku Columboar hava at gera, nú teir eru farnir undir eftirgranskingararbeiði. Hvat við at halda seg har sum strandferðslan rekkur um veturin, og lata onnur lond klára síni kriminalproblem uttan serkøna føroyska hjálp? Rusdrekkaspurningurin er ein torførur samfelags- spurningur, sum flestu lond i hvussu so er i okk- ara heimsparti hava havt at stridast vid so leingi fólk hevur skapt søgu. Men er tað eitt, sum hverki loysir henda spurn- ing og ei heldur aðrar, so er tað at sáa misálit, at ómyndugera fólk, ið staðin fyri at læra tey at standa á egnum beinum og stjórna sær sjálvum. Hetta er bæði galdandi fyri tjóðskaparlig mál og rúsdrekkamál. Nalvajón Nap. Nabeljohnsén Yvirlýsing frá Politisku Nevndini í Oyggja frama, Feroyskir Marx-Leninistar Oyggjaframi metir at sjálvavgerðarrætturin hjá tjóðunum er ófrávíkiligur Einki kann geva eðrum londum rætt til at leggja seg upp í innanhýsisviður- skifti hjá eini tjóð. Um jóltíðir framdi ann- að risaveldið aftur hetta brot. Hesaferð móti grannalandinum Afghan- istan. Sjeytiárini hava givið okkum fleiri demi um sovjettiska uppiløgu i vidurskiftini hjå ødrum londum. i Afrika vid hjålp frå cubanarum, i Kampu- sjea vid hjålp frå Vietnam. Alla staðni er tað hin sov- jettiski dreymurin um heimsveldið sosialimper- ialisman sum liggur aftan fyri. Sovjett hevur yvirtikið leiklutin hjá USA, sum hitt framherjandi risa- veldið. Tann leiklut USA hevði eftir 2 heims- bardaga hevur Sovjett í dag. Oyggjaframi Feroyskir Marx-Leninistar fordemir uppíleggingina í Afghan- istan. Hetta eigur at fáa fylgjur, eisini fyri viður- skiftini millum Feroyar og Sovjett. Mótmælið innrásini, við at siga upp fiskivinnusátt- málan við Sovjett. Feroysku pólitikarar- nir, eitt at kalla einmælt løgting, hava lovað Sovjett inn um føroyskt eki. Ein 10 ára fiskivinnu sáttmáli, sum bert er til fyrimuns fyri Sovjett, er undirskrivaður. Við eðrum risaveldinum USA sætað á Sodnfelli, og við at hava lovað hinum risa- veldinum Sovjett inn á foroyskt sjógki, hava før- oyskir politikarar gjert Føroya ekið til leikvøll fyri telvingina millum risaveldini, og við tí okta krígsvanda, sum innrásin í Afghanistan merkir, sett trygdina hjá feroyska fólkinum í vanda. Vit krevja, at Føroyar syna sína andstygd fyri innrásini í Afghanistan, og risaveldispolitikkinum hjá Sovjett, við alt fyri eitt at taka stig til at upp- siga sáttmálan við Sovjett og reka øll sovjettisk skip av føroyskum havøki. 10. januar 1979 Politiska Nevndin Oyggjaframi Føroyskir Marx-Leninistar v/Heina Joensen Sendið lesarabrøvini til Sosialin!