leygardagur 19. januar 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sunnudagin, tann 20
januar, verður Hjalmar
Didriksen, maskinmeist-
ari, í Vestmanna, 80 ár.
Hjalmar er sonur Ole-
vinu og Jóannes Didrik-
sen í Vestmanna. Ole-
vina, mamma hansara,
var dóttir Hannu, gomlu
jarðamóðurina, ið var
borin í heim á Skælingi,
fáar vikur áðrenn foreld-
ur hennara á heysti 1836
settu seg niður á Hvíta-
nesi. Olevina doyði á
ungum árum frá seks
bernum. Hjalmar var tá
12 ár
Pápi Hjalmar, Jóann-
es, róptur Hvítanesjó-
annes, var føddur og
vaks upp á Hvítanesi.
Abbi og omma Jóannes,
Díðrikur Didriksen, úr
Húsinum í Kollafirði, og
Stina, úr Homrum, vóru
millum tey fimm húsk-
ini, sum í 1836 búsettust
á Hvítanesi. Eins og
nógvir av kollfirðingun-
um á Hvítanesi var
Jóannes framúr góður
smiður, fyrst og fremst
tiltikin byrsusmiður. Tá
ið hann sum ungur flutti
til Vestmanna, fekk
hann sær smiðju á Deild,
og teir fýra synirnir
lærdu hondverkið av
honum. Smiðjan hjá
honum stendur enn
Hjalmar fór til skips
fimtan ára gamal. Fyrsti
túrurin var við Gudrun
Zoegu, ið Jaspur Hjelm
førdi. Sidani sigldi hann
vid ymiskum sluppum —
deyðsiglarar, sum vera
man tá í tíðini. Tað kann
vera vert at nevna her,
at hann var ein av mann-
ingini á Mary Boyes,
sum á veg heim av
Suðurlandinum í 1917
varð steðgað av einum
enskum herskipi og
seinni tvingað at sigla til
Onglands, eftir at skip-
arin, Oli Jákup í Skálum
í Vestmanna. kortini
hevði treytað sær, at
at kalla ell manningin
slapp í bátin og fekk róð
inn til Servágs. Hvussu
gekst teimum trimum, ið
eftir vóru umborð, hevúr
Agga á Deild, beiggi
Hjalmar, greitt frá í eini
spennandi og stuttliga
skrivaðari grein í Búgv-
anum desember 1941
Í 1926 fór Hjalmar til
Sveríkis og arbeiddi
seks ár á Bolinders
Maskinfabrik
Stock-
holm. Har tók hann
eisini motor- og maskin-
passaraprógy Aftur
sosialurin
Nr. 5 — 19. januar 1980
nýtt um nevn
Hjalmar Didriksen 80 ár
pápa sínum í Vestmanna
— maskinmeistaraprógv
á Maskinskúlanum í
Havn, og í 1936 tók
hann hondverkaraprev-
an á Teknologisk
Institut Keypmanna-
havn.
Hjalmar sigldi síðani
sum maskinmeistari við
ymiskum trolarum, bæði
í Íslandi og undir Fer-
oyum. Undir krígnum
arbeiddi hann tvey ár
hjá Vilhelm Nielsen í
Havn. Í 1961 fór hann at
sigla við donskum
farmaskipum. Hann var
eisini eina tíð maskin-
meistari á Herthu. Og í
tvey ár, frá 1968 til hann
fylti 70. var hann
maskinmeistari á Jens
Christian Svabo.
Tey seinastu tíggju
árini hevur Hjalmar
arbeitt uppi á landi.
fyrst á Vestmanna
Skipasmiðju og seinni
heima hjá sær sjálvum
— fyrst og fremst hevur
hann tikist við at halda
og beta um neyst og
bát 1 dámar væl
at fara til útróðrar, og
hann er á floti, tá ið
nettupp tað, sum orðið
sigur, eitt felag, har tey
minni mentu ikki verða
við skerdan lut, og har
tey, sum taka tey tungu
tekini, krevja sín rætt —
ein lívsáskoðan, hann
ivaleyst hevur havt frá
barnsbeini av, men sum
er vorðin undirbygd av
tí, hann hevur sæð og
upplivað i eðrum
londum. Tá ið javnaðar-
felag varð stovnað í
Vestmanna tann 8. mars
1958, varð Hjalmar
Didriksen valdur til for-
mann. Hann sat sum for-
maður, til hann í 1961
fór útaftur at sigla.
Tey seinastu árini er
nógv sagt og skrivað um
ta djúpu gjógv, sum er
ímillum ættarliðini. At
tað, sum skilir, nettupp
ikki er aldur, men sinna-
lag og sjónarringur
uttan mun til aldur, er
Hjalmar Didriksen eitt
gott demi um. Tey ungu
hava gingið nógv inn til
Hjalmar og Hallgerð,
tey hava verið vælkomin
har og kent seg væl har
— og tað er ikki so legið
Frá tí Hjalmar fór til
skips fyrstu ferð, og til
nann gavst í 1970, er eitt
tíðarskeið uppá 55 ar,
hann hevur upplivad ta
siglingarsøg-
givið honum vitan og
royndir, men hetta
hevur ikki tyngt hann
ella gjert hann til álvars-
mann burturav. Tvørtur-
ímóti, hann hevur eitt
sjáldsama ungt sinni,
hann er skemtingarsam-
ur og hevur eina róliga
og blíða medferð, sum
gera tað til ein stuttleika
at tosa við hann, og
hóast fortíðin óivað
mangan er honum í
huga, hevur hann ein liv-
andi áhuga fyri tí, sum
hendir nú — bæði í tí for-
oyska samfelagnum og í
eðrum londum. Og hann
hevur ein eg hevði nær
sagt modernaðan máta
at síggja samfelags-
viðurskifti uppá. Og so
hevur hann humor, hesa
sjáldsomu gávuna at
duga at síggja
hendingar og ting, ikki
bara í einum álvarsom-
um ljósi, men eisini og
um somu tíð, í einum
skemtiligum ljósi, ein
gáva, sum gevur lívinum
dýpd, ger tær góðu let-
urnar betri og tær tungu
eitt sindur lættari at
bera.
Vit eru mong, ið siga
Hjalmari hjartaliga
tillukku við degnum og
ynskja honum mangan
dagin á floti aftrat
Hanus Andreassen
dagbókin
Læknavaktirnar
Tórshavn: Andor Ellefsen,
tlf. 12233
Norðoyggjar: Jaspur Pet-
ersen,, tlf. 56474
Eysturoyggin: Sigvald
Kristiansen, tlf. 41490
Suðuroyggin: Tlf. 71560
Tannlæknavaktin,
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst í
dag og í morgin kl. 13—14,
tlf. 14544
Gudstænastur
Havnar kirkja: Axel Tór-
garð
Vesturkirkjan: Ejvind Vil-
helm, altargongd
Kirkjubeur: Kjartan
Merkere
Nólsoy: Hans J. Joensen
Vestmanna: Jákup Magn-
ussen, altargongd
Norðskáli: Petur M. Ras-
mussen kl. 12
Strendur: Petur M. Ras-
mussen kl. 17
Oyndarfjerður: Petur Pet-
ersen, altargongd
Fuglafjørdur: Høgni Poul-
sen, altargongd
Rituvik: Torkil Beder, alt-
argongd
Vidareidi: Salomon J. Jo-
ensen, altargongd
Bøur: David Johanne-
sen, altargongd
Skopun: Bergur Jacobsen,
Kl. 12
Sandur: Bergur Jacobsen
kl. 19, altargongd
Hvalba: Elsa Funding
Famien: Johan Weihe,
altargongd
Norea Radio
Danmark
Hoyrist å millumbylgju
205 m (1466 kHz) kl.
21.15—21.30.
Mánadagin 21.: >Snarið 04
527190 — ella skrivið til
Norea Radio, 6100 Had-
erslev!«
Sangynski og spurning-
ar frå lurtarunum. Poul
Lykke Nielsen og Jens
Erik Rasmussen.
Tysdagin 22: „Jesus
kommer igen!< Temasend-
ing, III. partur, Flemming
Burgdorf, landsskrivari
Kór frá Bornholm syngur.
Norskar sendingar eru
hvert kveld kl. 17.05 á
stuttbylgju 31 m (96
mHz) og kl. 18.05 á stutt-
bylgju 41 m (7,2 mHz).
»Kærleiksrimur
Gríma er í Losjuni i Gøtu
vid »Kærleiksrimum «
leygardagin kl. 20 og
sunnudagin kl. 16.
Stet Viljen
Losjan Stet Viljen hevur
fund í Uppistovu mána
kveldið kl. 20
Hvítusunnu-
samkoman,
Evangeliihúsið
Útifundur á Vaglinum
dag kl. 21.30. Morgunmøti
sunnudagin kl. 11, sunnu
dagsskuli kl. 14 og evan
geliskt møti kl. 18.
Týsdagin kl. 20 verður
bibliulestur og bøn.
Telefonandaktin 12266
Orð krossins
Sending á íslendskum
máli, hoyrist hvert mána-
kveld kl. 23.15 frá Monte
Carlo á millumbylgju 205
m (1466 kHz).
Tøkk
Luttakararnir = ur
Norðstreymoyar
Dansifelag takka
mangar ferðir fyri
móttekuna, ið okk-
um var fyri á Sandi
í dogunum 11., 12.
og 13. í hesum mán-
aði.
Øllum tykkum,
ið vit komu saman |
við á hesi ógloym-
andi ferð okkara og
tá serliga teimum,
ið skipa fyri innan
ungmannafelagið
»Virkid« bera vit
eina hjartans tøkk.
Ein serstøk heilsan
verður at enda send
tykkum, ið vit vóru
til hús hjá.
Tokk fyri framúr
stórt gestablidni.
Norðstreymoyar
Dansifelag
Sendið
lesarabrevini
til Sosialin