leygardagur 19. januar 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 5 — 19. januar 1980
telf. 147 20. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Veiðuflotin
LANDSSTYRID og løgtingsins figgj-
arnevnd hava í heyst givið tilsøgn um
studulslån og veðhald fyri bygging
av trimum sonevndum djúpvatnstrol-
arum.
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
HETTA KOM TÓ íkki alment fram
fyrr enn fyri tveimum vikum síðani.
Tó bar útvarpið hesi tíðindi. Í farnu
viku var so mótmæli frá fiskivinnu-
ráðnum í pressuni. Fiskivinnuráðið
sigur, at hesi skipini koma at troyta
somu leiðir og somu stovnar, sum
okkara núverandi veiðufloti troytir.
FISKIVINNURÁÐIÐ heldur fram, at
fleiri av teimum skipum, sum vit nú
hava, áttu at verið umbygd, heldur
enn at vit nú fara undir tríggjar ný-
bygningar. Ráðið kemur til ta niður-
stóðu, at vit eiga at leggja stilt tað
fyrsta árið, og tað vil siga, at ongi
skip eiga at verða bygd í eitt ár.
VIT MUGU SIGA okkum at vera full-
komiliga ósamdar við fiskivinnuráðið
í hesum spurningi. Vit meta tvortur
ímóti, at vit eru alt ov seinir á sjóvar-
fallinum, tá talan er um at laga okk-
ara veiðuflota til tær broyttu umstød-
urnar. Fyri at tryggja kvoturnar á fjar-
leiðunum sum longst, má tann
verandi langfaraflotin veiða har,
heldur enn at hann verður tíkin úr
vinnuni til umbyggingar.
Í NÆSTU FRAMTÍÐ skulu vit sjálvir
veiða tær nøgdir av svartkjafti, upsa,
kongafiski, blálongu, gulllaksi og
ødrum fiskasløgum, sum fransmenn,
vesturtýskarar og aðrir útlendingar í
løtuni veiða á djúpum vatni við
Føroyar. Hava vit ráð at leggja stilt í
eitt ár, og so fara undir at umbyggja
okkara verandi langfaraflota til
hendan fiskiskap, tá vit hava mist alt
á fjarleiðum?
VIT META IKKI at vit hava ráð til
slíkt. Vit meta tað at vera skilagott at
vit beinan vegin fara undir at útvega
okkum skip til hendan fiskiskap. Ein
partur av tí verandi langfaraflotanum
kann verða umbygdur seinni. Og hesi
skipini eru ikki verri enn so, at møgu-
leiki eisini verdur fyri at selja nøkur
av teimum.
I læru uttan lærusåttmåla
Í síðstu viku hevði eitt av
teimum føroysku blødun-
um greinir um, at sera illa
stóð til vid tilgongdini av
hondverkslærlingum i
Føroyum. Víst varð á, at
einans 26 sáttmálar vórðu
skrivaðir eitt ávíst tíðar-
skeið í fjør, og at tilgongd-
in á teknisku skúlunum
var sera lítil. Um henda
dapra mynd var sonn, so
stóð illa til. Men tíbetur er
ikki so illa statt, sum tað
verður gjert til.
Vit vilja vísa á, frá tí, at
blokadan varð sett í verk
av Meistarafelagnum í
okt. 1978, eru fram til
sept. 1979 góðtiknir 64
lærusáttmálar innan fyri
handverkið. Hetta er úr-
slit av uppteljing av læru-
sáttmálum, sum sendir
eru læruráðnum og góð-
tiknir. Eitt annað er at
nógvir meistarar ábyrgd-
arleyst taka ungfólk, sum
sekja lærupláss, uttan at
skriva lærusáttmála við
tey. Tað eru í dag um 70
ung, ið talan er um.
Stersti partur av teimum
fær einans lærlingalon,
meðan onnur fáa arbeiðs-
mannalen. Tað eru sostatt
ikki so nógv færri komin í
læru síðan blokadan varð
sett í verk, men heldur tað
at tey í nógvum ferum
ikki fáa såttmåia. Hetta er
sostatt stersta orsekin til,
at teknisku skúlarnir nú
hava færri næmingar enn
árini frammanundan. Tó
skal ikki dyljast, at »nøk-
ur< virki ikki taka lær-
lingar, fyri at lýða boðum
meistarafelagsins. Men nú
má ein spyrja seg sjálvan:
Hvi noktar meistara-
felagið limum sínum at
taka lærlingar? Um tað
var so, at tað ikki loysti
seg at hava lærlingar,
hevði neyvan verið brúk
fyri einum slíkum forboði.
Tað er sostatt fyri at geva
eina skeiva mynd av stød-
uni, at hetta verður gjert,
og vit síggja nú, at blødini
gloypa hesum. Hvussu so
við myndugleikunum?
Spell er hjá teimum,
sum hug hava at fara í
handverkaralæru, at tey
bert fáa skerdan megu-
leika her á landi orsakað
av einari argumentleysari
og annars illa undirtiknari
biokadu, sum sjálvt upp-
havsmenninir til hesa
hava ilt vid at halda. Tad
er skilligt, at tey, sum fåa
møguleikan at sleppa i
»læru« uttan såttmåla, so-
leiðis sum stødan er, taka
av, og stórt brúk er eisini
fyri teimum.
Hesi arbeiða í grundini
uttan fyri lóg og rætt
uttan at vita tað. Hetta er
ábyrgdarleys og í flestu
forum líkasæi hugsan frá
meistaranna síðu, at hava
fólk í arbeiði undir slíkum
umsteðum. Tað er hóast
alt ein útbúgving, tað
snýr seg um. Liggur út-
búgvingin í heila tikið í
rettum hondum?
At blokadan hevur havt
ringa ávirkan á samfelagið
bæði á vinnulívið og út-
búgvingina, er skilligt, og
vil hetta vera svárt at
rætta upp aftur. Tað er
annars gleðiligt at síggja,
at almenningurin hevur
áhuga fyri málinum, sum
viðkemur lærlingautbugv-
ingini, eitt nú lesara-
brævið í Dimmu 15/1, og
vísir hetta, at fólk hava
kritiskan sans, og ikki
bert gloypa øllum rátt,
men gera sær sínar egnu
myndir av steðuni. Tað
kundi verið ynskiligt, um
sama var galdandi hjá
blaðmonnum, td. kann
vísast á, at tað í áður-
nevndu greinum verður
sagt, at tilgongdin av lær-
lingum var minkað við
75% og samstundis at
50% færri næmingar vóru
á teknisku skúlunum. Slík
skriving kundi verið um-
gingin, um blaðmenn
settu seg í samband við
ALLAR partar í málinum,
áðrenn slíkt verður sett á
forsíðuna.
Feroya
Handverkslærlingafelag
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Fyrispurningar til Fróðskapar-
setrið (Foroyamálsdeildina)
Hóast tú ert vanur at mál-
bera teg á føroyskum, og
hevur roynt at lagt teg
eftir grammatikk og stav-
seting, so er so nógv sum
haltar, kanska tí at gjógv-
in millum livandi feroyska
málið og so tað »rætta«
málið, altíð hevur verið so
breið. Tú átti at trúð, at
málfreðingar leggja seg
eftir at beina málið inn á
eina samanhangandi
(grammatiskt-logiska) kós,
men ofta gera teir tað at
kanonisera (eftir orða-
bókini: gera til halgimenni
ella dýrðling) eina ávísa
føroyska målisku (dialekt),
fordøma aðrar, ella lata
undantekini gerast so
nógv, at tey í sær sjálvum
avtaka allar reglur ístaðin
fyri at staðfesta onkra
reglu.
At borið verður í betu-
flaka fyri ávís nevn, sum
t.d. »Miklagardur«, sum
logiskt-grammatiskt átti
at verið »Mikligardur«,
kann vera eitt rætt undan-
tak, tá eitt slíkt navn
hevur bitið seg so fast í
málburðin. Men lat okkum
taka nekur onnur demi,
sum óivað gera fólk heldur
enn ikki målsliga í ørviti,
hóast tey hava fingist við
málfreði leingi.
Vit hava eitt orð, sum
eitur »mentan«, sum átti
at staðið fyri tað skandi-
naviska »kultur« — men
av tí at tað skandinaviska
orðið eisini merkir at
dyrka, t.d. jarð, og vit ikki
siga »at menta jørdina«, so
hevur >mentan< bert
helvtina av merkingini av
»kultur«, t.v.s. um anda-
ligan kultur, og kann so-
statt ikki javnsetast við
tað í orðabókum.
Men hvussu skal so
hetta orð bendast? Log-
iskt er, at t.d. hversfallið
er »mentan-ar« eins og hjá
eðrum líkum orðum. Men
her síggja vit í føroyskari
skriving tveir formar: t.d.
ein »mentunnar-grunnur«
og eitt »menta-målaråd«.
Fyrrnevndi hátturin sam-
svarar grannamáli okkara,
har »menntun« tó merkir
»dannelse, uddannelse,
kundskaber« eftir islend-
sk-donsku orðabókini og
ikki just »kultur«, sum
har eitur »menning« —
sum nú er innført i før-
oyskt undir merkingini
»udvikling«. Seinni »ment-
unnar ella mentanar ella
menta-håtturin« er eisini
til í islendskum í td.
»menntamålarådherra«,
sum merkir »utbigvingar-
målarådharri«.
Hvussu í verðini skulu
vit brúka orðið »mentan«?
Og so orðið »menning«,
sum á íslendskum merkir
„kultur“, eins og
»mentan« hjá okkum —
her hava menn nú í sein-
astuni roynt at innfert
orðið í týdninginum »ud-
vikling«. Hetta er full
komiliga skeivt, tí sjálvt
um »utvikling« kann vera
»innviklad«, so hevur
»menning« í feroyinga
munni altíð merkt eitt
slag av »styrking« ella
»vøkstri« — og »udvikl-
ing«, sum á skandinavisk-
um er neutralt og gott
kann vera »udvikling til
det værre« ella aftur eftir
reyv, kann ikki setast
javnt við »menning«. Um
orð sum »framvøkstur«
ella >framtak< kann tað
sama sigast. T.d. kann sig-
ast um kapitalismuna í
kreppu, at hon „útviklar
seg« — men um hon
»mennist« tá, tað mundi
eg ikki viljað sagt. Enn
minni at hon »framveks-
ur« ella »tekur seg fram«.
Hetta er bert eitt av
teimum fåu hjartasuffun-
um, sum man kundi komið
fram vid um hurlivasan å
føroyska målmarknadin-
um. Og hvat við orðinum
»man«? At hetta skal vera
danskt lániorð, er nakað
tvætl. Hetta er ein stytt-
ing av orðinum >maður-,
sum á gomlum máli bæði
merkti kallkyn og kvenn-
kyn. At danir hava stytt
tað eisini, skal tað noyða
okkum at finna onnur orð?
Íslendingar = siga enn
»madur«, men vís mær
eina føroyska målisku, har
fólk siga »ein« og ikki
»man«?
Mangt er, segði maður-
in og vendi sær á. Vónandi
fær hann onkuntíð eitt
orakulsvar.
Málúlvur Spekingarson