Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 1980síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Arheiða já til útflutnings Virkið á Oyri arbeitt 1200 tons higartil Jákupskeljarnar verða við trucki koyrdar á flutningsband og fara higani inn í verk- smiðjuna »Scallops« er loysunarorðið á Oyri og bygdunum har nærhendis i hesum døgum. Hetta er tad tey vanliga rópa sjálvan innmatin i jåkupsskeluni, sum nógv er av undir Føroyum hesa ársins tid. Prísurin fyri scallops er góður, góðar 30 kr. fyri kilo. Scallops, ið er á stødd við ein fiskabolla, verður alt útflutt og mest nýtt í forrætti á gistingar- húsum, til veitslur o.tl. Tað hava til nýliga ver- ið tvey skeljavirki í Feroy- um, eitt á Oyri og eitt á Tveroyri. Herfyri varð virkið á Tveroyri tó niður- lagt Virkið á Oyri hevur úr at gera. Teir byrjaðu at taka ímóti skeljum í sep- tember i fjør og hava ar- beitt nærum uttan stedg síðani. Tá tað líður ut i februar mánað verður framleiðslan helst steðg- að, tí tá er jákupskelin ov soltin til at nýta til út- flutning. Sosialurin = vitjaði á Skeljavirkinum á Oyri herfyri. Klokkan var um 4, so fyrra vaktin var um at skula fara til hús. So nógv er at gera, at tey arbeiða í tveimum vaktum, frá 8 til 4 og frá 4 til 24. Tá mest var at gera á virkinum fyrr í vetur, varð arbeitt alt samdegrið runt. Tilsamans 16 fólk arbeiða á Skeljavirkinum á Oyri á hverjari vakt. Tey 13 eru kvinnur, sum reinsa og pakka veruna. Fingið 1200 tons Tað er nógv til av jákup- skel | undir Feroyum, verður sagt. Í ár hava bát- arnir roynt heilt inni við land uttan fyri Rituvík og eisini eystan fyri Nóls- oynna. Annars er rættiliga nógv av jákupskel einar 13 til 14 fjórðingar eystur úr Nólsoynni, men tað hevur ikki verið neyðugt hjá bátunum at farið so langt út í ár. Poppy. annar av sterru bátunum, sum roynir eftir jáku skel PP) 3 J p kupskel sosialurin Tað eru Poppy og SIN er Spray, umframt ein minni bátur, Dúgvan, ið hava roynt eftir jákupskel og avreitt til Skeljavirkið á Oyri. Tað hevur roynst væl hjá bátunum og hava teir síðani september fing- ið umleið 1200 tons. Við hverjum 2V teimum størru bátunum eru mans Keypt maskinur á Tveroyri Skeljavirkið á Oyri hevur útbygt nakað seinast uni, teir hava keypt nakr- ar av maskinunum frá virkinum á Tveroyri Framleiðslan av scallops Jákupskelin verður við trucki koyrd á flutnings- band, sum ferir hana inn til tær ymsu maskinurnar Har verða skeljarnar fyrst ristar frá og sjálvur vedd- in fer igjøgnum skrædl- ara. Tad av innmatinum, sum ikki skal nýtast, verður skorið frá. Síðani verður »scallopsid« reins- ad og at enda koyrt å bakkar og fryst. Hareftir verður tað pakkað. Til- samans 10 kvinnur standa við reinsiborðið, meðan 3 taka sær av pakkingini. Veran verður øll seld gjøgnum Føroya Fiska- selu. Nakað fer til Irma i Danmark, og nakað fer til USA Nr.5 — 19. januar 1980 Fiskaaling nýggj vinna FISKIVINNAN, sum vit hava bygt so at siga alla okkara tilveru á, er nú í eini broytingartíð. Fiskiskapurin á fjarleiðum er støðugt minkandi. Sam- stundis er tað ivasamt, um vit kunnu uppihalda sama livifóti sum nú, um vit bert skulu liva av tí, sum okkara egnu grunnar geva. TAÐ VERÐUR helst neyðugt, at vit nú ganga aðrar ótraditionellar leiðir og tað vil siga, at vit mugu fara undir eina ídnaðarútbygging. Hendan út- bygging fer m.a. at umfata fiskaaling. Fleiri av okkara grannalondum eru komin langt ávegis við hesi vinnu- grein. Serstakliga eru tað Noreg og Danmark. HEIMA HJÁ okkum eru nakrar ætl- anir um fiskaaling í umbúna. Royndir- nar higartil sýna, at eisini meta kønir menn, at umstødurnar til fiskaaling í Føroyum eru framúr góðar. Men tað er sera umráðandi at vit fara fram við skynsemi í hesum máli. Tað er umráðandi at vit í góðari tíð leggja hóskandi økir av til hetta endamál. Tað er somuleiðis umráðandi at teir, sum fara undir hesa vinnu, hava nóg góðar fortreytir fyri at reka alibrúk. Hetta vil siga kunnleika til slíkt og hann kunnu vit fáa í okkara granna- londum. MEN TALAN verður eisini um stórar fløgur. Umframt fígging til sjålva iløg- una verður tað eisini neyðugt við rakstrarfigging. Tað tekur trý ár, frå tí at farið verður undir eitt alibrúk, til talan kann verða um sølu og útflutn- ing. Hetta vil siga, at umframt fígging til sjålva iløguna, er tað eisini neyð- ugt við eini rakstrarfigging til tey fyrstu trý árini. Her mugu teir, sum hava ta politisku ábyrgdina skipa so fyri, at rúmir møguleikar verða skapt- ir fyri bæði fígging til sjálva iløguna og rakstrarfígging. UM RÆTT VERÐUR skipað fyri, kunnu vit eftir nøkrum árum hava eina framleiðslu á hesum øki uppá 10.000 tons og svarar hetta í dagsins prísum til eitt útflutningsvirði uppá 500 mill. kr. Til sammetingar kann verða nevnt, at virðið av okkara fiskaútflutningi í 1979 var stívar 760 mill. kr.