Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 1980síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Arbeiðsgevarar Eftir 8 71, 1. stk. í løgtingslég nr. 50 frá 2. juli 1963 um andsskatt og kommunuskatt hava øll, sum hava havt lønad fólk í virki sínum, skyldu til í seinasta lagi 31. januar at lata kommunala líkningarvaldinum í heim staðarkommununi fullfiggjað yvirlit yvir útreiðslur til lønir, samsýningar o.tl. í farna ári, annaðhvort hesar eru útgoldnar ella góðskrivaðar, alt saman við tilskilan av navni og bústaði løntakarans Har, ið lønin er goldin av millummanni, og vinnu gevarin er ikki førur fyri at geva hesar upplýsingar, hvílir skyldan á millummanninum. Við ávísing til omanfyri standandi skal líkningar ráðið her gera vart við, at arbeiðsgevararnir áðrenn 31. januar í ár skulu senda kommunala líkningarvald- num í heimakommunu sínari lønarsedlarnar, har navn og bústaður er tilskilað, samstundis við at hann við- eggur undirritaða våttan um, hvussu nógvir arbeiðs- seðlar eru viðlagdir og tilskilar peningshæddina til samans Samstundis við hesum sendir hann avvarðandi løntakara avrit av nevnda lønarsedli Hesa skyldu at lata inn lønarsedlar hava eins væl stovnar og feløg, sum ikki sjålv eru undir skattskyldu, sum skattskyldug, t.d. almennir stovnar og yvirhøvur allir persónar ella feløg, sum sýning, provisión o.ti. í samband við virki teirra. Persónar, eila tá talan er um feløg — nevndarlimir sum vanrgkja hesa skyldu, kann líkningarráðið døma sekt upp i 5.000 kr Somuleiðis hevur Føroya Landsstýri sambært gr 72, 1. stk. í legtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 heimild at leggja á dagliga sekt Tórshavn, 15. januar 1980 Líkningarráð Føroya fæst við plássi til tvey Fyri bert kr. 43.800,- Hann er á goymslu. Lagaligar gjaldstreytir. Biðið um brochurur. FAROEDIESEL Telefon 56363 að, MITSUBISHI sn CELESTE uw» Eisini kunnu tygum royndarkoyra hann. Arbeiðskvinnu- skeiðið fingið góða undirtoku Hósdagin høvdu 25 kvinnur meldað seg til skeiðið fyri arbeiðandi kvinnur. Pláss er fyri 35 kvinnum á skeiðnum, sum skal haldast á Feroya Fólkaháskúla í viku- skiftinum 1. til 3. febr uar. Tær, sum hava meld- að seg til, eru úr ellum landinum og eru úr fleiri yrkisbólkum, upplýsir Ingeborg Vinther, sum er ein av fyrireikarunum. Skeiðið, sum er ókeypis, fevnir um ar- beidskvinnufelagssøg- una, arbeiðseftirlitið, arbeiðaramentan, dag- peningaskipanina, prís- talið, fakfelagspolitikk, yrkissjúkur, innteku- býtið, lenarlagið, tali- og samráðingarhættir, álitismannaskipanina, arbeiði og samskipan, útiarbeiðandi mammur 0.a. Umframt Ingeborg Vinther hava Karin Kjølbro og Helle Heinesen fyrireikað skeiðið sosialurin læknin skrivar Orðaskifti um ellis- og røktarheim Undir hesum heitinum hevði læknafelagið her- fyri skipað fyri almenn- um fundi, har læknar og politikarar søgdu sina hugsan um hetta mål. Og onnur eisini. Nógv fólk var á fundi. Blað og útvarp hava umrett fundin, og framvegis verður nógv skrivað og sagt um hetta mál, sum sostatt má haldast at vera av stórum týdningi. At tað er so, hava vit leingi vitað, tí var tað vælgerandi, at lækna- felagið tók júst hetta mál fram á almennum fundi. Pallluttakararnir høvdu allir frálík upp- legg, ið lýstu støduna hjá teimum eldru í samfelagnum gjalla. Samanumtikið kann sigast, at allir hildu, at eldraforsorgin hjá okkum er ikki nóg góð Samfelag okkara broytist, men tað hev- ur ikki verið til fyri- munar fyri ein part av teimum eldru. Tað vera alt fleiri og fleiri eldri, og harvið eisini fleiri hjálparleys, sum ikki kunnu klára seg heima Tað er ov dýrt at hava rektartervandi = sjúk- lingar liggjandi á sjúkrahúsunum. Bílig- ari á røktarheimi (her komu kortini skeiv tel at verða nevnd). Upp aftur bíligari á ellis- heimum. Men bíligast heima. Har eru eisini tey flestu, sum teir langu bíðilistarnir til tey ymisku steðini bera prógv um. Heima- hjálpin og“ heima sjúkrarektin vórðu eisini umredd sum góð tiltek til frama fyri tey eldru, at fáa tey at vera heima sum longst, sum jú ell helst vilja. Men tá hjálparloysi verður so stórt og rektin so krevjandi, hvat so? Tá hava vit ikki nógv í at velja. Kommunur, sum ikki eru knyttar til nakað ávíst rektar- heim, aftra seg við at gjalda fyri teir sjúk- lingar, sum terva slíka rekt, vilja heldur hava teir inn á sjúkrahús, tí tá kostar tað kommun- uni einki. Men á sjúkra- húsinum er ikki pláss. Viðkomandi má so liggja heima, fær ta hjálp, hann kann fáa, men ikki nóg góða og til stórt stríð fyri tey avvarðandi. Sum so mangt annað er tað ein økonomiskur spurningur, sum okkara politikarar mugu taka stødu til. Spurningurin kom fram å fundinum. Ein loysn må fåast viðvíkj- andi bytinum av út- reiðslunum til hetta endamál millum kommunur og tað almenna, so ikki mannamunur verður gjørdur alt eftir, hvar ein rektartervandi sjúklingur býr. At vit í dag hava alt ov lítið av plássum til rektarterv- andi sjúklingar, varð fundurin samdur um, fleiri kanningar og út- rokningar vísa hetta. Hóast væl út- bygda heimahjålp, byrjandi heimasjukra- røkt og møguliga betri kommunulæknaskipan, so fer tørvurin kortini Nr. 5 — 19. januar 1980 at vaksa i framtiåini. Sjålvur haldi eg, at vit eru eftirbåtar å hes- um økinum. Vit hava ikki viljad sæd i eyg- uni, at samfelags- mynstrið broytist, tað er ikki sum >fyrr í tíð- ini< longur. Vit kunnu halda,, at tað er spell, men soleiðis er tað. Vit hava fingið 2 rektar- heim seinastu 10 árini, tað er ikki nóg mikið til at nekta tervin. Sjúkrahúsini eiga ikki at vera rektarheim, men skulu viðgera eisini tey eldru, sum hava serliga viðgerð fyri neyðini, og so út- skriva tey til heimið ella eitt rektarheim. Vit skulu ikki stara okkum blind uppá rektarheim, men eisini hugsa um ellisheim og vistarheim og onnur heim, sum hava ymisk- ar funktiónir Øll hesi heim eiga at verða bygd úti um landið, helst leys av sjúkrahúsunum, og eftir sum tervurin er á teimum ymisku pláss- unum. Hervið verður eisini betri hevi til at lætta um hjá teimum, sum hava tílíkar sjúk- lingar liggjandi heima, hetta treingir harðliga til. Vit -eiga at syrgja fyri okkara foreldrum á ellisárum teirra, eins og tey tóku sær av okk- um, tá vit vóru smá. Kunnu vit ikki tað hver sær, so mugu vit gera tað í felag, og so- leiðis, at tey koma at liva undir somu góðu korum, sum vit sjálvi gera Sigvald Kristiansen — lk