leygardagur 26. januar 1980síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 26. januar 1980
Arbeitt sjey år hjå Fiskaaling i Skålabotni:
Moguliga sjálvur
undir at ala sil
— saman við fleiri ødrum
Elmar Pedersen, sum
hesi seinastu sjey árini
hevur arbeitt hjá P/f
Fiskaaling í Skála-
botni, hevur saman við
eðrum ætlanir um at
fara undir at ala síl
sjálvur. Enn er einki
heilt greitt, men teir
hava so fingið játtað
eitt ski til meguligar
flótihyljar. Hetta er
norðuri á Gjánoyri
sunnan fyri Langasand.
Elmar Pedersen sigur í
samreðu við Sosialin, at
hann saman við eðrum
meguliga fer undir at ala
síl til várs. Hann vísir á, at
tað í fyrstu syftu er best
at byrja við sílum, tí her
hava vit royndirnar, og vit
vita eisini, at sílini vaksa
hampuliga væl her hjá
okkum. Hann nevnir í hes-
um sambandi meguleikan
at fara undir laksaaling
seinni.
Hinir, sum eru við í ætl-
anini at leggja flótihyljar
norðuri í Gjánabogunum,
eru Vernar Dam, ið arbeið-
ir hjá Fiskaaling á Oyra-
bakka, Sigmund Dam,
skipari, og Heri Dam.
Ur Aum
í Skálabotn
Í seinasta blað umreddu
vit fyrsta lið í framleiðsl-
uni hjá Fiskaaling, har
sílini verða strokin og
rognini klakt norðuri við
Air.
Hyljarnir í Skálabotni,
har Elmar hevur arbeitt
síðani 1973, er næsti liður-
in í framleiðsluni av æla-
bogasílum. Tá sílini hava
gingið í kerum við Air í
tveir til tríggjar mánaðir
og viga 4 gr., verða tey
flutt í Skálabotn. Hetta í
juni-juli og ganga sílini
síðani í hyljunum í Skála-
botni fram til oktober-
november mánað. Tá viga
tey umleið 100 til 150 gr.
og verða tá flutt til hylj-
arnar við Oyrabakka.
Tað eru umleið átta
hyljar í Skálabotni. Frá
fyrstan tíð var tað Júst í
Túni, sum byrjaði við
aling í Skálabotni. Seinni
hevur Fiskaaling so yvir-
tikið hetta. Vanliga plaga
teir at fáa millum 150.000
og 200.000 sílayngul í
Skálabotni í juni-juli. Tað
er henda fiskin, sum
Elmar síðani fóðrar fleiri
ferðir um dagin.
Eingin frídagur
Sjálvur sigur hann, at tað
er eingin frídagur í hesi
vinnuni, tí fóðrað verður
allar dagar í vikuni. Hóast
hetta so dámar Elmari væl
sítt arbeiði.
Tey mongu árini hann
hevur arbeitt við sílaaling
hava heldur ikki minkað
um áhuga hansara fyri
fiskaaling, tverturímóti.
Elmar sigur, at ein verður
ongantíð heilt útlærdur á
hesum arbeiðsekinum.
Hvenn dag lærir ein
okkurt nýtt og fær fleiri
royndir.
Flótinet í einum av hyljunum í Skálabotni. Her hava teir 10.000 laksayngul gangandi
Elmar Pedersen stendur her við einum automatiskum
fóðrara í einum av hyljunum í Skálabotni
Småsil og
laksayngul
Í letuni er ikki so nógv at
gera í Skálabotni, tí har
eru bert eini 8000 småsil
umframt 10.000 laksa-
yngul, sum ganga í tveim-
um netum í hyljunum.
Laksurin er fluttur úr
Aum, tí har er ikki pláss
fyri øllum laksaynglinum
Umframt at arbeiða í
Skálabotni, hevur Elmar
hesi seinastu árini eisini
arbeitt á Oyrabakka, har
teir = somuleiðis fóðrað
sílini og ávísar tíðir á árin-
um drepa síl. Í letuni
drepa teir síl, so har er
nokk at takast við.
Uppá fyrispurning um
fiskaaling er rætta leiðin
at ganga hjá feroyingum,
sigur Elmar Pedersen, at
hann ikki ivast í hesum. —
Eg havi góðar vónir um at
okkurt fer at spyrjast
burtur úr — um rætt verð-
ur borið at, endar Elmar
Pedersen.
|
Síða 3
Regin Thomsen svarar
Skattur mín
Um eg nú rindi allan Treytað av at rokning-
álíknaða skattin fyri arnar eru útkomnar,
skattaárið komandi verður sparda rentan
1980/81 tnn 30. april 0,58% av einum gjaldi
1980, hvussu nógva ella 5,8% av samiadu
rentu spari eg tá? skattaheildini.
Eg eri 72 år og helt sambært veruliga
uppat at arbeiða i nov. inntøku. Tridja skatta-
1979, tá eg bleiv árið (1981/82), verða
pensioneraður. Eg ætli
mær nú at spyrja,
hvussu eg verði skatt
aður?
pensionistur
Sambært gr. 22 A í
skattalógini hevur líkn-
ingarráðið heimild til
eftir umsókn at veita
skattalætta til persón-
ar sum vegna aldur ella
sjúku fara úr starvi ella
vinnu og av hesi orsek
fara munandi niður í
innteku.
Í slíkum ferum
líknar = líkningarráðið
umaftur soleiðis: Frá
1'12—79 verða tygum
skattaður av ætlaðari
inntøku svarandi til ta
inntøku, tygum
ætlandi fáa i tíðar-
skeiðinum 112-79 til
31/3-80.
Líkningin verður sið-
ani regulerað svarandi
til veruligu inntekuna.
Fyri komandi skattaår
(1980/81) verða tygum
einaferð enn settur í
skatt av ætlaðu inn-
tøku svarandi til ta
innteku, tygum
ætlandi fáa í tidar-
skeiðnum 1480 til
31/3-81 Likningin
verður síðani aftanå
1/4-81 regulerað
tygum settur í skatt av
veruligu inntøku tyg-
ara í 1980.
Vert er at nevna, at
umlíkning eftir gr. 22
A í skattalógini bert
kann verða gjerd eina
ferð, soleiðis at skilja,
at um nú inntøkan
seinri aftur minkar
munandi, ber ikki til at
senda inn umsókn eina-
ferð afturat.
Eg eri útiarbeiðandi og
konan heimaarbeið-
andi. Mín innteka er
99.000 kr. Vit eru sam-
skattaði, og vil eg tí
spyrja, hvussu eg skal
draga lentakarafrá-
dráttin fra.
Lentakari
Í teimum førum, har
maðurin arbeiðir úti og
konan er heimaarbeið-
andi, verða tit sam-
skattaði, og tá verður
bert ein sjálvuppgáva
send inn — í
navni
mannsins. A hesi
sjálvuppgávu verður
frádrigin ein lentakara-
frádráttur sum fyri
skattaarið 1980/81 er
kr. 4.600