Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 7 — 26. januar 1980 4.7. BEND EITT PAPPSTYKKI SOLEIÐIS som TV SÆRI A MYNDINI. Æ- BR LT lak EITT STYKKI AV ART fo PRPP/. Sur } RPPIR ry 2 HØ LENGD SUM , —) ÅRRBBKKARNIR PL ØM 57 ERV MIRKA - LE66 -06 LÍMR EITT HONG TRO UPP BEINT BRÚNIR ELLA LANGT PARPPSTYKKI RFTRNFYR) PLAJUNB- MYRKRE RIR. : : Fint KANSKA YVIR T4 DØMIS - pg STEINAR 06. LEGG. Í ga | SUM TO HELDUR 76) 06 LIMP. ALA S EK 2 ns! -” PLÁTUNA Ein barna-»avis« I Danmark byrjaði ein barna-avís at koma út í fjør — hon eitur >Een for alle« Hetta er eitt sera gott blað, sum greiðir tær væl frá viðurskiftum hjá bornum um allan heim. Í blaðnum eru greinir, søgur, gátur, uppgåvur og brøv. Blaðstjórin er vaksin, hon eitur Marianna Kjær og er útbúgving blaðmaður, men annars eru tað bern, ið skriva blaðið Tú kanst tekna teg sum haldara av >Een for alle« við at skriva til: myndasøgur, Børneavisen »Een for alle«, Kaserneboulevarden 35, 8000 Århus C, Danmark er 30 kr. um irid. tað Haldaragjaldið gjøgnum post, ta id tu hevur tekna r Rev, De Í 6RA. Veitst tú at av rettum eru bert heilt fáir litir til, nevniliga gult, blátt og reytt, og at allir aðrir litir verða gjerdir av hesum trimum. Upp í hesar litir kanst tú blanda svart ella hvítt, um tú vilt hava tær myrkari ella ljósari. So um tú ætlar at keypa måling at mála títt »landslag« við, nýtist tær bert at keypa gult, blátt, reytt, svart og hvítt. Hvussu so við hinum litunum? Jú, teir fært tú á henda hátt: Grønt = gult + eitt sindur av bláum brúnt = reytt + eitt sindur av bláum (ella svørtum) appelsingult = gult * eitt sindur av reyðum lilla = reytt * eitt sindur av bláum * hvítt Allar hesar blandingar kunnu gerast myrkari við svertum og ljósari við hvítum. Loysnin á uppgávuni á seinastu barnasíðu LOYNIHELLIÐ eftir J. M. Neale Holið í berginum 11. partur: Hann segði, at nú ein dagin hann var úti og hentaði sær urtir, hevði hann sæð tveir unglingar, sum klivu upp í tað steyrrætta bergið — og so knappliga vóru teir horvnir. Øll i Zericah vildu halda, at flóttafólkini mundu fjala seg onkunstaðni í fjøllunum. Har vóru mong helli og skyli. Hevuðsmaðurin skuldi bara leita allastaðni har um vegir við hermonnum sinum. Men tey mæltu honum til at vera varin! — Tí viðhvert spekti! Hetta var nóg mikið hjá hev uðsmanninum at vita Um middagsleitið fór hann við hermonnunum. Sera- piskus og ein av trælunum hjá Ammoniusi vóru við honum »Um eg skuldi fjalt meg her«, segði ostamakarin, >so heyði eg valt mær Pan-hellið til skýli. Ongin torir at fara hagar, tí tað sigst, at hin mikli Pan spekir har —— Eg skal viðganga, at tað hevði ikki verið av góð- um huga, men um tað galt lívið, so hevði eg vágað tað kortini«. »Og hvar er so hetta løgna helli8?« »Gloym nu ikki, at Pan spøkir har«. >Sovorðið tvætl! Eg skal ofra eina geit og ein gølt til hansara, um vit koma heilskapadir aftur. Pan man ikki fara at nerva okkum! — Fylg okkum hagar. — Hava vit eydnuna við okkum, skalt tú verða væl lentur!< Um dagin var tað nokk so lætt at sleppa niðan til hellið. Ein tíma seinni stóð herdeildin framman fyri hellinum. Hevuðsmaðurin var fyrstu at fara inn. „Við Mars!< svór hann, nærum áðrenn eygu hans- ara høvdu vant seg til myrkrið í hellinum, »vit hava funnið tey! — Hygg her! — her — og har!« Alt i einum vóru hermenninir í hellinum og leitaðu í hverjum króki. Einastaðni fý rdu teir ein posa, og eina aðra staðni brutu teir nakrar dýrabarar kannur >Tey kunnu ikki vera langt burturi hugsið um lønina!« leir- Hermenn, >Hygg henda greinin! Tað er ikki longri síðani enn í gjárkveldið, at hon er brotin< »Og her!< Ein hermaður hevði funnið kelduna og peikaði á fótasporini har. „Her eru so nógv helli her um vegir«, segði Sera- piskus, men eg kenni tey øll. Eru vit eitt sindur hepn- ir, so hava vit longu funnið tey í morgin!< >Tað hevði komið tær væl vid! « »Sleppi eg at geva teir eini ráð. hovuðsmaður, lat so hermenninar spjaða seg beinanvegin. Ein tími er til sólsetur, so tú fært kannað alt ekið. Og eru gud- arnir blíðir, ja so renna hesir kristnu hundarnir seg so beint upp í hendurnar á tær!« Pedo gav hermonnunum boð. Teir spjaddu seg í allar ættir langt inn yvir fjøllini. Í hellinum hjá Charilaus var Euthymius júst í ferð við at gera seg til at fara. „Best er um Difilus altíð fer eftir vatni um nátt- ina«, segði hann. >Húsj!< — Móðurin rætti ein fingur upp at fáa tey at vera kvirr. Nakrir steinar bóltaðu oman, annars var alt kvirt sum í grevini. >Ég eri vís í; at eg hoyrdi onkun rópa. — Hoyr, aftur nú!< teskaði móðirin. Varisliga kreyp Basilius út í hellismunnan oman móti dalinum. Sanniliga! — Har hoyrdist mannamál úr dalinum! „Far innaftur, Filippus!< — Drongurin stóð næstan úti í nunnanum. „Eingin má síggja teg! — Tí so eru vit fokin!« >Halló! — Cajus!< — Tað ljóðaði sum stóð maðurin beint niðriundir hell- inum. >Halló! — Ca-aju« — Flóttafólkini sótu pinnastill og huku hellinum. Tey tordu nóg illa at draga andan. "Ja, eg komi!< — Hvat bagir?« >Eitt ófort skýli, Cajus! — Men hvussu slepst inn í tað?“ »Vi Herkules! Kanska tey eru harinni?« inni í Framhald