Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-01-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 1980síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Húsaklædningurin Hevuðsuppgávan hjá klædninginum í einum set- húsum er at verja ímóti vindi, regni og kulda. Har- afturat eigur útveggurin at verða gjørdur soleiðis, at »kondensvatn« ikki tekur seg upp hverki í sjálvum vegginum ella á innsíðuni, tí hetta kann bæði oyðileggja veggin og minka um bjálvingaregin- leikan hjá honum. Eisini eigur viðlíkahaldið av vegginum ikki at verða óneyðuga títt og umfat- andi Umframt hesar nevndu eginleikar hevur útvegg- urin ofta eisini aðrar upp- gávur. Hann kann vera ein partur av tí berandi upp- byggingini. Hann skal forða ov nógvum óljóði at treingja igjøgnum, t.d. inn til grannan (her, serliga í radhusum), ella inn av gøt- uni frå bilum og eðrum. Hann skal harafturat tola sólárin, mekaniska åvirk- an so sum stoyt og sløg, kunna vidlikahaldast og reingerast. Harafturat setir byggilógin eisini nøk- ur brandteknisk krev til klædningin. Eisini eigur innsíðan at vera úr einum evni, soleiðis at lutir kunnu hangast upp á hann. At enda kemur so útsjóndin, ið eisini hevur sín stóra týdning. Veggir úr einum evni Tað er torfert — fyri ikki at siga ógjerligt — at finna fram til eitt evni, ið nøkta øll hes KTØ I flestu førum vil eitt evni, ið hevur góðar eginleikar á einum eki, kanska ikki hava somu góðu eginleikar á einum eðrum eki. T.d. halda tung evni væl, meðan tey afturímóti hava vánaligar bjálvingar- eginleikar. Tí verður tað alt meira vanligt at byggja veggin upp úr fleiri ymiskum evnum, har hvert lagið hevur sín ávísa eginleika og harav ávísu uppgávu. sina Samansettir veggir Tann samansetti veggurin er tí tann veggurn, vit al- oftast síggja verða nýtt- an. Sum heild tikið verður ein tílíkur veggur bygdur upp soleiðis, roknað uttan- ífrá: l. útvortis klædningur (regnskermur) 2. luftsloka 3. vindtætt lag 4. bjålvingarevni 5. vatndamptætt (eisini lufttætt) lag 6. innanhýsis klædning- ur Regnskermurin Er veggurin gjørdur úr bert einum evni, massivur mursteinsveggur, betong- ella betongelementvegg- ur t.d., eigur veggurin m.a. at verja ímóti regni og vindi. Vindtrýstið ígjegnum ein slíkan vegg vil vera ein javnur streymur, og tí vil ein regndropi uttast á veggin- um ávirkast av eini megi, ið vil royna at trýsta hann veggin forðast, um inn ígjegnum Hetta kann útsíðan á vegginum er nóg tett, t.v.s. uttan rivur ella foyrur. Men tað er ógvu- liga torfert at fáa ein slíkan vegg heilt tættan. Samankomingarnar í mill- um múrsteinar ella betongelement kunnu loysna, bæði av at undir- lagið gevur seg nakað, av ristingum (t.d. spreinging- um ella tungum lastbilum nærhendis) og av at tær verða ávirkaðar av tí stóra hita- og fuktskiftinum í luftini. Og tá vil vætan treingja igjøgnum veggin og kanska gera stóran skaða innanfyri Verður veggurin haraft- urímóti uppbygdur soleið- is, at tað í sjálvum vegg- inum verður gjerd ein sloka, ið stendur beinleiðis í samband við luftina uttanfyri = við smáum opum, verður lufttrýstið í sjálvari slokuni tað sama sum í luftini omanfyri, og kann tá dropin ikki treingja longur inn enn til slokuna, um veggurin inn- anfyri hana væl at merkja er gjørdur vindtættur Tad sindrid av vætu, ið hervið treingir inn i slok- una, kann so leiðast út aftur gjøgnum op niðast i henni. Hetta veggjaslagið kann verða ein sonevndur >holmúrsveggur< av antin múrsteini ella betong- elementum t.d., ið er lag- aður upp av tveimum løg- um av »Steinum«. Tað er av serligum týdningi, at samankom- ingar ímillum útveggin og vindeygu og hurðar eru To tættar, soleiðis at vætan, ið rennur niður eftir vegg- inum ikki treingir inn igjøgnum samankoming- ina. Eisini eigur regn- skermurin at verða gjørd- v/ Bjarki Højgaard meøbla- og innrætt- ur væl fastur, so hann ikki loysnar ella gevur óljóð frå sær Tann trýstmunurin, ið vindurin er atvoldin til, svarar í mesta lagi til 1% av atmosfertrýstinum. Av hesum sæst, at tað skulu bert smáar luftmongdir streyma inn og út igjøgn- um opini í regnskerminum fyri at skapa trýstjavna. Steddin á opinum nýtist ikki tí bert at vera í mesta lagi 100 cm? pr. vatntætt- an metur pr. hædd. Tó Nr. 8 — 30. januar 1980 eiga opini ikki at vera minni enn 1 cm í tvermál, tí annars kunnu teir typp- ast av skitti. Í næsta partinum skal eg viðgera hinar partarnar av tí samansetta veggin- um — tað vindtætta lagið, bjálvingina og kondens- vatnsspurningin. Varðin komin Varðin, 3—4. hefti fyri 1979, er nú útkomin. Á fyrstu síðunum eru tvær yrkingar eftir William Heinesen, sum Steinbjern B. Jacobsen týddi, og ein tekning av William, sum Ingálv av Reyni hevur gjert. Síðani kemur ein heilsa til William frá Gunnari Hoydal. Í Varðanum eru ann- ars Nakrar minnis- myndir eftir Petur Heinesen á Lofti, Ein sonn sega eftir Bjarna Niclasen, 4 yrkingar eftir Paula í Sanda- gerði, Nekur orð til minningar um Magnus Dam Jacobsen eftir Jóannes Nielsen, Claus Reistrup skrivar um fyrstu skaldseguna á føroyskum, Båbels- tornið, Til lívið, yrking- ar eftir Hedin M. Klein, Hjartasorg eftir Gunn- ar Hoydal, Kvøld, yrk- ing eftir Jóanes Nielsen, Tann triði son- urin, stuttsega eftir russan Andrej Plato- nov, Johnny Thomsen tyddi, Steinbjørn B. Jacobsen skrivar um føroyskar barnabók- mentir. Hetta er fyri- lestur, hann helt å norðurlendsku barna- bókarithevundastevn- uni í Havn í 1974. Jóanes Nielsen hevur týtt Roynd til eina dagbók eftir pólska skaldið Adam Wazyk og Sverri Dahl skrivar um Sverra Kong Hetta er ein útvarps tom” røda frå 197 Basarur vid Gjógv Ætlanin er at hava útsølu og eydnu- hjól til frama fyri bygdarhús við Gjógv tann 20. juli 1980. Heita vit tí á fólk um at styðja okkum við hesum tiltaki. Tey, sum ætla sær at senda lutir, kunnu senda teir til ein av undir- ritaðu. Louisa Róða, Jógvan Nónsgjógv, Esther Nónsgjógv, Jona Matras, Oddvør Johannesen, Símun Joen- sen, Petur Mainhard Sivertsen. Norðstreymoyar Dansifelag Ársveitsla felagsins har Vága Dansifelag luttekur verður í Kvívík Kyndilsmessukvøld kl. 20.00. Seinasta freist at tekna luttøku er i kvøld. NEVNDIN Landssjukrahusid 3800 Torshavn 1. 1. assistent á uppihaldsdeildina skjótast gjørligt. søkir ” Sjúkrasystir i kvøldvakt á heiliráðdeild B. 7 7 kvøld 2. hvørja viku frå 1. mars 1980 sjúkrasystir i kvøldvakt á skurðdeild, 7 nætur 2 hvørja viku skjótast gjørligt. Sjukrasystrar å fullari tid til heiliråddeild skurðdeild ntensiv deild, foði deild, psyk. deild skjótast gjørligt »Sygeplejersken« 4 j i Be Ka AA AAA AT