Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr.9 — 2: februar 1980 Figgjarlogin og landbrúkið Á fíggjarlógini fyri 1980/81, sum nú er til viðgerðar í løgtinginum, stendur eitt tal uppá 13,8 miljónir, ella 2,3 prosent, til landbúnað og matrikulering. Við eðrum orðum er so at siga ongin broyting hend við hesum parti tey seinastu trý árini. Av hesum tali eru umleið 3 miljónir til Matrikulstovuna, men hon átti heldur at staðið saman við hinum lands- stovnunum, enn saman við landbúnað. Landbúnaðarráðgev- arin og Royndarsteðin koma at kosta umleið 1,3 miljónir. Tað er líka nógv sum tað kostar at velta eini 50 hektarar, ella 100 kúfóður. Hesin peningur hevði sostatt kunnað skapt grundar- lag fyri eini fimm familjubrúkum, meðan úrslitini annars eru sera ivasom, fyri ikki at siga ongi, sum tað gongur í letuni. Hetta fingu vit dyggiliga váttað í Dimmalætting, fyri einum tveimum mánað- um síðani, av leiðaranum á Royndarsteðini, sum eisini er landbúnaðarráð- gevari. Av teimum 9,5 miljón- unum, sum nú eru eftir, fara tær 5 til onnur óproduktiv endamál, meðan 4,5, ella 0,7 pro- sent av fíggjarlógini eru til íleggingar í landbún- aðin. 1,5 til nýdyrking og 3 til fjósbyggingar og amboð. Hesar 3 miljón- irnar hava ta treyt, at av teimum skal onki lánast til sethús ella kongshús Hetta eru hús, sum garð- arnir (Jarðarráðið, landið) eiga. Henda treyt kemur illa við á nógvum gerðum, tí ongir megu- leikar eru fyri fígging, uttan úr jarðargrunnin- um, tá man ikki eigur grundstykki. Útlitini av hesum verða, at bendur- nir antin mugu leiga seg inn hjá eðrum ella búgva í fjósunum. Men tað munnu politikararnir halda vera í lagi. Fyri hesar 4,5 miljón- irnar skal landbrúkið fylgja við, menna seg, ekja framleiðsluna, velta upp úr nýggjum, byggja fjós og keypa amboð. Hendir hetta ikki, so er bert at klikka niður á bendurnar,. Tað er so lætt, teir svara jú ikki aftur álíkavæl. Heldur minka teir um arbeiðið á garðinum, finna sær okkurt annað at liva av, soleiðis at garðurin gerst ítriv. Stillisliga taka teir sakina í egnar hendur. Hesa gongd hava politikararnir ikki sæð enn. Tað gongur so lætt. Tann búnaðarvera, vit ikki framleiða, verður bara innflutt. Har landbrúkið gevur upp ond, tekur heilselan við. Soleiðis royndust øll tey føgru orð, vit hoyrdu um, at nú var ternið umsíðir komið til land- brúkið. Hálvafjórðu miljón á vegnum til sjálvbjargni við landbúnaðarverum. Hvat kann tað muna? Eins og kúgvin má fóðr- ast fyri at mjólka, so mugu fyrst landbrúkið, áðrenn vinn- ingurin kemur. Hver er so hesin vinn- ingur? Við at menna landbúnaðin kunnu nógv nýggj gevandi arbeiðs- pláss skapast uppi á landi. Vit kunnu gerast sjálvbjargin við lívs- neyðugum matverum, sum ikki um allar ævir kunnu innflytast. Vit spara um innflutn- ingin. Jú minni innflutn- ingur tess minni er neyð- ugt av útflutningi. Og so klára vit okkum við minni fiski. Bygdamenningarhug- takið fær innihald! Herafturat sparast óneyðugar ílegur í goymslubygn- ingar og farmaskip kunnu Hvat kostar hitt? Meðan vit annars áttu at gjørt okkum út til at møta kreppunum, verður almikið brúkt av peningi. Miljónirnar rulla. Nú skal langfara- flotin aftur hava 60 miljónir, so hesin fortíðarrakstur kann ganga eina letu afturat. Og vit fáa enn nakrar kilometrar av dupult- sporaðum vegum, sum vit kunnu ganga og súkkla eftir, tá bilarnir ikki longur koyra. Og í Havnini eru í seinastuni brúktar einar 7—800 miljónir til handils- og goymslu- bygningar. So kunnu vit goyma innflutningin har eina letu ímillum keiina og Drukararnar. Stórur partur av hesum innflutningi eru land- búnaðarverur, sum vit saktans kundu framleitt sjlavi, um politiskur vilji og hjålp var veru- leiki. Tå hesir handlar hava slept sær av vid veruna og ognað sær vinningin, eru teir leysir av aliari ábyrgd. So kann tað almenna taka um endan og ansa eftir, at vit ikki drukna í plastikki og eðrum burturkasti. Byggja dýrar rusksteðir, sum skattgjaldararnir so gjalda, fyrst bygging og síðani raksturin. Var ikki beinari at givið teimum ruskið aftur í høvdi8? Keyps- og tveit-burt- ur-mentanin er og verður okkum dýrur gestur. Men hvar er stýring- in? Galdar hon ikki hesum »fria initiativin- um«? Ella verður styrt aðrastaðni frá enn úr løg- tingi og landsstýri? Tíðin má vera komiin, har onnur virði telja enn at seta vinningsprosent- ir upp á deyð ting Skal tað vera liviligt her, eisini hjá komandi ættarliðum, mugu vit fara at liva av Føroyum Fyrst og fremst land- grunninum og tí hann kann geva uppi á landi Næst, men ikki minst, av landbrúkinum. Og herafturat tí ídnaði, sum natúrliga hoyrir til báðar vinnurnar. Heldur enn at liva hver av eðrum, mugu vit liva javnt saman fram- Politiskur leiklutur Tá so lítið hoyrist frá búnaðarmonnum sjålv- um um tey neyðugu framtekini, er tað helst tí teir hava, ella eru við, at missa mótið. Tí noyðast politikarar- nir at taka sær um reiggj og stíla fyri sjálvir. Teir eru upprunaliga valdir til at stíla fyri. Eru upp- runaliga eitt slag av ar- beiðsformonnum. Tí áttu teir longu fyri nógvum árum síðani at havt stungið út í kortið tað, teir vildu, sett sær mál um hvussu nógv vit skuldu framleitt sjálvir Og síðani hjálpt til, soleiðis at framleiðslan vaks. Hetta er kjarnan í spurninginum. Allir aðrir trupulleikar kunnu lættliga loysast. At stara seg blindan uppá småting, sum til dømis at vit onki kunnu gera við ognarjerðini, er at spæla strutsurj, ella ikki vilja síggja veruleikan í eyguni Hvussu langt hevði fiskivinnan verið komin áleiðis. um tað almenna ikki hjálpti? Skulu vit fyrst kenna matverutrot? Meguleikarnir eru al stórir og enn bíða teir Undir viðgerðini av fíggjarlógini royndi eg at lurta eftir, hvat teir segdu um landbrúk. Tað var ikki nógv Landsstýrismaðurin fyri landbúnað gretti ikki orð um hesa vinnu Hann nenvdi onki um. at á man taðar grer um gangandi fót, men um óveðursskýggini, brimið frammanfyri, brotini í báðum borðum, sterkar neglur og síðani um fisk, vegir og mentan. Einastu tingmenn eg hoyrdi tað glógva í um landbúnað, vóru Jergin Thomsen og Jógvan Olsen Annars var so at siga bert tegn um landbúnað- in, sum annars kundi verið eitt alternativ burturúr naggatódnini. Tað sær út til, at politikararnir ikki kenna til jerðsamband og praktiskan sans Hvussu ber tað nú eisini til, at meginpart- urin av teimum eru lær- arar og aðrir akademik- arar? Lutfalsliga eru hesir stættir smáir minnilutar, men tá valt verður, eru næstan øll evnini ur hesum stættum. ! hvussu so er tey við møguleika. Men uppstillingin er eisini ein partur av valinum Lat okkum ålikavæl vóna at størsti ikki er við feilurin politikarun- um, men við samfelags- skipanini Vónin Enn er fíggjarlógin ikki endaliga samtykt Hevdu tit ikki kunnað flutt eitt sindur um uppá tølini, hasar 4,5 miljónirnar verða tvi- ella trýfaldaðar sum ein soleiðis at byrjan til tev vónandi grenu fýrsini Hanus Wang na hag