Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

p Sida 6 telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Torshavn p/f sosialurin Utgevari: Fyritaks- og bladstjøri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Álitismanna- skipan AT ARBEIÐARASTÆTTIN — arbeiðsmaðurin og arbeiðskvinnan — eru tey, sum ringast eru fyri á okkara sokallaða framkomna sam- felagi, er prógvað so ofta. Løn teirra er hin lægsta, arbeiðsumsteður teirra — í flestu førum — tær ringastu og trygdin fyri fram- haldandi arbeiði í flestu førum eingin. TAÐ, SUM higartil er vunnið fram á hjá hesi stætt samfelagsins, er við tógvið stríð vunn- ið við samráðingarborðið við arbeidarafeløg- um ødrumegin og arbeiåsgevaranum hinu- megin. Å henda hått hevur so dånt eydnast at fåa nøkur oyru afturat, soleidis at svongd- in kundi haldast frå durunum. Harafturat fekst legtingið til at áseta eitt rímiligt viku- tímatal, fritidarløn og at samtykkja eina ar- beiðaraverndarlóg. DAGPENINGASKIPANIN eigur eisini at verða nevnd í hesum sambandi, og var hon størsta framstigið hjá timaløntum hesi sein- astu nógvu árini. Við hesi skipan hava nú eisini timalønt ioyvi at vera sjúk, uttan at bera ótta fyri álvarsligum fíggjarligum avleið- ingum fyri viðkomandi og familjuna. MEN ENN tørvar nógv i, um vit skulu ditta okkum at gera sammetingar við okkara grannalond. Fyrsta fakfelagið í Danmark, sum í sáttmála sín við arbeiðsgevaran fekk niðurfelt orðið álitismannareglur, var felagið fyri smiðju- og maskinarbeiðarar. Hetta hendi í árinum 1900. Vit hava ikki enn, 80 ár eftir, fingið eina álitismannaskipan, sum vit á nakran hátt kunnu vera nøgd við. HESAR SEINASTU dagarnar hava vit sæð í blødunum, at ein arbeiðsósemja hevur tikið seg upp á einum arbeiðsplássi í Havn. Eftir hvat ið skilst, stendur pástandur móti pá- standi. Ein partur heldur, at arbeiðsmanna- felagsformaður gongur ørindi fyri arbeiðs- gevara, og frá arbeiðsmannafelagnum verður sagt, at teir ikki kunnu gera nakað við málið. AT TÍLÍKAR arbeiðsósemjur taka seg upp, kann altíð henda, men at tær eru til at loysa, skuldi verið sjálvsagt, uttan at menn »lata hvenn annan úra. Hetta er bert eitt talandi dømi um, hvussu veikt avtalur eru orðaðar og hvussu veikt eitt arbeiðarafelag — ar- beiåsmedurin — stendur, tá ósemja stingur seg upp TAÐ ER Ti at vóna, at nú, sáttmálasamráð- ingar byrja millum arbeidarafeløg og arbeids- gevarar, ikki bert verður tingast um krónur og oyru, men at greiðar linjur verða niður- feldar um álitismannaskipan o.a. Hetta vildi gjørt sítt tii at forða fyri óneyðugum trætum og ósakligum álopum hver á annan. sosialurin Nr. 12 — 13. februar 1980 Bert fyri tey fáu Tað er at vóna, at flestu fólk nú eru við at koma fyri seg eftir teirri ítróttarligu yvir dosis, vit hesar seinastu dag- arnar hava fingið yvir okkum. Útvarpið hevur sent í »døgndrift« bædi vid gomlum og nyggjum endur sendingum. Reportarar sett liv og heilsu upp á spæl fyri at brøla ítróttarliga gleðisboð- skapin út í hvert útvarpslurt til tolna føroyska lurtaran. Gjøgnum útvarpið hava vit fingið at vita, at formaðurin í ISF er lukkuligur og eydnu- sælur og takksamur. Gjøgn- um Ítróttatíðindi, sum teir nú hava grivið uppaftur, og sum nú eisini ber heitið Rúnar keivið við einum fyrr ókend- um partafelagi sum útgevara, kundu vit dagliga halda okk um ajour Løgmadur, landsstyris menn, borgarstjórar og aðrir prominentir persónar bjóða vælkomin og fegnast. Og so endaði gall orrustan við, at fiskimannafelagsskapurin Fiskasølan beyð øllum til stórfingna veitslu. Orsakað eg trúði, at fiskivinnan var í kreppu. Alvaratos Birgir, var hetta fyri at provokera, og vísa tykkara rikidømi og vald? Jú, sanniliga eiga vit øll nú at vera bæði lukkulig, eydnusæl og takksom. Fyri at eingin misskiljing skal vera, so kunnu vit semj ast um, at tað er altíð hugna ligt at fáa vitjan uttanífrá, og hjá okkum føroyingum er stuttligt at vera saman við ødrum londum, tá okkurt fer fram, og lat tað eisini vera sagt, at stevnan var væl fyri reikað Men tað, sum ein nú hevur alla orsøk at vera bangin fyri, er ta ítróttarligu kós, sum ÍSF nú hevur stungið út. Tað sær út, sum tað her eftir ikki vera stórvegis vónir hjá teimum, sum íðka ítrótt fyri ítróttina skuld. Vit hava fingið at vita, at C-HM bert er eitt stig á leiðini. ÍSF ætlar ikki at liggja á letu síðu nú, men ætlar at »halda dampin uppi«. Soleiðis skrivar for maðurin í ÍSF í Rúnarkelvin- um Hetta eru greið orð, so nú vita vit tað. Ongin er byttari enn so, at ein veit, at um størri dentur skal leggjast á »elite-itrétt«, verður minni pláss hjá aðrum. Tað vil við ødrum orðum siga, at tað her eftir verður miðað ímóti at gera ítróttin til ein kappingar við- merkingar ítrótt burturav fyri tey fáu, meðan tann stóra fjøld, sum luttekur fyri at luttaka, fær minni sømdir Tað er tí ikki annað enn natúrligt at umhugsa at gera nýggjan ítróttarligan felags- skap, sum leggur sterri dent á ítróttaligt gagn fyri fjøld av fólki enn »elitu-itrétt« fyri tey fáu. Tórfinn Smith AAA AAA AAA AAA 111111 Skattabyrðan Nú havi eg hoyrt eitt graml um, at landskassin skal hava nakrar krónur afturat, og í hesum sam- bandi skal skattalógin broytast so at lands- skattaprosentið verður hækkað eitt vet. Hendan hækkan skal raka allar skattaborgararnar, uttan mun til inntøkupphæddina. Hesa mannagongd meti eg at vera skeiva, ti vit siggja hvussu nugaldandi skattalóg roynist: tann »meinigi maðurin“ rindar næstan helvtina av løn síni i skatti, meðan teir, sum »spekulera« við sín- um pengum (og pengunum hjá eðrum), gjalda næstan ongan skatt. Tá nú landsins myndug- leikar skulu broyta skatta- lógina, vildi tað verið mest rímiligt, at gjert nakað við henda ójavnan. Tí sum er, er steðan tann, at tann vanligi skattaborgarin verður næstan dripin í skatti, og ætlar hann at byggja hús, má hann næstan liva av vatni og breyði fyri at megna tað. Harafturímóti eru tað aðrir, sum hava stór og snotulig hús, skifta bil á hverjum ári, eitt ella fleiri summarhús í Danmark ella aðra staðni, men næstan ongan skatt, av tí, at hann hevur nógvar av- skrivingar. Øll skilja, at hetta kann ikki vera rætt, og tí vilja vit heita á landsins myndugleikar, um at rætta hendan ójavnan. Tað hevði verið eitt stig á leiðini móti einari rættvis- ari skattalóg. sj. Nær fåa vit lækna So vist byrjadu vit 1980 vid einum lækna. I 1922 var ein komm- lækni hesum sama læknadømi. Nú man félka- talið vera munandi vaksið síðani fyrst í tjúgunun tað kann eingin ivi ver mm. Eyri ein lækna rekja hálva Suðuroynna er tað ikki ov nógv at bjóða einum mann Fyrr var heldur ikki alt arbeiðið kravt av læknanum, til demis kann- ingar av barnakonum, ný- feðingum, skúlabernum og hartil allar vaccinatión- ir, sum eg ikki dugi at nevna, umframt receptir til sjúklingar; við- allar - talutíðir í fleiri bygdum og vitjan av sjúklingum nátt sum dag. Hetta má kunna kallast stress. Ein undrast á, at maðurin ikki sigur: mongu sjúklingur Men fyri fólkið í hesum læknadømi er tað eitt stóri pluss at lækna, sum skilir málið Tað er at ynskja eftir, at kommunulæknar skilja antin danskt ella førovskt. Vit hava havt grekara og indara, alt gott at siga um teir, men munurin er stórur. at tað er lættari at greiða frá fyri einum, ið hava ein skilir málið, hvat bagir tá ein kemur til lækna Vera blíður, hippa øks og smilast; »senda tablett«: einasta orð, vit nava skilt. Konsulatiónin r sk men ikki er alt ei ið á 2 gvar adDiettir Nú er eitt fur at spyrja, nvat er til hindur fyr t ein hjålparlækni, sum játtaður var fyri mon- gum árum síðani, ikki verður settur í starv her? Onkur sigur, eingin íbúð er. Tað man vera tað reina tvætl. Nú er koyr- andi úr Sumba til Sand- víkar, so ikki skuldi vera so torført at fingið eina íbúð, so harðliga tað er fyri neyðini at fáa ein lækna afturat Við tekk fyri upptek- 2 M.M.A tjak og meiningar Vit gera Yesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini.