Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Hvannhólmur heim av øðrum túrinum: Brim í Skopun — mátti landa í Havn Nýggi skopunartrolarin, Hvannhólmur, kom mánadagin inn av eðrum túrinum. Teir hevdu fult upp undir lúkurnar, íalt 175.000 pund. Hvann- hólmur slapp ikki framat at landa í heimbygdini, Skopun, av hesum túrinum. Tað var brim har suðuri og ikki hugsingur um at leggja at har. Teir legdu tí veiðuna upp til Bacalao í Havn. Megin- parturin var upsi. Henda túrin høvdu teir roynt eystanfyri, á Nólsoyarbanka, í 12 dagar. Tað eru seks mans við Hvannhólmi). Fyrra túrin hevði trolarin 135.000 pund. HVAN kl4G) mv > | Hvannhólmur var tungur framman, tå hann kom | inn av eðrum túrinum nú mánadagin. | sosialurin Nr. 16 — 27. februar 1980 Enn ein niðurskurður í | fjarfiskiskaninum? Toskaveiðan á Flemish Cap møguliga niður í helvt Avgerðin verður tikin í Toronto í næstu viku Í næstu viku verður ein týðandi fundur hildin í Toronto í Canada mill- um limalondini í NAFO, te. Northeast Atlantic Fisheries. Tå skal gerast av, um fiski- skapurin å Flemish Cap skal minkast i hesum årinum. Fiskifrødingar fara helst at mæla til ein niðurskurð. Tað hevur júst verið fund- ur í Lissabon í Portugal, har fiskifrødingar úr øllum NAFO-londum gjørdu støduna upp, hvussu til stendur við toskastovnin- um á Flemish Cap. Stovnsmetingarnar vísa, at tað er minni til at toski á Flemish Cap nú. Fiski- skapurin hevur eisini verið munandi minni í 1979, enn hann var í 1978. Vit kunnu ikki vænta okkum nakra framgongd í ár ella í næsta ár, men meguliga fer stovnurin at ganga upp eftir aftur í 1982 Á einum fundi millum fiskifrødingar í juni í fjør — tå luttóku bert nakrar fáar tjóðir, Feroyar vóru ikki við — var eitt upp- skot um, at einki skuldi fiskast í ár, tí sagt varð, at tað stóð ógvuliga illa til við stovninum. Men tað varð kortini ásett ein fyri- bilskvota fyri teir fýra fyrstu mánaðirnar í ár uppá tilsamans 10.280 tons, og harav skuldu Fer- oyar fáa 1800 tons í rund- um. Nú er tað so spurning- urin, hvat skal veiðast restina av árinum. Verður líka nógv veitt sum í fjer, verða tað umleið 20.000 Borðoyanes, fer hann at fáa uppí í ár? tons í alt, tvs. at total- kvotan frá í fjør, sum var 40.000 tons, verður mink- að niður í eina helvt. Toskastovnurin á Flem- ish Cap er ein stovnur, sum er á altjóða sjógvi. Hann er undir NAFO, har tað eru limalondini, sum atkvøda um, hvussu stórar kvoturnar skulu vera. Fiskifreðingar koma ikki beinleiðis við tilmæl- um, men siga bert frá, hvussu fylgjurnar vera, um fiskað verður so ella 80. på ” TI GA me HUNT Verður avgjert at minka um veiðuna eftir toski á Flemish Cap, er einki at ivast í, at hetta kemur at raka okkum meint. Feroyingar hava fiskað tosk har síðani fyrst í 60-unum, og vit fiskaðu í fjør 7.484 tons. Toskaveidan å Flemish Cap er sjålvt grundarlagið undir saltfiskaveiduni hjå umleið 9 línubátum. Í fjør høvdu triggir av bátunum tveir túrar, men seks av bátunum hevdu ein túr. Birgir Danielsen, fiskasølustjøri: Vit mugu hava ein heimamarknað eisini — Framleiðarin kann tá betur bóta um brek — Tað vil vera nógv lættari = hjá okkara framleiðarum at fáa rættað ymisk brek í samband við tær ymsu verurnar, um vit hava ein heimamarknað eisini. t Hetta sigur Birgir Daniel- sen, stjóri á Feroya Fiska- selu, í samband við at Fiskaselan er farin undir eitt nýtt tiltak: at fram- leiða liðugtpakkaðar fryst- ar fiskavørur á Bakka- frost og selja tær í Feroy- um. Uppá fyrispurning, um ein heimamarknaður er nakað at basera eina selu uppá, sigur Birgir Daniel- sen, at tað er tað sjálvsagt ikki, men orsekin til at teir eru farnir undir tiltakið er tann, at teir vilja hava betri kunnleika um, hvussu veran tekur seg út frå hon kemur frá fram- leiðara til hon liggur i handlunum. Nógv selt í Bretlandi Fiskaselan hevur nevni- liga uppbygt ein týðandi marknað í Bretlandi við hesum verum. Tað sein- asta hálva árið hava teir hjá Chaldur í Grimsby framleitt umleið 500 tons av hesum sonevndu retail- verum. ið verða seldar til umleið 200 stórhandlar í ellum Bretlandi. Nú vil Fiskaselan so e1sin1 royna hesar vørur- nar aðrastaðni, eitt nu Tysklandi og Fraklandi Fyri at fáa hetu ast til fulnar, hevur Fiska- sølan so sett.i gongd fram- leiðslu i Føroyum og ger nå ymsar royndir i Føroy- um. — Sjálvsagt fáa vit einki beinleiðis at vita um, hvussu týskarar og bretar dáma verurnar við at selja tær í Feroyum, men vit sleppa tó at royna tankar og ideir. Vacuumpakkaðar Talan er um nógvar ymsar verur, sum allar verða va- cuumpakkaðar. Tað er hýsa, toskur, kalvi o.s.fr. Bakkafrost á Glyvrum hevur bygt rættiliga nógv út til hetta endamiálið. Endamálið við útbyggingini á Bakka- frost er iust tað at vita hvussu veran tekur seg út i Feroyum. I dag verður kortini stersti parturin av verun- um framleiddur hjá Chald- ur í Bretlandi. Birgir Dan- ielsen sigur, at framleidsl- an á Bakkafrost er eisini ein liður í at royna at flyta part av framleiðsluni úr Bretlandi til Feroya. Hann ivast tó í, um tað letur seg gera at hava alla framleiðsluna í Føroyum. Hetta verður í seinasta enda ein fíggjarligur spurningur. Tað kostar nógv at senda emballasju til Feroya, og harafturat eru stórar útreiðslur av at senda veruna til teir út- lendsku marknaðirnar Selja meira til Europa Birgir Danielsen sigur 5 annars, at Fiskasølan i år meira og meira fer at satsa uppá teir europeisku marknaðirnar. Fiskasølan hevur ætlanir um fyrst og fremst at brúka ráverur- nar betri og fáa mest meguligt virði fyri útfluttu veruna. Harnæst at konsolidera marknaðin og at økja um søluna á europeisku marknaðun- um. Hann heldur fyri, at tað eru góðar vónir at trúgva, at teir europeisku markn- aðirnir verða fult so góðir í framtíðini sum ameri- kanski marknaðurin. — Okkara útflutningur | til USA er minkaður stød- ugt og tilsvarandi vaksin til Europa. Ein av orsøk- unum til hetta er tann økta upsaframleidslan, har serstakliga Tyskland er hugað fyri at keypa allan okkara upsa. Fiskasølan ger í løtuni søluroyndir við svart- kjaftaflaki í Bretlandi. Birgir Danielsen sigur, at teir kunnu fáa millum 65% og 70% av toskapris- inum fyri svartkjaftin. Hann hevur annars góðar vónir um, at okkurt fer at spyrjast burtur úr svart- kjaftinum. Ætlanin er at gera fiskafingrar og flek við raspi á Chaldur í Grimsby úr svartkjaftin- um, sum kemur úr Feroy- um. Birgir Danielsen: — Við svartkjaftinum hava vit eitt alternativ at bjóða bretum, sum er biligari enn toskur. Og tað hevur ikki so lítið at siga.