Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 27. februar 1980 sosíahurin LP ; ; I ? 18 i? 5 Hava tey lægst- løntu koyrt alt av knóranum? Nú ið tað sansar at hjá tí almenna at skaffa pening til stuðul til fiski- vinnuna, verður lagt eftir teimum timaløntu og sagt verður; at teirra løn má niðurskerast. Dagblaðið skrivar um, at prístalið má setast á 100 frá 1. januar. Prístais- reguleringin skal broyt- ast, so tollurin verður hildin uttanfyri — meira toll meira skatt o.s.fr. Fiskasølustjérin úttal- ar seg til sama blað, at einasti meguleiki fyri at fáa útreiðsiurnar niður hjá virkjunum er at lækka lønirnar á landi, men leggur hann afturat: »hetta er neyvan nøkur loysn«. Hetta er íkki fyrstu ferð, at hesin persónurin hevur hongt seg í lønirnar hjá arbeiðs- fólkinum. Hann kundi kanska hugsað sær, at liva av eini arbeiðs- mannaløn upp á 6000 kr. um mánaðin? Tað er nógv fyri, at tað altíð skal verða lagt á tey lægstløntu, tå ið á stend- ur. Tað eru kanska tey, sum hava koyrt tað heila av knóranum. Ég spyrji bara? Nú er tíðin komin, at landsstýrið sleppur teim borgarligu hugsanunum, og læeldur uppat við at hjálpa fólkaflokkinum at verja privatkapitalistar- nar, fer at virka fyri fyrst og fremst at fáa eina kelduskattaskipan, og at tryggingarsambandið og monopolfyritskan, Fiska- sølan, koma undir skatt- skyldu og strangari eftir- lit. Eisini má landsstýrið fara at samskipa alt inn- keyp av arbeiðstólum, sum landið og kommun- urnar nýta til arbeiðs- brúk, so tað íkki verður sum nú, tá bert onkur einstek fyritøka hevur stóran vinning av hesum. Ein máti, ið landsstýrið kann brúka fyri at fáa pening til tann soltna landskassan, er at skera toppin av teim stóru løn- unum. T.d. fáa útjavnað munin millum tær hægstu lønirnar og ar- beiðsignirnar. Ein má spyrja, hvar er kreppan, landið er komið i, tá ávísar fyritøkur — so sum Tryggingarsam- bandið, Sjóvinnubankin ag Føroya Banki — skulu fara undir at byggja hotell við undirskot upp á 3 mill. kr., og samlaði kostnaðurin skal vera einar 25—30 mill. kr. Ein undrast á og spyr. hvar er logikkurin í tí heila? At koma út til lønmåét- takararnar við uppskoti um kreppuloysn, har tey vanligu timaløntu, sum hava tær lægstu inntøk- urnar skulu fáa byrðu oman á byrðu yvir seg Ingeborg Vinther enn einaferð!!! Hvat hugsa hesir menn fyri sær? Eitt er vist, og tað er, at nú er farið út um alt mark! Ar- beiðsfólkið orkar íkki fleiri byrðar. Vit skulu minnast til, at arbeiðið á virkjunum gav lítið árið 1979. Og Dagblaðið leggur sjálvandi á tey lægst- lentu — ja, frá hasari síð- uni kann man vænta alt. Teir eru uttan iva teir réttu at skriva um, at løn- arútreiðslurnar til virkini eru ov stórar. Hava kanska hesi lægstløntu fingið part í nøkrum yvir- skoti og skúmað profitt- in frá kapitalistunum? Nei, eitt er vist — tad eru ikki tey timaløntu, ið eiga at svíða fyri hesa kreppu. Vit hava eisini havt góðar tíðir. Tá bleiv eisini sagt, at ráð vóru ikki til hægri lenir, hverja ferð arbeiðararnir royndu at stríðast við fakfelagsformaður samráðingarborðið fyri at royna at fáa nøkur oyru upp á lønina. Tí eiga vit ikki at góð- taka alt tað sum verður lagt á okkum. Um vit hugsa okkum um, man tað ikki bert vera minkaða veiðu- nøgdin og oljuprísirnir, sum eru orsøk til krepp- una. Dúgliga hevur verið rópt upp um tað privata fyritaksemið av fólka- flokshøvdingunum. Hvar er tað nú, tá á stendur? Nú loypa kapitalistarnir á leistum til landsstýrið, nú skal landskassin og samfelagið gjalda. Betur var, um hesir privatkapitalistarnir høvdu skorið niður av sínum egna livikostnada, minkað um brúkið av luxusbilum, uttanlands- ferðum o.s.fr., so meira var eftir til vinnuna, tá tíðirnar = blivu minni góðar sjónarmið Síða 7 Ég fari at biðja lands stýrið hugsa seg væl um, áðrenn teir fara undir inntøkupolitikk. Hann rakar altíð tey veiku í samfelagnum meinast. Serliga tá skorið verður niður av teim sosialu veitingunum. Tað kemur eisini at skapa eitt økt arbeiðsloysi, um tey al- mennu arbeiðini verða steðgað. Hvat skulu vit gera vit tað arbeiðsfólk, sum td. hevur vegar- beiði og onnur arbeiði. Tað ber ikki til bara at siga fólk úr arbeiði. Vit hava ongar arbeiðs- loysisstuðul, men livast skal hvenn dag. So longi arbeiði er, fær eisini tað almenna sítt inn aftur. Tí vil eg einaferð enn vísa á, at tað gongur ikki at leggja á tann veikasta garðin. Ingeborg Vinther At koma út til løntakararnar við kreppuloysn... Eitt er vist, arbeiðsfólkið orkar ikki fleiri byrðar, tí arbeiðið á virkjunum var lítið í 1979 I