mikudagur 27. februar 1980síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Føroya Kommunufelag aðalfund:
Skattaeftirstoðan ógvuliga
hog í fleiri av kommununum
Fundur við landsstýrið um spurningin
Innanhýsis trætan í Føroya
Kommunufelag um formans
spurningin er loyst Hetta
hendi á aðalfundinum. sum
varð hildin í Havn í síðstu
viku. Aðalfundurin samtykti
tá at gera ymsar broytingar í
lógini
Trætan tók seg upp. tá for
maðurin í felagnum, Vilhelm
Johannesen bað um at verða
loystur úr starvinum, nú hann
varð valdur til landsstýris-
mann. Hans Jørgensen, vara-
formaður. tók við sum for
maður. men fleiri av limum
felagsins førdu tå fram, at
hetta var ikki rætt. Onkur helt
at tann, sum hevði næstflest
ar atkvødur til seinasta for
mansvali. átti at verða for
maður
Á seinasta umboðsráðs-
fundi í fjør vóru menn á ein-
um máli um, at lógin var nóg
so ógreið. Ein nevnd varð sett
til at beina hesar ivaspurn-
ingarnar burtur
Broytingarnar sum allar
vórðu samtyktar. eru hesar
Beinleiðis val
Starvstíð formansins fevnir
um tvey ár stendur í grein 3 í
lógini. Afturat hesi grein varð
samtykt, at „beinleiðis val
ikki kann fara fram í starvs-
tíðinia
Afturat grein 5 í lógini við-
víkjandi leiðsluni kemur, at
»varaformadurin skal taka
vid, um formanninum berst
frå. Um formadurin endaliga
fer frå, velur umboðsráðið
nyggjan formann, sum ikki
nýtist at vera umboðsráðs-
limur. men kommunustyris-
limur í limakommununia
Higartil hevur varaformaður
in verið valdur av umboðs-
ráðnum millum limirnar av
hesum ráðnum.
Afturat hesum uppískoyt
um til lógargreinar kemur ein
nýggj grein. sum sigur, at
sumboðsráðið avger, um for
maðurin í serstøkum førum
kann fáa farloyvi eila verða
loystur úr starvi, áðrenn
starvstíðin er lokin, og um
formaðurin ikki er nøgdur við
avgerðina. kann hann kæra
hana til landsstýrið
Síðani varð sett undir at
kvødugreidslu, um Vilhelm
Johannesen skuldi fåa far
loyvi. Hetta varå samtykt. So
statt heldur Hans Jørgensen
fram sum formaður til 1
februar 1981, tá nytt formans
val verður
Lenin lækkar
Nýggi formaðurin i Føroya
Kommunufelag fær minni í
løn enn hin undanfarni. Á
aðalfundinum varð samtykt
at seta lønina hjá formann-
inum niður í 3.500 kr. um mán-
aðin. Hetta kemst av, at fe
lagið hevur fingið nýggjan
skrivara, Jens Marius Dais-
gaard, sum arbeiðir fulla tíð
Gamli skrivarin arbeiddi bert
hálva tíð. Eisini kemur tað inn
í myndina, at fíggjarorka fe-
lagsins er ikki ov góð
Hans Jørgensen segði ann-
ars á aðalfundinum, at upp-
gávurnar hjá formanninum
fóru ikki at vera færri enn hjá
undanfarna formanninum.
Hans góðtók annars at fara
niður í løn.
Ohøviskur atburður
frá SEV
Renovatiónsspurningurin var
eisini frammi á aðalfundinum
Tað var Hjallgrím Janussar
son, formaður í nevndini i
interkommunala renovatións-
felagsskapinum, sum greiddi
frá spurninginum. Hann fýlt
ist ikki sért á SEV. Segði, at
teir høvdu verið í samband
við SEV fyri at vita, hverjir
møguleikar vóru at brúka
hitan frá eini brennistød til el-
orku. Hjallgrím > Winther,
stjóri í SEV, hevði sett nógvar
møguleikar fram, men helt
teir allar vera årealistiskar
Hann vildi tó ongantíð bein-
leiðis svara tí fyrispurningi, ið
varð settur honum av tí
nevnd, sum varð sett at
kanna meguleikan at brúka
hitan til elorku. Hjallgrím
Janusarson var eisini vón-
svikin yvir framferðina hjá
formanninum í SEV-stýrinum,
Asbjørn Joensen, sum tii eitt
av blødunum skal hava sagt,
at tad var fjas at skula nyta
hitan frå eini brennistød til
elorku. — Tað er min persón-
Frá aðalfundinum hjá Føroya Kommunufelag
liga meting, segði Hjallgrím
Janusarson, at tað er rætti-
liga ivasamt um ein slíkur
persónur er egnaður sum
leiðari fyri SEV-stýrinum.
Av ti at SEV var so negativt
fór nevndin "+ Renovatiéns-
felagsskapinum til Danmark-
ar og setti seg í samband við
sítt egna projekteringsfelag
fyri at fáa at vita, um tað
kundi loysa seg at brúka
hitan til elorku. Svarið varð,
at hetta fór ikki at loysa seg
upp á styttri sikt, men upp á
longri sikt kundi tað loysa
seg. um so var, at tað var ein
brennistað fyri alt landið
Millum Æðuvík
og Rituvík
Tað, sum síðani er hent í mál-
inum, er, at nevndin í Renova-
tiónsfelagnum hevur samtykt
at leggja eina brennistød mill-
um Æðuvík og Rituvik, og at
ovnarnir verða bílagdir fyrsta
dagin. Nevndin samtykti
eisini, at Havnin í seinasta
lagi týsdagin 26. februar
skuldi svara um hon vildi vera
við ella ikki.
Formaðurin í Renovatións-
felagnum helt, at tað er tann
besta loysnin, um Havnin
verður við at byggja eina
brennistød fyri alt landið.
Meira enn 30 kommunur
hava samtykt at byggja eina
stóð. Tær vilja reinsa og
rudda landið og sleppa fiski-
førum undan tí vanda, ið
stendst av, at vit koyra fleiri
túsund tons av burturkasti á
sjógv hvort år. Vit mugu fara í
gongd beinanvegin, endaði
Hjallgrím Janusarson.
Kolakraftverk og
ruskstød saman
Heini Olsen, verkfræðingur,
var eisini á fundinum. Hann
svaraði ymsum tekniskum
spurningum, men vísti annars
á ein heilt nýggjan møgu-
leika. Hesin møguleikin er at
byggja eitt kolakraftverk,
sum eisini kann taka ímóti
burturkasti. Tá hevur ein
loyst bæði renovatiónsspurn-
ingin og ein part av orku-
spurninginum í einum. — Á
henda hátt høvdu vit kunnað
spart eini 2000 til 4000 tons
av olju, ið vit nýta til elfram-
leiðslu. Men hetta kann so
ikki vera uppgávan hjá re-
novatiónsfelagnum, segði
Heini Olsen, sum helt, at
hetta mátti vera ein uppgáva
hjá SEV og Orkuráðnum.
Skattaspurningur
A aðalfundinum varð eisini
tosað nakað um skattaspurn-
ingin. Tað vísur seg, at eftir-
staðan hjá teimum flestu
kommununum er rættiliga
stór. Samtykt varð tí at taka
henda spurningin upp við
landsstýrið, tá samráðingar
verða millum landsstýrið og
Føroya Kommunufelag um
miðjan mars mánað.
Málið er so álvarsamt, at
onkur av kommununum
hevur meira enn 45% av
skattinum frá 1979 útistand-
andi. Í ødrum smærri komm-
unum er eftirstøda uppá 20%
heilt vanlig. Annars kemur
Kommunufelagið at skjóta
upp fyri landsstýrinum, at
okkurt verður gjørt fyri at fáa
pengarnar inn, m.a. at fáa
fleiri pantifútar og fáa keldu-
skattaskipanina í gildi bein-
anvegin.
36 limir i FKF
Annars segåi formadurin i
frågreidingini til fundin, at ein
høvudsmålseting í komandi
ári verður at royna at fáa allar
landsins kommunur upp í
Kommunufelagið. Í dag er
limatalið 36. Hvalvíkar komm-
una gjørdist limur í desember.
Hann segði eisini, at for
maðurin og skrivarin í fram-
tíðini mugu gera meira av at
vitja kommunurnar, bæði fyri
at skapa nærri samband, men
eisini fyri at fáa inspiratión og
hervið fatan av teimum mál-
um, teir ymsum limirnir hava
at dragast við.
Hann segði eisini, at sam-
starvið við landsmyndugleik-
arnar má styrkjast sum skjót-
ast. Dentur fer at verða
lagdur á, at fáa teir at skilja,
at kommunurnar mugu vera
við til at forma í minsta lagi
tey lógaruppskot, sum bein-
leiðis ávirka kommunu-
kassan. Tað eru annars nógv
mál, sum kommunumálaráð-
harrin má geva sær stundir at
tingast við Kommunufelagið
um, segði Hans Jørgensen.
AAA ASS AA
AGREASAASAO AR ROSS
»Tvøråfolk« sóknaðust herfyri i Dagblaðnum eftir býráðs-
formanninum — her er hann!!!
Nolsee
Í Klaksvík hava við-
haldsmenn hjá Eli
stovnað nýtt
felag — tað hevur
Venner«!
— Tú kanst ikki rokna við, at vit taka
búffin aftur, tá tú hevur boygt hann.
Sjónvarpsfelaigð biður
orsaka, at sendingin
sunnukveldið hevði
fingið heitið „William
Heinsen<. Hon skuldi
sjálvandi havt íitið
»Marius Johannesen«!
Oli i Aarstovu
= VAR r i ør
” 74
á
"á
ø
74
"á
ø
á
7
"á
á
"á
7
4
7
á
7
"á
SONNE