Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 17 — 1. mars 1980 telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Låginntøkurnar hava onga krénu at missa KREPPUUPPSKOT landsstyrisins hava nu fingið 1. viðgerð í løgtinginum. Vidgjørd vórðu uppskotini um hjálp til kreppurakta veiðiflotan, og somuleiðis tær inntøkulégir, sum skulu tryggja landskassanum neyduga meirinntøkurnar. TAD VORU serliga hesi seinastu uppskotini, sum fólk hava heft seg við, og tað er heldur einki at siga til tað. Hjá einum stýri er ikki altíð líka lætt at skula fara út til fólkið við nýggjum avgjøldum, men vidhvørt. er tað neyðugt, ikki minst í hesum døgum. SERLIGA ER tað uppskot landsstýrisins um broytingar í prístalslógini, sum hevur staðið fyri skotum. Móti hesum hava m.a. fleiri yrkis- og vinnufeløg mótmælt við teirri grundgeving, at reallønin eftir hesum upp- skoti minkar. Sosialurin visti herfyri eisini å vandan við eini tílíkari broyting í prístalslóg- ini, og segði, at hetta var ein týðandi dýrtíð- ar-regulerandi faktorur hjá hinum timaløntu. EIN UGGI er tó, at landsstýrið vil gera ávísar kompensatiónir m.a. við einum hækkaðum barnatilskoti. At skattabyrðan verður minni á eini bruttoinntsku upp til 80.000 kr. er somu- leiðis ein uggi, og tað sama kann sigast um eykaskattin, sum bert rakar håinntøkurnar. MEN TÁ SAGT verður, at landsstýrið heldur tað vera rímiligt at heinta umleið somu upp- hædd í tolli (t.v.s. 35 mill.) sum í skatti (t.v.s. 37,5 mill.) kunnu vit ikki vera heilt samdir. Meðan skatturin er progressivur, soleiðis at tess hægri ein inntøka er, tess hægri skatt skal hon bera, so er tollurin tað ikki. Oll skulu vit hava klæði á kroppin og mat í munnin — rík sum fátæk — og hetta skulu vit øll gjalda somu upphædd fyri. VIT ROKNA bert við og vóna, at Javnaðar- flokkurin í landsstýrinum fer at gera sítt ítarsta til, at hesar inntøkulégir ikki fara at raka låginntøkurnar, sum als onga krónu hava at missa. HARAFTURAT vænta vit av Javnaðarflokk- inum, at hann nú beinanvegin ger sítt ítarsta til at bróta borgarligar vanahugsanir, sum ikki loysa nakra kreppu, men bert skapa kreppur, og leggur til brots við at broyta av- skrivingarmeguleikarnar, at útbyggja brutto- skattaskipanina, at fremja eftirlit við ávísum monopolfyritøkum fyri bert at triva í nøkur av teimum målum, sum vilja gagna okkum øllum. Hvør er »javnadar- flokkurin«?? „Keyp av Mikkel Mols lið i landsstyrissemjuni« »Pristalsvidbétin mink- ar vid 45 %« Hetta vóru byrjaninar til yvirskriftirnar í sein- asta Sosiali. Millum aðrar líka so skakandi sást tú eisini hesa: Torfer staða. Nortið varð við ávís tel í krónum og oyrum, men annars bert ein uppaftur- tøka av Dagblaðnum, Dimmalætting v.m. Ikki eitt orð um hver samfe- lagsbólkur skal leggja hesi tel á borðið í krónum og oyrum. Tað er heldur ikki neyð- ugt — hann veit tað væl. Helt síni áhugamál vera best vard nettupp í hesum landsstýrinum, men í nið- asta reglubrotunum undir >Torfer støda« stendur tó stutt og greitt: 1. Uppskotini eru EIN SEMJA, ið flokkarnir eru komnir til. 2 »JAVNADAR- FLOKKURIN« ER GINGIN VID TIL HESA SEMJU. Nu er tað so, at eg helt meg vera lim i javnadarflokkinum, men EG havi ikki hoyrt grett eitt einasta orå um hesar samráðingar og hesa semju frá flokkinum fyrr enn nú í Sosialinum. Eg vil tí loyva mær at seta fram nakrar heilt ein- faldar = spurningar til henda »Javnadarflokk«: 1. Vóru skipakeyp og inntekulógir longu saman- blandað, tá fólkaflokkurin aftaná landsstýriskrepp- una kom aftur í Tinganes? 2. Er tað í tráð við stevnuskrá floksins, at lenmóttakarin skal standa einsamallur við samfelags- åbyrgdini — HVØRJA FERD? 3. HVØR ER »JAVN- ADARFLOKKURIN«? Mortan Løgting og lærarar Harra blaðstjóri. Undir viðgerðini á løg- tingi nú um dagarnar viðv. kreppuhjálp til fiski- vinnuna, sum varð útvarp- að, nevndi Juul Jacobsen allar lærararnar, sum sita og altíð hava siti á tingi. Ja, hatta er nakað logið nakað, at veljarin skal hava slíkan alsk til lærar- an. Eg sjálvur og mong onnur hava óivað hugsað tað sama. Í letuni haldi eg sita 11 lærarar í tingsalin- um. Fólkaflokkurin 4 lærar- ar Sambandsflokkurin 1 lærara Javnaðarflokkurin 1 lærara Tjóðveldisflokkurin 1 lærara * 2 í landsstýrin- um Framb.&Fiskivinnu- flokkurin 0 lærarar Sjålvstyrisflokkurin 2 lærarar Tilsamans 11 lærarar Spurningurin er: Fåa allir sina fullu læraraløn meðan tingið er saman? Meðan eg siti og skrivi hetta lesarabrævið hevur barnaskúlalærarin = Eilif Samuelsen orðið. Hann tosar um mangar niður- skurðir á fíggjarlógini. Eilif Samuelsen (sum jú varð aldur við at »slåa plat og krénu«), er ikki ringast fyri viðv. løn, pensión og løgtingsmannaløn + di- verse. 22/2—80 heilsan forvitin G6da Utvarp Føroya Eg takki tykkum fyri tær allar góðu sendingarnar, sum tit hevdu til vetrar OL í Canada. Tær vóru sera góðar, eg sat manga løtuna og hugnadi mær og hoyrdi hvussu raskir tit véru, eg mundi at enda hildið at tit vóru staddir í Canada. Tað var sera stuttligt at hoyra tykkum greiða frá um Stenmark og Haydin, og ikki talan um tað Amerikanska liðið i ishockey. Eg eigi einki sjónvarp, so tit kunnu ætla at eg sat og lurtaði við stórum spenningi. . Morgan Javnaðarflokkurin við at gera politiskt sjålvmorå Tað er lítið at ivast i, at mong javnaðarfólk hesar seinastu dagarnar hava spurt seg sjálvi: hvussu ber tað til, at javnaðar- flokkurin er gingin við til at taka toll- og innflutn- ingsgjeld burtur úr prís- talsútrokningunum og minka um prístalsviðbót- ina! Nakað ítekiligt svar hava hesi javnaðarfólk ikki fingið í tí umreðu, sum hevur verið av »log- arbukett< landsstýrisins í legtinginum. Í øllum før- um ikki eitt greitt svar, og í øllum ferum ikki eitt svar, sum kann góðtakast fyri at vera javnaðarpoli- tikkur. Vissuliga ásanna øll, sum eru nøkulunda at sær komin, at talan er um eina landsstýrissemju, og javn- aðarflokkurin eisini hevur verið noyddur at slaka. Men frá at lata út, og til at ganga við til eina loysn, sum bart út vendir tann tunga endan niðureftir, er at ganga so mikið langt, at tað kann ikki góðtakast. Við at ganga við til hesa loysnina hevur javnaðar- flokkurin selt so mikið nógv út av sínum prin- sippum, at javnaðarfólk spyrja seg sjálvi, um flokkurin ikki er við at gera politiskt sjálvmorð. Øl mótmælini frá verkafeløgunum hava síni rættindi, tí loysnin við- víkjandi prístalsreguler- ingunum kemur at raka tey, sum frammanundan eru ringast fyri, meinast! Verkafelegini hava í sterri og minni mun mót- mælt einum og fleiri av lógaruppskotum lands- stýrisins, sum tað letur til, at javnaðarflokkurin í løg- tinginum vælsignar. Felags fyri í hvussu er átta av hesum feløgunum — FA, FF, HA, Starvsmannafelagid, Fylking, Framtíðin, Fjall- brúður og Fiskepigernes Fagforening — er, at tey hava meira og minni virk- in javnaðarfólk sum for- menn. . Vælvitandi um, at hesir formenn ikki brúka sítt politiska knýtið í dagliga virksemi teirra, er tað tó givið, at teir í teirra tætta sambandi við verkafólk og lentakarar í heila tikið fáa trupulleikar við at verja og argumentera fyri sein- astu avrikum javnaðar- manna á tingi og í lands- stýri. Tað verður torfert fyri ikki at siga vónleyst! Einki at ivast í, at lóg- aruppskotini um stuðul til fiskivinnuna kundu verið annaðleiðis, sum m.a. F.F. hevur víst á, meðan upp- skotini um eykaskatt og broytingarnar í skattalóg- ini eru so mikið avvigað, at tey kunnu góðtakast av tí stóru fjeldini, men at tey lægstlentu skulu góðtaka eitt fall í realløn- ini, er óhugsandi! Víst eru framstig hend og víst henda framstig dagliga í ollum liðum sam- felagsins fólkinum at gagni, og tað er at fegnast um, men at fara at taka eitt afturstig er ófyrigevi- ligt. Javnaðarflokkurin gjørdi í fjørsummear eitt í mangar mátar frálíkt upp- skot til eina fyribils- og eina varandi loysn. Men hvar eru tey konstruktivu uppskotini blivin av? Tey eru kanska farin at gjalda Mikkel Mols við! Um so er, er keypið dýrt! j.m.